Ólavur prestur lýsti tín áhuga fyri náttúruni so vakurt. Tín áhuga fyri øllum livandi, líka frá torvatrøllum til kaninir. Alt skuldi fáa frið og sleppa at liva sítt egna lív.
Sjálvur fekst tú eina lagnu, sum mangir aðrir føroyingar ? tíverri ? máttu ígjøgnum.
Minnist tá vit sótu í kjallaranum, eg rópti teg inn at frætta frá læknatúrinum, tú hevði verið til niðri í Danmark fyri einum ári síðani. Tú segði sum var, tá lækni segði: »Der sidder du, din bastard?«, tá hann konstateraði tarmkreftina, sum knekkaði teg 25. juni íar, 49 ára gamal. Men, segði tú, eg var heilt niðri á botni teir fyrstu dagarnar eftir »dómin«. Men, sigur tú so aftur, hví kann tað ikki raka meg sum so mong onnur?
Hatta var tín uppfatan av tilveruni. So var bara at bíða. Tað var ein ræðulig tíð fyri okkum grannar og ikki minst fyri tykkum Elinborg, Lív og Monu, at síggja dagamunin.
Sum pápi var tú professionellur. Tú legði mær stovugólvið á tá í 1980-unum, og sjálvandi var Lív við tær. Sum heilt lítil vildi hon vildi ikki sleppa pabba út har uttanfyri, uttan hon kom við. Og bleiv Jóhannis kanska nakað leingi við hamaranum, kundi Lív taka hamaran, meðan pausa var, og loypa avstað út við honum, tí hon vildi hava pabba út aftur, út til tey sjálvs.
Men, vinurin, (tað var slagorðið), tolin sum altíð og fyri frið skyld, ja, so fór Jóhannis bara aftaná. ? Eg komi aftur í morgin, vinurin, var svarið. Men gólvið fingu vit so liðugt. Seinni var altanin á skránni. Har var Jóhannis eisini hollur ráðgevi hjá mær.
Ein mønustingin fekst tú, tá tit, John Gaard og tú (kanska Ellingsgaard var við eisini) skiftu takið hjá Dudduni her í grannalagnum. Djarvur sum mikladalsmenn enn eru, stóð stigin nakað uttarlaga á trappusteininum og fór út av við tær í og tú endaði á asfaltinum standandi ella sitandi. ? Foy for den ?, hugsaði eg, tá eg sá tað. Og er eri bangin fyri, at tað var mønubresturin til liðagiktina o.s.fr.
Í einari VB-skrá undan einum dysti bleiv Hans Michael spurdur um, hvør var stuttligasta menniskja, hann hevði møtt. ? Jóhannis Østerø, var greiða svarið. So nú eru vit tann humorin fátækari. Men grannalagið má so halda fram í Jóhannisar anda ? onki at tosa um annað.
Eg veit um eina gullnál, Jóhannis hevur fingið her á garðinum. Sum áður sagt, altíð djarvur, leyp hann í Skálá eftir at Beinir, sum var komin at vitja ommuna saman við Bartal, sum tá bert var 2 ár. Beinir leyp inn til Jóhannis og forpøstur segði: Beiggi mín er dottin í ánna, og Jóhannis leyp, illa var framkomandi, við tí úrsliti, at okkurt rivjabein mátti lúta. Tá lá hesi lítli 2 ára gamli á búkinum í einum hyli. Hann fekk hann upp á áarbakkan og byrjaði at arbeiða uppá hann til Anna, mamma tann lítla Bartal, kom til og fekk vatnið úr honum. Tá var Jóhannis veruliga illa fyri eisini. Men lív kom í aftur lítla og fyri hetta bragd hevur Gullhornið v/ Leif Niclassen valt at lata Jóhannisi og Beinir hesa flottu nál, hetta varð gjørt á einari vørustevnu í Ítróttarhøllini fyri nøkrum árum síðani, og tøkk fáið Gullhornið fyri tað.
At ringja eftir sangarum til jarðarferðir vóru Jóhannisar tungu boð, men altíð møttu vit: ? Nú, vinurin, so eru aftur boð eftir okkum. Soleiðis gekk, til vit sjálvir noyddust at taka okkum saman at syngja »Herrens venner, ingen sinde, mødes skal for sidste gang« ? ? Ja, ja ?
Segði við Monu yvir í kirkjugarðinum, at nú hevði pabba tað gott! ? Ja, segði hon, og var líkasum frígjørd fyri ta ræðuligu pínu, pápin hevði havt ta síðstu vikuna.
Jú, vit vóru av sonnum lætta ? eitt sindur. Tí at síggja fjøruna, sum nú var komin til kyrrindi, var ein lætti hjá Jóhannisi ? og Elinborg eisini. Jóhannis er nummar 472 av »vágbingum«, sum eru grivnir í nýggja kirkjugarði, og minnast vit teir allar/tey øll. Tað hevði verið ein øgilig gonga at sæð ? øll komið gangandi gjøgnum Líðina og yvir um aftur sandin. Tað kann bara hugflogið sera í gongd!
Nú tá tað fjaraði meira út segði eg við Elinborg tann eina dagin (ein av teimum allar seinastu) hon for norður á Tvøroyri at heilsa uppá, spyr hann um altanina, nú vit endurnýggjaðu hana. ? Jú, segði Jóhannis við veikari rødd, noy, tað bleiv tað onki burtur úr á hesum sinni. Men hansara góði samarbeiðspartnari frá fyrr, John Gaard, teir báðir arbeiddu saman nógv, nógv ár, kom so okkum til hjálpar og tað var Jóhannis glaður fyri.
Ein heiðurligur mikladalsmaður, djarvur og knáur, og ein ektaður »vágbingur« er nú farin handan sýn.