Fyrr í ár fluttu Henning Bøgesvang, prestur og konan Solveig til Gøteborg.
Hann hevði fingið starv við »Dansk Koloni- & Sømandskirke« og nú skuldi tað roynast.
Áðrenn tað hevði hann starvast sum prestur í Klaksvík í ikki minni enn 21 ár - so kom ikki og sig, at tað ikki er gott at starvast í Klaksvík.
Men upprunaliga var tað nú ikki ætlanin, at starvstíðin í Klaksvík skuldi gerast so long; tað gjørdist hon bara, tí tey trivust so væl.
At tey vóru fallin til kom týðuliga til sjóndar, tá hann helt guðstænastu. Altíð nógv fólk í kirkju og so var tað líkamikið um tað var í Christianskirkjuni ella úti á bygd aðrastaðni í Norðoyggjum.
At hann sum prestur og tey sum tilfluttir norðoyingar vórðu væl móttikin og væl dámd, kom kanska best til sjóndar seinasta sunnudagin í januar mánaði, tá hann helt »fráfaringarguðstænastu« í Christianskirkjuni.
Kirkjan var á tremur við fólki, sum vildu siga Henningi og Solveig farvæl og ynskja teimum góðan byrð í nýggja heimstaði teirra í Gøteborg.
Tey hava verið - og eru enn - sera væl dámd í Norðoyggjum og serliga í Klaksvík. Tey vóru jú vorðin ein partur av býarmyndini. Hann sum prestur og hon sum sjúkrasystir á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Og so fóru tey bara ......
Sjómansprestur og »vanligur« prestur
Solveig og Henning hava nú verið nakrar mánaðir í Gøteborg. Hann starvast sum prestur við Dansk Koloni- & Sømandskirke í Gøteborg.
Kirkjan er sum navnið sigur donsk. Hon hevur tilknýti til eina meinigheit í býnum, sum fíggjar ein góðan part av rakstrinum; m.a. ein part av prestalønini. Hin partin fíggjar danska sjómanskirkjan og DKU.
Tí arbeiðir Henning Bøgesvang eisini sum sjómansprestur í Gøteborg. Hann vitjar umborð á donskum og føroyskum skipum, sum koma inn í Gøteborg. Hann prátar við manningina og hevur bløð við til teirra.
Henning hevur verið sjómansprestur fyrr. Í Antwerpen fyri 25 árum síðan.
Tá vóru tíðirnar øðrvísi, sigur hann.
? Tá varð roknað við, at manningin á skipunum kom í sjómanskirjuna um kvøldið og tað gjørdu teir eisini. Nú liggja skipini so stutt í hvørjum stað, at manningin hevur ikki tíð at koma í land og tí er okkara uppgáva broytt samsvarandi. Høvuðsdenturin verður tí lagdur á at vitja umborð og tosa við manningina umborð.
Hvat tosar prestur við manningina um?
? Vit tosa um alt møguligt. Nú er tað einaferð so, at vit fara ikki umborð á skipini fyri at prædika fyri manningini. Vit fara umborð fyri at tosa við manningina. Teir hava gott av at tosa við onkran annan enn bara sínamillum.
Harafturat arbeiðir Henning sum vanligur prestur eisini. Í fimtiárunum fluttu nógvir danir til Svøríkis undan arbeiðsloysinum í Danmark og nógv av teimum, sum hoyra til kirkjuna, eru tí eldri fólk, sum liggja á ellisheimum.
Eisini føroyingar
í Gøteborg
Tað búgva eisini nakrir føroyingar í Gøteborg. Fleiri teirra arbeiða hjá Volvo fyritøkuni og Henning sigur, at tey flestu teirra eru tilkomin fólk.
? Eg hevði roknað við, at tað vóru fleiri føroyingar, men vit hava funnið fram til, at her eru einir 30 føroyingar og í løtuni eru vit í holt við at fáa samband við tey.
? Vit arbeiða í løtuni við at stovna eitt føroyingafelag, sum kann koma saman her í kirkjuni .
Hóast flestu føroyingar, sum búgva í Gøteborg eru tilkomin fólk, so eru eisini nakrir yngri føroyingar. Seinastu árini hava fleiri og fleiri funnið vegin til Svøríkis at lesa og hetta sæst eisini aftur í Gøteborg.
? Tað tekur sína tíð at fáa samband við øll teirra og tí má sigast at her er nóg mikið at gera, sigur hann men viðgongur samstundis at alt má setast í mun til orkuna.
? Í heyst ætla vit okkum at hava opið hús, kanska skipa fyri føroyskum kvøldum, m. a. við føroyskum mati.
Ein seniorklubbur hevur tilknýti til kirkjuna og har hevur Bøgesvang millum annað greitt frá um Føroyar og fólk hava stóran áhuga fyri at hoyra um Føroyar.
? Hetta er so ein blandingur millum tað kirkjuliga og tann sosiala partin av arbeiðinum.
Torført at fara
úr Føroyum
Hvussu var tað so at fara úr Føroyum?
? Tað var torført at fara úr Føroyum.
? Tað skal ikki misskiljast. Konan og eg hava tað sera gott her vit búgva í Gøteborg, men onkuntíð seta vit okkum niður og spyrja: »Hví fóru vit?«.
? Tí, fyri tað fyrsta so eru 21 ár ikki 21 dagar. Tað setir síni spor. Vit vóru komin inn í viðurskiftini og vit føldu, at tað var okkara. Tað føla vit enn, skal eg líka viðmerkja. Vit føla okkum sum føroyingar og tað kann ongantíð takast burtur.
Henning Bøgesvang sigur, at tað at liva í einum samfelag sum tí føroyska ger, at ein ongantíð er anonymur. Fert tú ein túr um kvøldið, so kanst tú fara inn allastaðni.
? Sjálvandi hevur tú eisini óvinir. Tað ber ikki til annars. Eg minnist ein fyrrverandi skúlastjóri hjá mær einaferð segði, at tann sum bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining.
? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur, og so skal man bara vera ósamdur uppá ein siviliseraðan máta, sigur Henning Bøgesvang.
Hjúnini Bøgesvang vóru serliga glað fyri at vera í Klaksvík, tí har var so stak gott at vera.
? Vit høvdu so stak góðar grannar í Klaksvík. Tað var ein fragd. Harafturat var tað ein »fest« at koma í kirkjurnar í Norðoyggjum, so tað var lætt at trívast hjá okkum, sigur Henning.
Hann leggur dent á at hetta ikki bara var galdandi í Klaksvík. Tað var so sanniliga eisini galdandi úti á bygd, sigur hann.
? Bygdirnar eru ikki so stórar og har kom tað fólk, sum kundi koma. Tað gav okkum eina góða kenslu av at vit vóru góðkend og móttikin væl av øllum. Kona mín, sum arbeiddi á sjúkrahúsinum, sigur tað sama um arbeiði sítt, sigur hann.
? Vit høvdu ongantíð kensluna av, at vit vóru anonym, og tað er sera týdningarmikið fyri ein prest, sigur Henning Bøgesvang.
Stórbýur men lítil meinigheit
Er tað so ikki eitt stórt umskifti at koma til ein stórbý sum Gøteborg?
? Nei, samanberingin liggur í, at meinigheitin eg havi við at gera, er ikki so øgiliga stór. Øll kenna hvønn annan á ein ella annan hátt. Øll eru »dus«.
? Til hvørja sókn hoyra kanska eini 10.000 fólk, men tað eru verri enn so øll teirra, sum koma í kirkjuna. Meinigheitin eg arbeiði í er ikki so stór. Tað koma 140 fólk í kirkjuna hvønn sunnudag. Tey kenni eg og tey kenna meg. Tað er uppá sama máta sum í Føroyum.
Ein av uppgávunum hjá prestum er at vitja eldri fólk, eitt nú fólk sum liggja á ellisheimum. Er nakar munur á sambandinum millum eldri fólk í Føroyum og Svøríki?
? Munurin er tann, at tú kemur sjáldan inn á eitt ellisheim í Føroyum sum fremmandur gestur. Har er altíð onkur sum kennir teg. Her komi eg meira sum ein fremmandur gestur. Afturat tí kemur, at tey sum búgva t.d. á Vistarheiminum í Klaksvík, tey kenna hvønn annan, ella onkran av starvsfólkunum
? Eg var og vitjaði á einum ellisheimi fyri kortum, og har lógu tveir danir. Teir kenna ikki hvønn annan. Teir høvdu ikki hoyrt um hvønn annan. Starvsfólkini kenna ikki tey eldru og tey eldru kenna ikki starvsfólkini.
? Hatta er ikki so nógv øðrvísi í Føroyum. Um eitt eldri fólk á bygd, eitt nú í Norðoyggjum, ikki megnar at vera heima, so má viðkomandi flyta til Klaksvíkar og tað er sjálvandi stór og torfør broyting.
Henning Bøgesvang viðgongur, at tá ein hevur verið prestur í einum prestadømi í 21 ár, so kennir ein meginpartin av teimum eldru áðrenn tey fara á ellisheim. Tá er sjálvandi munandi lættari at fara at vitja tey á heiminum og hava nakað at tosa um.
? Hetta er eisini nakað vit hava tosað um í Gøteborg, og vit kundu gott hugsað okkum at gjørt eitt ellisheim fyri danir og føroyingar, sigur Bøgesvang, sum tó samstundis viðgongur, at tað gott kann taka langa tíð áðrenn eitt slíkt heim kemur, tí tað er ikki bara sum at sig at fara undir.
Stórur blíðskapur
í Føroyum
Tað var sjálvandi ein stór broyting fyri Bøgesvang at koma til Føroya, tí viðurskiftini vóru so nógv øðrvísi her enn t.d. í Danmark.
Hann sigur, at tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at merkja tann stóra blíðskap, sum er í Føroyum.
Fólk hava brúk fyri at tosa við onkran. Ikki bara um tað ringa, men eisini um tað góða.
? Tak til dømis ein sjómann, sum bara er saman við mannfólki. Hjá honum er tað ein gleði at kunna greiða onkrum øðrum frá um hann er blivin pápi.
? Skipið er í meinigheitini í Gøteborg tað sum bygdin er í meinigheitini í Klaksvík. Tað við teimum smáu viðurskiftunum.
Norðoyastevnan
í hond
Saknar tú ikki at vera við í Klaksvík, nú Norðoyastevnan er í hondum?
? Jú, tað geri eg. Eg minnist, at eg helt tað vera gott, at fólk komu í kirkju, hóast tey høvdu verið í býnum kvøldið fyri. Hóast onkur teirra eisini hevði fingið upp í høvdið kvøldið fyri. Kirkjan er jú fyri øll, so tað gleddist eg nógv yvir.
? So er tað sjálvandi kappróðurin, fótbólturin og onnur tiltøk. Tað hevur verið sera hugnaligt, og tað sakni eg. Serliga tí, at tað er so fólkaligt. Øll kenna hvønn annan og tosa við hvønn annan. Tað er ikki sum til »býarveitslurnar« í t.d. Gøteborg. Har eru so ótrúliga nógv fólk, men tað er ikki samband millum fólk á sama hátt, sum á Norðoyastevnu.
? Dagliga var eg kallaður prestur, men á Norðoyastevnu at eg Henning, sigur hann og smáflennir.
Hann minnist eisini aftur á eina hending, sum fór fram stutt eftir at hann var komin til Føroya. Tað var dagin fyri eina Norðoyastevnu.
? Tað var í tí tíðini tá man skuldi á posthúsið at loysa út. Ein bilur við fýra monnum stóð uttan fyri posthúsið. Teir ætlaðu at arga meg eitt sindur, so ein teirra rópti: »Prestur, hevur tú hoyrt? Illimaður er deyður« og so roknaðu teir við, at eg fór at ørkymlast. Eg tók hondina niður í lumman eftir fýra eittkrónum, gav teimum hvør sína og segði við teir: »Jamen, so eru tit vorðnir faðirleysir«. Tað høvdu teir ikki roknað við, men tað dámdi teimum, at fáa aftursvar.
? Ætla okkum aftur til Føroya
Ætla hjúnini Bøgesvang sær at flyta aftur til Føroya at arbeiða?
? Ja, svarar hann avgjørdur.
? Vit ætla okkum at verða í Gøteborg í tvey ár og so fara vit at hyggja aftur til Føroya. Eg má søkja á líka fóti við allar aðrar prestar, og so mugu kirkjuráðini gera av um tey kunnu brúka meg.
? Tað er eitt orðatak sum sigur: »Ude af øje, ude af sind«. Eg má viðganga, at eg eri eitt sindur spesiellur og at ikki øllum dámar meg. Men hóast tað, so haldi eg, at eg eri góðtikin.
? Vit føroyingar eru jú ikki einglar, men føroyingar duga at lurta og tí var tað stuttligt, bæði at hava guðstænastu og at hava fyrilestrar kring landið. Eg helt tað t.d. verða stuttligt, at fólk smíltist í kirkjuni. Tað skal ikki bara vera álvara og tí var tað stuttligt at fólk dugdu at góðtaka tað.
? Júst henda partin minnist eg við stórari gleði og leingist eftir, sigur Henning.
Er tað ikki sovorðið sum ger, at fleiri og fleiri koma í kirkju?
? Jú, eg haldi tað. Kristindómurin ger okkum ikki til yvirmenniskju. Fólk skulu ikki altíð føla fremstafingur. Vit hava skyldu at uppføra okkum sum ordilig fólk, men tað er eingin treyt, at fólk skulu vera so ella so góð, fyri at kunna koma í kirkjuna. Har skal vera pláss fyri øllum.
Bøgesvang leggur dent á, at konan Solveig hevur verið honum ein stór hjálp.
Meðan tey búðu í Klaksvík arbeiddi hon dagliga, men nú tekur hon eina hond við í arbeiði hansara og tað er hann sera fegin um.
? Vit hava fingið loyvi til at arbeiða tætt saman, og tað hevur gingið framúr væl. Tað hevur verið stuttligt at uppliva, tí hon dugir so ótrúliga væl at hjálpa til. Vit gera tað vit kunnu fyri at fáa so nógv burturúr sum gjørligt, og til tað hava vit eina góða barlast við úr Føroyum, sigur Henning Bøgesvang.
? Vit eru vorðnir føroyingar
Eftir at hava verið í Føroyum í so nógv ár, so viðgongur Henning, at familjan hevur fingið føroyskar røtur.
? Vit komu til Føroya og skuldu eftir ætlanini bert verða í tvey ár, men vit endaðu við at gerast føroyingar.
Báðir synirnir hjá Bøgesvang hjúnunum hava føroyskar konur. Annar teirra býr og arbeiðir sum lækni í Havn, meðan hin í løtuni býr í Keypmannahavn.
? Hann er tyrluflogskipari og vil fegin »heim aftur« til Føroya. Eg haldi at hann bíðar eftir oljuni, sigur Henning.
? Nú ber ikki til bara at fara higani aftur, sigur hann.
? Tá føroyingar í gomlum døgum fóru í bjørgini ella til útróðrar høvdu teir altíð Harran við sær. Hetta hevur verið okkum ein góð barlast og eg vil ynskja fyri føroyingar framyvir, at henda barlastin verður okkara.
? Eg minnist eina søgu um ein bát, sum hevði tikið nakað nógv vatn inn. Tá segði ein av monnunum: »Lat okkum biðja«. Nei, segði skiparin, nú skulu vit oysa. Hetta vísir virðingina fyri tí alvaldandi. Vit leggja okkara álit á Harran, men tað merkir ikki, at vit skulu gevast at arbeiða. Vit mugu gera okkara part. Harrin skal nokk gera sín part.
Heldur gjøgnumskoðaður
enn yvirsæddur
Um tú skalt nevna nakað serligt, sum tær leingist eftir í Føroyum, hvat skal tað so vera?
? So verður tað at vera saman. Tú verður ongantíð einsamallur í Føroyum. Vit kunnu koma allastaðni í Føroyum og framvegis kenna onkran. Tað er kenslan av at vera nakað.
? Eg havi sagt tað fyrr, at fólk eru ikki einglar, men tey eru góð at vera saman við.
? Tað var einaferð ein sum segði, at hann heldur vildi verða gjøgnumskoðaður enn yvirsæddur. Tað merkir bara, at tú ert ein partur av samfelagnum. Tú verður ikki yvirsæddur. Eftir hansara metan er hetta eisini orsøkin til, at so nógvir føroyingar venda heim aftur. So gott er veðrið heldur ikki. Men kenslan av at vera ein partur av nøkrum, saman við øðrum, tað er orsøkin.
? Vit hava nakað saman. Vit hava Gud við í dansin og í kirkjuna og tað ger lívið til ein felagsskap millum føroyingar. Tað er styrkin við føroyingum.
Góða Norðoyastevnu
Samtala okkara millum er nú við at enda, men Bøgesvang hevur tó nøkur fá orð eftir til føroyingar og serliga norðoyingar.
? Eg vil fegin senda øllum norðoyingum tær bestu kvøður við ynskjum um eina góða Norðoyastevnu. Eg vóni tit fara at hugna tykkum og at veðrið fer at verða tykkum til vildar. Vit hugsa ofta um tykkum har norði, sigur Henning Bøgesvang at enda.