Stovnar og flyting
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður heldur flytingina av fleiri av almennu stovnunum út á bygd verða alt ov tilvildarliga og verða gjørd út frá politiskum áhugamálum heldur enn út frá sakligum grundgevingum. Hetta sigur hann samtíðis sum starvsfelagi hansara Jørgen Niclasen hevur gjørt av at flyta Skipasýnið til Vágar, nakað, sum hevur fingið eitt nú stjóran á landsins størstu fyritøku, Poul Mohr á Tórshavnar Skipasmiðju at tosa um politiska valdsmisnýtslu.
Bjarni Djurholm heldur fyri, at vit hava upplivað fleiri ferðir, at stovnar ?ad hoc? eru fluttir úr Havn og út á bygd. Tað hendir sum snarljós av klárum himni - tað er nakað, sum landsstýrismenn einsasmallir taka avgerð um og so bara verður framt.
Sjálvur sigur hann seg alla tíðina hava undrast á hesa mannagongdina, sum tykist sera óskipað og ikki byggja á sakligar grundgevingar.
Mannagongdirnar, sum brúktar eru í hesum sambandi, eru so heldur ikki í samsvari við samgonguskjalið, ið sigur, at samgongan er samd um at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal verða lív lagað.
Bjarni Djurholm skilur hetta fyrst soleiðis, at samferðslukervið verður útbygt tvs. allur infrastruktururin her eisini telesamskifti, og at tú harvið skapar nakrar umstøður og karmar.
-Hvørjum endamáli tænir so ein flyting av einum stovni?
-Hon livir ikki upp til setningin, at tú skal skapa karmar fyri trivnað tvs. at tað skal spretta nakað úr staðnum av sær sjálvum. Tí tá man flytur stovnar á henda hátt sum er hent, so rættvísger tað ikki flytingina sæð í mun til tann politiska setningin man setti sær.
Bjarni vísir bæði til flytingarnar av eitt nú Stuðulsstovninum og Skipasýninum, har tú bara tekur úr rúgvini og flytur. -Vandi er fyri, at vit bara fáa nakrar dupultfunktiónir burturúr, tá hetta ikki er nóg væl umhugsað.
-Tað hevur verið júkað upp í saman, at almenni sektorurin skal endurskoðast, rationaliserast, gerast bíligari osfr. Men man brýtir við tann setningin, sum vit hava hoyrt nú í skjótt fýra ár, tá stovnar heilt tilvildarliga verða fluttir út á bygd.
Við at taka úr rúgvuni og sletta út um teg við almennum stovnum, so kemur tú ikki at liva upp til tað, ið var ætlanin við at fjálga um smáplássini. Kanska tvørturímóti. Ístaðin fyri at sleppa av við dupultfunktiónir, fáa vit fleiri slíkar.
Inflatión í flyting av stovnum
-Er hetta ikki ein beinleiðis atfinning móti tínum egna landsstýriskollega Jørgen Niclasen ? og merkir hetta, at tú als ikki er samdur við avgerðina hjá honum at flyta Skipasýnið?
-Hyggja vit at teimum stovnum, sum eru fluttir, so er tað so, at man antin hevur frætt tað á einum landsstýrisfundi, tá averðin er um at verða tikin ella frætt tað í fjølmiðlunum. Tað haldi eg ikki er nøktandi.
Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tað kann vera, at flytan av einum stovni samanlagt kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið. Men um tú bara tekur í rúgvini av teimum stovnum, sum man umsitur sum landsstýrismaður og flytir ein her og ein har, tí tað hóskar seg inn í eina politiska fatan júst ta løtuna, so er tað ikki rætt. Tá er rætt og slætt inflatión komin í flyting av almennum stovnum.
Bjarni Djurholm viðgongur annars, at hann var sera ivingarsamur, tá Jørgen Niclasen nevndi ætlan sína at flyta Skipasýnið.
-Eg beri ótta fyri, at tú møtir stovnunum aftur entá í Havn. Og er hetta endamálið við at rationalisera í samfelagnum, so er man als ongan veg komin sigur landsstýrismaðurinn og spyr, hvat gagn flyting av einum stovni ger í økinum, um talan bara er um at flyta nøkur fá starvsfólk í ein kjallara eina ella aðrastaðni!
Einki politiskt orðaskifti
-Hava tit í samgonguni ikki ein løgmann og skipara, sum nettupp hevur tosað nógv um rationalisering á ein skipaðan hátt ? og hví loyvir hann tá slíkum?
-Tað er ein spurningur tit eiga at seta løgmanni. Eg kann bert siga, at tað politiska orðaskifti um, hvussu, hví og hvørjar stovnar man kann flyta hevur ongantíð verið í landsstýrinum, meðan eg havi verið har.
-Men er tað so, at tá landsstýrismenn bara soleiðis hissini kunnu taka og velja og vraka og á tilvildarligan hátt flyta almennar stovnar, í veruleikanum misbrúka stovnarnar til sín egna politiska vinning?
-Tá landsstýrismenn flyta stovnar á henda hátt so gera teir tað uttan, at tað er partur av eini heild, og tá kann man so kalla tað tað ein vil.
Mangla sakligar grundgevingar
-Verða stovnar fluttir uttan, at starvsfólkini eru tikin við uppá ráð, er so ikki vandi fyri, at stovnarnir missa fólk við neyðugu vitanini og royndunum, soleiðis at endin kann verða, at stovnurin verður ambuteraður?
-Sum útgangspunkt haldi eg tað vera skeivt at flyta stovnar, bara tí tað er eitt politiskt ynski. Tað má vera ein saklig grundgeving fyri tí sigur Bjarni Djurholm , sum eisini heldur, at tær 6-7 flytingarnar, sum hava verið í hesum valskeiðnum, eru allar grundaðar á politisk ynski og ikki á eina sakliga menning.
-Tað er politiskt ynski um at flyta stovnar út um landið, men eg dugi ikki at síggja, at man sakliga hevur havt eina viðgerð av tí. Og hetta kann vera orsøkin til, at ístaðin fyri at tú skapar eina einkult funktión eina staðni so fær tú dupultfunktiónir burtur úr tí. Tvs. at tú fær í veruleikanum eitt samfelag, sum verður dýrari og meira óhøgligt.
-Hví hevur tú sum landsstýrismaður og partur av samgonguni ikki mótmælt hesi gongdini?
-Í sambandi við ta politisku viðgerðina havi eg fleiri ferðir sagt mína hugsan um, at hetta er ein skeiv gongd?
-Sær tú tað sum ein trupulleika, at tann persónurin, sum kanska átti at stýrt hesi gongdini skilagott og rætt, nevniliga løgmaður, er inhabilur, tí hann eisini fegin sær stovnar fluttar í sítt valdømi ? eitt nú skal umsitingin av kolvetnisskatti flytast av Argjum til Norðoyggjar og ein partur til Suðuroyar?
Bjarni Djurholm heldur fyri, at hetta at tú stovnar deildir uttan fyri hana á Argjum, má vera eitt klassiskt dømi um, at tú ikki bara fær eina dupultfunktión men eina trýdupulta funktión burtur úr. Og tað er so enn eitt dømi um, at man ger hetta meira fyri at signalera ein politiskan vilja heldur enn at vísa á sakliga grundaðar avgerðir. Um løgmaður er samdur í hesum sigur landsstýrismaðurin ikki vita.
Bjarni Djurholm sigur víðari, at tá Skipasýnið og aðrir stovnar vórðu fluttir so skuldi tað verið partur av eini samlaðari heild og tað heldur hann ikki, at tað hevur verið. -Verður henda gongdin tískil meira regulin heldur enn undantakið so kanst tú fáa eina spjaðing í tann almenna sektorinum, sum ger, at hann fer at virka verri, verður dýrari og ikki kann veita tær vørur, sum brúkarin hevur tørv á.
-Poul Mohr, stjóri metir avgerðina hjá Jørgen Niclasen at vera misnýtslu av sínum politiska valdi!
-Tá tú ikki ger flytingar av stovnum eftir einum yvirskipaðum málsetningi, so er tað skjótt at blíva ákærdur fyri slíkt. Og tað er sera óheppið.









