Fótbóltur NSÍ menninir vóru tystir, tá teir komu suður á Sand. Eftir tvey tap á heimavølli ráddi um at venda gongdini, soleiðis at teir ikki heilt skuldu detta niður ímillum botnliðini. Teir fóru norður [...] hon kann vera heima á klettunum. B71 telist ímillum botnliðini, og tí átti tað at verið møguleiki hjá NSÍ at fingið meiri breidd og hugflog í spælið, men tað eydnaðist ikki. Stóran oart av tíðini var talan [...] eitt stórt stríð um miðvøllin. Nógvir spælarar vóru savnaðir á einum ikki serliga stórum øki, og so sigur tað seg sjálvt, at talan var um nógvar nærdystir, og at persónligu mistøkini heldur ikki vóru so fá
svara aftur hvørja ferð. Hetta sigur Martin Venned, rógvandi venjarin umborð á Nevinum Reyða, sum sjálvandi er fegin um sigurin. Um avbjóðingina á komandi stevnunum sigur hann soleiðis: ? Tað skal so lítið [...] spenningurin serliga stórur, tá startskotið gekk av á jóansøku. Men spenningurin var skjótt burtur. Tá fyrsti spurturin var av, føturnir vóru tiknir av bekkunum og niður í bátin, og tøkini vóru vorðin so at [...] at siga meiri nátúrlig var eingin ivi um, at Nevið Reyða var fremst, og at tað fór at vera torført hjá hinum bátunum at vinna leiðsluna. Klaksvíksbáturin varð ongantíð hóttur, og á málinum var gloppið aftur
tað bara vundið upp á seg. Dyrir bilar Tann fyrsti bilurin hann fekk, var ein Mercedes 280 SL, minnist hann. Men tann bilurin er ikki í savninum í kjallaranum hjá Jákupi Frants. Hann liggur aðrastaðni í [...] Fuglafirði. Honum hevur altíð dámt væl bilar, sigur hann, og ein mammubeiggi hansara hevði sama áhuga. Bara tað, at hjá honum vóru tað rættiligir bilar. So tá smádrongurin ikki hevði møguleika fyri at [...] hann bæði vegskatt og trygging fyri, greiðir hann frá. Men bilarnir eru ikki tryggjaðir, sigur hann. Hann sigur, at tað tykist eitt sindur tungt at fáa nakran at tryggja eitt slíkt savn, tí ringt er at
upp fyri í skránni, sigur Maiken Poulsen. Maiken Poulsen hevur drúgvar royndir í, at fyrireika almennar vitjanir í Føroyum. Hon stóð fyri vitjanini, tá Vígdis Finnbogadóttir, sum fyrsti forsetin nakrantíð [...] Grímsson, forseti, hevði sett seg til rættis í flogfarinum aftur til Íslands, ringdi hann á fartelefonina hjá Maiken Poulsen og takkaði henni inniliga fyri nakrar væl eydnaðar dagar í Føroyum. Gjølla gjøgnumhugsað [...] um tú fremur hendan og handan leikin. So kanska tað er ein fyrimunur, at eg telvaði nógv sum ung, sigur Maiken Poulsen, protokollfultrúi við einum smíli. Skráin helt Sosialurin fylgdi við í ferðalagnum
samráðingarnar og tað loysti málið. Karsten Hansen gevur nevniliga hugskotinum hjá Páll á Reynatúgvu at bjóða teimum suður til Sands at samráðast, allan heiðurin fyri,at semja fekst í lag nú. ? Hann hevur [...] gørdi hann við stórum hegni. Hann sigur, at tvær semjur eru gjørdar, ein semja um vanligan sáttmála og ein fastlønarsáttmála. Vit kunnu liva við báðum semjunum. Hann sigur, at í samráðingunum hesuferð, hava [...] at tað er ótrúligt, at tað skuldi taka so langa tíð, at koma til hetta úrslitið, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at ferlagið er so ivingarsamt um úrslitið, at tað eisini hevur fingið ein fastlø
OLJUVINNA Beint fyri evstamark hjá Sosialinum í gjár komu boðini frá Oljumálastýrinum um, at Statoil seinnapartin í gjár fór at fáa góðkenningina at fara undir fyrstu leitiboringina eftir olju á føroyska [...] føroyska landgrunninum. ? Boripallurin Sovereign Explorer, sum skal bora brunnin hjá Statoil samtakinum, er á veg móti Føroyum og verður væntandi á boristaðnum í morgin, segði Oljumálastýrið tíðindaskrivi. [...] er 941 metrar. Boringini er mett at taka 2-3 mánaðar. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sigur, at tað er ein spennandi tíð við nógvum avbjóðingum, sum liggur fyri framman: ? Vit mugu tó ikki gloyma
sunnudag. Tí gongur løgtingið ikki undan at virða halgidagslógina, er ikki neyðugt hjá øðrum at gera tað. Hetta sigur Hendrik Old, tingmaður, í sambandi við, at løgtingsformaðurin hevur sent tingfólkum [...] sunnudag. ? Ólavsøkurøða løgmans er sanniliga ein politisk røða. Og tingfundurin á ólavsøku er fyrsti arbeiðsdagurin hjá tinginum í nýggju setuni. Tí brýtur løgtingið halgidagslógina við at fara til arbeiðis [...] at halda hann. At tingfundurin kann haldast sunnudag merkir ikki, at hann skal haldast sunnudag, sigur Hendrik Old. Hendrik Old vísir á, at tað hevur verið gamal siður, ikki at halda politiskan fund sunnudag
Eisini í flokkinum hjá løgmanni, Fólkaflokkinum, halda tingfólk tað vera skeivt at seta tingið sunnudag. Jógvan við Keldu við Keldu er ein teirra. ? Føroyingar hava higartil hildið seg relativt væl til [...] at tingformaðurin ikki skal halda fast uppá at seta tingið ólavsøkudag, tá hetta er sunnudagur. Fyrsti tingfundurin og ólavsøkurøðan eru nevniliga ógvuliga politisk, heldur Jógvan við Keldu. Jógvan við [...] eru sum so ikki til arbeiðis ólavsøkudag. Tí vit viðgera ikki røðuna fyrr enn fleiri dagar seinni, sigur hon.
tað av umhvørvisorsøkum, at vatn aftur er komið í ánna. Men so er ikki, sigur Klæmint Weihe, stjóri á elfelagnum SEV. Hann sigur, at grundin er, at teir hava valt at gera onkrar neyðugar ábøtur í tunnlinum [...] verið í summar, og tað ger, at nógv olja verður brend, sigur hann. Partar av vatntunnlinum norðanvert í Eysturoynni vóru eitt sindur ivasamir, sigur Klæmint Weihe. Soleiðis, at neyðugt var at festa veggirnar [...] verður væntandi liðugt um ólavsøkuleitið, sigur Klæmint Weihe. Tá verður so turt aftur í Vesturdalsá. Annars er tunnilsarbeiðið í Norðureysturoynni liðugt, sigur Klæmint Weihe. Feløgini, sum hava borað tunnilin
ein nýggj og spennandi ítróttarlig avbjóðing fyri seg. Molde stóð ikki uttan málverja, tá fyrsti málverjin hjá teimum hevði skrivað sáttmála við høvuðsstaðarfelagið. Sambært norska VG høvdu teir tveir [...] eitur Morten Bakke. Hann hevur nú skrivað sáttmála við Oslo felagið Vålerenga. Í norskum fjølmiðlum sigur Morten Bakke, at hann fegin vil koma nærri at familjuni, sum býr í norska høvuðsstaðnum. Hann heldur [...] hava skilt á lagnum, at tað er ikki ein spurningur, um Molde vil hava Jákup Mikkelsen á lønarlistan hjá teimum, men tað er heldur ein spurningur, um partarnir kunnu semjast um treytirnar. Góða framtíð Molde