Eg eri hildin uppat at biðja fyri mammu

Eg havi biðið til Guð um, at mamma skuldi halda uppat at drekka. Men tað geri eg ikki meiri. Tá ið hon er edrú, er hon heimsins besta omma og tað ringasta er, at fortelja børnunum, at omman fer nokk ikki at liva so leingi afturat

- Míni barnaár vóru ikki bara ring, men har nógv ringt. Og eg skilti ongantíð, at mamma valdi brennivínið framum síni egnu børn.

Tað fortaldi Annika Juul í Miðlahúsinum í gjárkvøldið í eini hjartanemandi og botn ærligari frágreiðing um, hvussu tað er at veksa upp hjá foreldrum, sum eru bundin av rúsdrekka.

Men hon legði afturat, at hon segði hetta ikki fyri at tosa ilt um mammuna, tí tað føldi hon als onga trongd til yvirhøvur.

- Men tað eru nógv, sum eru í somu støðu sum eg og nú havi eg fyrigivið mammu, legði hon afturat.


Ótti og ótryggleiki

Tað var Blái Krossur, sum skipaði fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið um rættin til tað góða lívið.

Á fundinum fortaldi Annika Juul frá, hvussu tað er at vera barn, tá ið mamma drekkur at kalla hvønn dag.

- Tað hevur altíð verið nógv brennivín í okkara heimi. Bæði mamma og pápi vóru alkoholikarar og tá ið vit vóru sjey ár, vórðu tey skild og eg flutti til Havnar at búgva við mammu.

Mamma hennara helt fram at drekka og hon minnist, at tey fluttu rættiliga ofta og hon tilsamans munnu tey hava búð eini 10-15 staðni og mamman hevði eisini nógvar menn.

Hon minnist, at tað einasta, sum mól í høvdinum á henni á veg heim úr skúla, var um mamman var edrú tá ið hon kom heim ella ikki, tí tað var ongantíð til at vita.

- Børn hjá alkoholikarum fáa ein sætta sans, so tað gretti ikki, at áðrenn eg latið úthurðina upp, visti eg, hvussu standurin var hjá mammu.

Annika greiddi frá, at avleiðingin av hesum var, at øll barnaárini vóru merkt av ótta og ótryggleika.

Í barnaárunum eigur hon nógv spor í eini barr í einum ølklubba, sum tað nevndist, tá ið hon var barn.

Sjálvt um hon undrast á, hvussu tað bar til, at tað var loyvt at hava børn við inn í ein ølklubba.

- Eg slapp ikki at vera barn, tí longu sum stór óvitagenta føldi eg, at eg mátti taka ábyrgdina av bæði lítlu systur míni og av mammuni.

Sostatt fekk hon tíðliga eina ábyrgd, sum hon ikki var búgvin til at hava.


Fekk onga hjálp

Hon lærdi eisini rættiliga skjótt at lúgva um, hvussu gott tað var heima hjá heima, men vinkonur tordi hon sjáldan ella ongantíð at taka heim við, tí hon var so flóv av mammuni.

Hon sigur, at tað besta, hon kundi finna upp á, var at vera so fitt sum gjørligt.

- Eg hugsaði, at bara eg var fitt, so kanska mamma ikki fór at drekka aftur.

Men tað gjørdi hvørki frá ella til.

- Tá ið mamma var full, kundi hon verða ógvuliga ákærandi og tað var eisini mangan ógvuliga harðligt heima hjá okkum.

- Eg havi sæð jólatræið hjá okkum ligið brotið á gólvinum og einaferð, eg kom heim, var úthurðin bókstaviliga sagað úr og eg havi sæð stórar knívar á køksborðinum og nógv annað.

- Einaferð var 9-10 ára gomul læsti mamma seg inni á kamarinum, hóast eg bað og bønaði hana koma út.

Langt um leingi kom hon einaferð kom hon so út, men tá datt hon og fekk stórt sár í høvdið. Annika sigur, at hon hevði skil fyri at ringja eftir sjúkrabili.

- Eg og fimm seks ára gamla systir mín vórðu gangandi einsamøll eftir í fleiri tímar.

Hon saknar eisini, at nakar hjálpti henni og systrini.

- Einasta roynd, ið nakrantíð er gjørd at hjálpa okkum, var einaferð flokslærari kom til mín. Eg var eini 13 ár og eg var rýmd heiman ífrá og tá bað flokslærarin meg venda mær til barnaverndina.

Tað er nokk ikki heilt vanligt, at børn venda sær sjálvi til barnaverndina, men tað gjørdi Annika so.

- Barnaverndin kom heim til okkum, men mamma dugdi serstakliga væl at látast sum um og hon fekk sannført barnaverndina um, at tað var bara eg, sum gjørdi ov nógv av.

- Tað var tað einasta, eg fekk burtur úr barnaverndini og eg havi ikki upplivað, at tað er blivið stórt frægari síðani.


Omman, lítlasystir og Guð bjargaðu henni

Annika Juul sigur, at tá ið hon var barn, høvdu tey ongantíð ráð til nakað annað enn til brennivín til mammuna.

Tí fingu børnini ongantíð nakað.

- Eg hevði nakrar góðar vinkonur, sum høvdu eitt vanligt familjulív. Men systir mín og eg fingu ongantíð nakað, so eg fór at stjala, tó at tað bara var smáttarí.

Hon fór eisini at drekka, men tað var rættiliga tíðliga, at hon kom til ta niðurstøðu, at hetta var leiðin, hon skuldi ganga.

- Tað, sum hevur bjargað mær, er at eg eri trúgvandi. Og so havi eg eina ótrúliga fitta og góða ommu, sum hevur verið ein avbera stórur stuðul hjá mær alt lívið og er tað enn.

Og so sigur Annika, at hon hevur eisini sera tætt samband við yngru systrina.

- Vit báðar hava brúkt hvørja aðra ótrúliga nógv.


Hevur fyrigivið mammuni

Hon sigur, at nú skal hetta ikki ljóða sum um at alt var so óluksáliga ringt, tí tað var tað hóast alt ikki - sjálvt um nógv hevur verið ringt.

- Mamma var ótrúliga góð við okkum og hon hevur gjørt tað, hon megnaði. Hon megnaði bara ikki altíð so nógv.

Nú er Annika gift og eigur fýra børn.

Men tað var ringt sleppa undan at hugsa um brennivíni, tí tað hevði fylt so nógv.

- Tá ið maðurin fór í býin, sjálvt um tað var sjáldan, var tað ótrúliga ringt og tað gekk útyvir alt.

Hon sigur, at fyri nøkrum árum síðani tók hon avgerð um at fyrigeva mammuni.

- Eg havi altíð verið ógvuliga góð við mammu og eg gjørdi upp við meg sjálva, at tað skuldi eg halda fram við, sama hvat hon gjørdi og hvussu hon var.

- Men at koma til hesa sannføring, hjálpti nógv upp á støðuna hjá allari familjuni og tað hjálpti eisini mær.

- Eg fortaldi tað fyri mammu og síðani hava upp á mangar mátar fingið eitt nógv betri samband.

Men tað merkir ikki, at mamman er hildin upp at drekka, tí nú drekkur hon kanska verri enn nakrantíð.

- Í hesi 30 árini, hon hevur verið alkoholikari, er hálvur annar mánaði tað mesta hon hevur verið edrú ísenn.

- Hon hevur verið til avvenjingar mangar ferðir, men tað hevur ikki gjørt mun og eg havi ongantíð væntað, at tað fór at hjálpa.

Men hon er edrú inn ímillum og tá kann hon vera heima hjá Anniku í nakrar dagar og tá hava tey tað gott.

- Edrú er hon av allar fittastu og allar stuttligastu fólkum og hon er heimsins besta omma.


Hildin uppat at biðja

- Eg eri trúgvandi, men eg eri givin at biðja fyri mammu. Eg kann gott biðja fyri henni, men eg eri givin at biðja fyri at hon skal halda upp at drekka. Tað havi eg biðið um, men tað hjálpti ikki hjálpt.

Eitt tað tyngsta hjá Anniku er kanska at tey hava langt síðani góðtikið, at mamman fer at doyggja nokk so skjótt.

Upp á nógvar mátar verður tað ein lætti.

Men børnini elska hana og tað ringasta verður at fortelja børnunum, at omman fer kanska ikki at liva so leingi afturat.

Sjálv eigur Annika fýra børn.

Hóast hon ásannar, at hon sjálv neyvan er tann fullkomna mamman, følir hon tað sum hennara kall í lívinum at geva børnunum ein góðan og tryggan uppvøkstur.

- Tá ið míni børn verða vaksin er tað mín vón, at tey kunnu siga, at tey eru heil og at tey vita, at eri til reiðar, tá ið tey hava brúk fyri mær.

Annika sigur, at tá ið hon sjálv fekk børn, valdi hon brennivín frá, sjálvt um hon ikki er fanatisk, tí hon kann gott fáa sær eitt glas av víni ella bæði tvey av og á.

Men seinasta heilsanin frá Anniku til áhoyrararnar var av tí positiva slagnum.

- Nú livi eg eitt gott lív og eg eri glað fyri lívið, segði hon.