Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur
--------
Miðskeiðis í januar í ár vóru nógv fólk samankomin í Oyndarfirði at heiðra føðingardagsbarninum, Eivind Petersen, sum fylti áttati. Eivind hevur vígt alt lívið innan Stong og Nestanga, ávikavist tað ytsta av norðara og sunnara armi á Oyndarfirði. Lívið, tætta sambandið eg havi havt við Eivind sum handilsmann í bygdini og okkara vinarlag hevur givið iblásturin til hesar reglur sum eru ein føðingardagsheilsan og hugleiðingar um handilslívið í Oyndarfirði í míni tíð.
Árstíðin, Eivind verður mintur á, at eitt ár er komið aftur at hansara lívsleið, er hugalig á tann hátt, at nú ber móti ljósari tíðum. Sólin liggur og gresjar á Reyðafellstindi omanfyri Selatrað og Skálafjørðin hesa árstiðina. Hon sendir sínar enn veiku strálir norður á Rust á Helvtini, sum er skarðið millum Oyndarfjørð og umheimin. Hagani fara tær sína beinu leið heim gjøgnum Breytahjalla og norður í fjall. Oyndfirðingar síggja sólina sum eitt ljóshav norðuri í fjalli hesa árstíðina.
Eivind hevur fylgt við hesum leiki, so langt aftur hann kann minnast. Alt sítt vaksna lív hevur hann búð í Garðamørk, har hann giftist inn. Og sum smádrongur helt hann til heima í Oyndarfirði, niðri í bygdini, hann var stórur smádrongur, áðrenn tey fluttu í nýggj hús sum í dag eisini verða kallaði á Fløtti, hóast navnið var tengt at teim eldru niðurtiknu húsunum niðri í bygdini omanfyri hjá teimum við Lið og á Dunganum. Gamla Fløtt er heldur ikki nakað fyrndarhús. Abbi Eivind í móððirætt, Jens Pauli Clementsen var av Syrðadali. Hann bygdi fyrst inni á Bakka í Oyndarfirði, tað hevur verið fyrst í 1880 ´unum og seldi síðan húsini til Ábraham við Stein. Tá hevði hann bygt nýggj hús uppi á Fløtti og tey eru ikki til longur. Hann giftist við Elsebeth Cathrinu Horn úr Oyndarfirði. Hina helvtina av genunum hjá Eivind hava vit til felags. Pápi mín og Eivind vóru systkinnabørn. Abbi Eivind í faðirætt kallaðist Petur. Hann var funningsmaður, pápi hansara Jóhan Petur Poulsen var úr Tarti í Oyndarfirði, og giftist til Funnings við Súsonnu Pedersdatter undar Reyni í Funningi. Abbi Eivind giftist við Onnu Sofíu Dahl av Breyt í Oyndarfirði. Tey bygdu í Hoygarðinum á Breyt í Oyndarfirði. Omman og abbin hjá Eivind eru langomma og langabbi mín og teirra foreldur oldurommur og oldurabbar hjá mær. Eg og Eivind hava felags funningsblóð í æðrum okkara, hvønn týdning tað hevur fyri okkum veit eg ikki. Frammanfyri nevnda omma Eivind, langomma mín Anna Sofía, mundi bara ikki sloppið higani frá. Tá íð hon doyði í 1952 var hon 97 ára gomul. Tað var næstan óhoyrt gamalt tá. Starblind sat hon uppi hjá dóttrini, ommu míni á Marknagili, Magninu, og stýrdi “livets gang” niðri í bygdini.
Eitt jarðiskt himmiríki
Ì mun til hinar menninar í bygdini var Eivind heimamaður, haldilsmaður við einum hópi av álitisstørvum og tí minnist eg hann serliga nógv frá barnaárunum. Og Eivind´sa lív ber til at býta sundur í tvey, sum eg minnist. Fyrst mongu árini í Hálvmørkhandlinum, har hann var einaráðandi og síðan í nýggja handlinum við Tartavegin, har hann hevur hildið til seinastu mongu árini og har hann enn er til arbeiðis hvønn einasta gerandisdag í vikuni.
Vit áttu tveir handlar í Oyndarfirði, tá íð eg var smádrongur og hesir lógu eitt sindur avsíðis, fyrst Hálvmørkshandilin og síðan inni í Víkum. Og tað merkir eisini, at vit áttu tveir handilsmenn, Eivind, sum búði innast í bygdini, átti heimara handilin og Petur Klein, sum búði heimi í bygdini í Haraldsstovu átti innasta handilin.
Hesin handlar fingu eitt serstakt pláss í lívinum hjá okkum børnum. Uttanfyri skivuna í hesum báðum handlum fingu vit eitt tev av himmiríki innan skivuna.Har angaði av søtum vørum uttan úr heimi. Bomneskjurnar úr blikki vóru stórar í okkara barnaeygum og áttu vit eitt oyra, so fekkst upp í eitt kramarhús, sum Eivind, var kvikur at evna til.
Her var himmirikið sætt við jarðiskum eygum. Her var ongin líðandi Jesus, sum græt yvir okkara syndir og gav okkum ringa samvitsku. Hann hoyrdi til heima í Missiónshúsinum, sum stóð har kalt sum eitt íshús við himmalhválvi upp undir loftinum, og sum abbabeiggi mín Jákup í Skúlanum var upphavið til Her inni í handlinum var reint njótilsi og jarðiskt prát. Her stóðu vørur, sum vit bara smakkaðu onkuntíð og tað reyk ramliga og hugnaligt av petroleum, sum vit plagdu at keypa fyri eldri fólk, fyri eitt smáoyra. Mjølskuffurnar vóru stórar og goymslan fekk ikki annað navn enn Mjølstovan.
Her stóðu menn uttanfyri skivuna og prátaðu og drukku øl. Eivind drakk ikki øl. Hann var álitismaður í halgidóminum, klokkari, í kirkjuráðnum í missiónshúsinum Teir keyptu mest mjøl, te, margarin ger og sukur. Tá ið menn komu av skipi sóust teir eisin í handilinum, kanska eisini eitt sindur meira teir fyrstu dagarnar, fyri aftur at koma í samband við fólk. Eisini konur, sum vanliga ikki gingu nógv úti sóust í handlinum av og ein.
Mýr-Anna
Ein av hesum kvinnu imponeraði meg serliga nógv. Tað var Mýr-Anna. Hon var ein prektig kvinna. Hetta var fyrsta lýsingarorðið eg lærdu um eina kvinnu, sum var nakað serligt og tað var Hjalmar í Langagarði sum bar orðið víðari til mín, ella til onnum meðan eg lurtaði, og fast situr tað í minninum. Tað sást næstan líka mikið hvar tú var staddur í bygdini, tá íð Mýe-Anna var á veg úr Garðamørk og heim í Hálvmørk at til handils. Eg drønaði inn í handilin at lurta. Hví? Jú fyri tað fyrsta var hon ein prúð og myndug madamma við sterkari útstráling, og so var hon útlendingur og tosaði eitt heilt fremmant mál, sum eg ongantíð hevði hoyrt fyrr, men sum eg allíkavæl skilti. Hon var ættað úr Vági, og var av forelskilsi burtursøgd norður í myrkrið til Oyndarfjarðar. Og upprunin til forelskilsi, Elias Karl úr Hvanngarðinum í Oyndarfirði, fekk ikki annað navn frá henni enn: “Rossið hjá mér.” Ein stásmaður og arbeiðssamur sum fáur. Suðuroyarmálið var so merkiligt og dragandi í mínum oyrum sum smádrongur, at eg gekk langt fyri at hoyra tað.
Og innanfyri skivuna stóð Eivind, handilsmaðurin í hvítari skjúrtu og opnari troyggju og stýrdi øllum. Hvíta bringan minti meg um lundar, sum eg plagdi at síggja um onkur hevði verið og skotið og tað vóru serliga Guttamenn og hann var kvikur at leggja saman. Høvuðrokningin lá eisini ræðið fyri.
Serliga spennandi var inni í Hálvmørk illveðursdagar. Tá kom nógv fólk, tí einki gjørdist úti. Vit smádreingir stóðu mitt í millum, eg veit ikki hvat hinir gjørdu, men eg lurtaði og undraðist og setti spurningar inni í høvdinum, sum lívið seinni hevur svarað.
Oyndarfjørður var í sekstiárunum, tá íð eg var smádrongur, meira býttur upp í familjur enn hann er í dag. Hetta er ikki bara ein leysur pástandur. Eg grundi hann á at í teimum mongu rundu føðingardøgunum, sum hava verið hildnir seinastu árini í Oyndarfirði koma fólk saman undir somu lon, nakað sum hevði verið heilt óhugsandi tá ið eg var smádrongur. Tað vóru summar familjur, sum bara komu í Hálvmørk og aðrar sum bara keyptu í Víkum. Og síðani høvdu vit onnur, sum gingu í millum og tíbetur tey vóru ikki so fá. Smádrongirnir gjørdu ongan mun á, eg var líka nógv í báðum handlunum og orðini eg skrivi um Hálvmørk, kundu eins væl verið skrivaði um Víkar, har tað ediliga menniskja Petur Klein ráddi fyri borgum. Tú kundi síggja hvussu bygdin var uppbýtt eftir hvønn handil fólk valdu í bygdini. Handilin í Víkum brendi tá íð eg var hálvvaksin og hetta var ein so traumatisk hending fyri meg, at eg síðan havi biðið Gud vara meg frá eldi í náttarbønini. Tað var ikki bara ein bygningur sum hvarv, tað var ein heil søga, ein heil mentan.
Handilsferðir til Havnar
Handilsmenninir í Oyndarfirði vóru í Havn einaferð um árið og vitjaðu heilsølurnar og keyptu inn. Vit børn vistu, at nú fór okkurt spennandi at henda. Petur Klein fór undir hatti við Sildberanum til Havnar. Hetta var fast fríggjadag og vit smádreingir vóru ógvuliga stoltir av at tað var ein oyndfirðingur, sum var skipari á Sildberanum. Also ikki ordiliga oyndfirðingur, tí hann búði í Havn. Hann var føddur í Oyndarfirði og átti beiggjar her og hann hevði búð inni í Kinn sum smádrongur, og Heindrikur kallaðist hann. Vit sluppu onkuntíð við, tá hann fóru norður um til Gjáar, Funnings og Elduvíkar. Vit fylgdu Peturi av stað og beundraðu hansara stásiliga hatt og vit tóku í móti honum aftur, tá íð Sildberin kom undan Nestanga aftur. Tað legði ikki eitt skip at í Oyndarfirði uttan at hvør einasti smádrongur fór á keiina, hvørja ferð.
Eivind fór oftast yvir land. Hann fór til Fuglafjarðar til gongu og síðan við bili út á Skálafjørðin og síðan til Havnar. Hanildsmenninir vóru burtur í fleiri dagar. Úrslitið av teirra ferð sást nakrar dagar seinni, tá rutubáturin kom. Bjartasta og søtasta minnið vóru nekarakyssini frá Frans Restorff. Tú hevur ikki eingang loyvi at nýta hetta orðið longur uttan at diskriminerað litt fólk í heiminum. Sjokolkátan í nekarakyssunum vóru stoypt í bylgjutum formi, so sóu út sum fimm ella seks bildekk lagaði oman á hvørt annað. Fleskasiður hingu ofta í handlinum aftan á hesar handilsferðir og flesk og egg er enn tann dag ídag ein lívrættur hjá mær.
Handilsferðirnar hjá báðum handilsmonnunum foldaði seg út frá nekarakyssum og fleski, longur vit komu út í desember til súreplir, appelsinir, dadlir, figur, jólapynt og jólagávur. Ein heilt serliga hugnalig tíð og finalan var nýggjárið. Hetta var høgtíðin sum bar av øllum fyri okkum smádrongir. Barnið í fjósinum, jólagávur, jólafestin í missiónshúsinum og allur maturin bliknaði í mun til fýrverakríið, sum báðir handilsmenninir høvdu bestilt á teirra handilsferð í Havn, og sum nú hevði liðið og bíðað óupppakkað á loftinum í Hálvmørk og á mjølstøvuni í Víkum. Vit smádreingir gingu og langtaðu og bíðaðu. 30 desemmber sluppu vit at keypa og ikki eitt sekund fyrr. Onkuntíð var Várharra náðigur og legði ein sunnudag á tann 30, soleiðis at vit sluppu at keypa tann 29. og tá fekk hann serliga heitar tankar frá dreingjunum. Og síðani brast. Vit høvdu samlað pening gjøgnum árið til hesa fest. Rulla tunnur heim á kejina fyri handilsmenninarn. Vit dámdu betri hjá Eivind, tí har var teinurin styttri og ikki handan dumma Víkabrekkan at rulla upp um. Vit engdu og vit samlaðu fløskur, alt til eittans endamál, at sleppa fýra alt av á nýggjárinum. Fyrstu skotini dundu tíðliga um morgunin og síðan hildu vit á til langt út á kvøldið. Vit vóru svartir av krúti, onkur meislaði fingurin, tí hann helt ov leingi í einum kinesara. Vit gloymdu at eta, bara brustu og brustu og brustu. Tað var ikki eitt lyklarhol, sum ikki fekk ein brest og neyt og hundar høvdu tað ringt, meðan seyðurin helt seg langt omanfyri garðarnar. Hetta var høgtíð so tað forsló og vit høvdu ringt at fyrigeva myndugleikunum, sum einaferð sjeytiárunum bannaðu kinesarunum. Tá eg sum vaksin arbeiddi í Týsklandi, fann eg útav, at har enn er loyvt at keypa kinerasra. Eg keypti inn undir meg og gekk sum ein smádrongur og skjeyt kinesarar í fleiri nýggjár eftir tað.
Ongantíð fornermaður leingi
Hetta er alt søga og enn er Eivind handilsmaður. Nú er hann 80 ára gamal og hann røkir handilin. Meðan javnlíkar hava dúvað upp á aldursrentuna seinastu 13 árini hevur Eivind tjent pengar. Hann er í handlinum frá morgni av og til middags og hann er aftur um hálvgum tvey tíðina og sjáldan steingir hann fyrr enn klokkan seks. Og leygardagar hevur hann eisini opið.
Og tað er í handlinum vit síggjast dagliga. Eg koyri heim av Hellunum, sjálvt um eg einki mangli og kanska havi verið ótrúgvur í Inn við Streymin á veg norður kvøldið fyri. Túrurin heim í handilin er ein partur av degnum, og tað er líka nógv prát og at hitta fólk sum tað er at hava ein beriposa við út aftur. Tað er ringur økonomiur í at vera einbúgvi á Hellunum og handla. Helvtina av tí eg keypi frá Eivind, berið eg út í ruskbingjuna á Hellunum nakrar dagar seinni.
Vit eru í slekt, pápi og hann vóru systkinnarbørn. Pápi Eivind og omma mín vóru systkin og á tann hátt eru bond okkara millum. Men tað er fyrst og fremst sum handilsmann at eg kenni hann og undrist á hansara evnir at duga at fara við sínum viðskiftafólkum. Eivind er ongantíð leingi fornermaður við nakran sum helst. Tað er hann for klókur til. Ikki dugir at saga ta grein ein situr á og hvørt menniskja, sum er statt heimanfyri Garðamørk er ein møguligur kundi. Eivind dugir at hava eina greiða meining, og samstundis ikki at ganga so nógv upp í hesa meining, at samskifti við onnur fólk slitnar. Og eg lúri honum kunstin av. Hetta er vísdómur sum øll kunnu brúka og sum lívið tíbetur lærir okkum sum frálíður.
Eivind handlar í dag í nýggja handlinum og hesin hevur einki við Hálvmørk at gera. Tó nakað av hugnanum er flutt niðan við. Eivind hevur megnað at skapa hendan hugnan saman við konuni Ester, sum eisini er trúgv í handlinum. Eivind hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Oyndarfjørð og ikki minst fyri meg og eg njóti hvønn dag tað enn ber til at koma heim at keypa frá honum.
Eivind eldist, hóast tíðarinnar tonn hevur verið mildari við hann enn tey flestu. Nú banki eg undir borðið, tí langomma mín Lisa í Skúlanum, sum var ættað við Stein av Glyvrum, var tiltikin fyri spurstungu. Tíðarinnar tonn sæst eisini á gamla Hálvmørkshandlinum. Gævi sætt at tey sum fingu hann upp í hendur eftir Eivind sett hann í upprunaligan stand, undir eftirliti av okkara fornminnismyndugleikum, soleiðis at hann fekk nýggj vindeygu, nýggjan klædning og flagtak. Hann er ein perla enn og kann bjargast og stendur einki aftanfyri Piddasa handil og Ribarhús í Fuglafirði. Kanska vit um nøkur ár á Mjølstovuni í Hálvmørk kunnu sita og práta um handilsmenninar, sum her skaptu sær útkomuna. Jóan Pauli og Eivind og onkur var undar teimum eisini. Vælsignaði latið hann ikki fara. Tað er nógmikið av norskum typuhúsum í Oyndarfirði og tað er so lítið av orginalum eftir.