8?mannafør
Tað gekk bara ein evarska lítil løta, so hevði Nevið Reyða skúgvað allan iva burtur, um teir nú fóru at vera førir fyri at endurtaka sigurin frá norðoyarstevnuni. Næstsíðsta vikuskifti var kappróður í Runavík. Hann taldi ikki við í FM kappingini. Nevið Reyða vann róðurin millum 8?mannafør. Men tað órógvaði eitt sindur í Klaksvík, at munurin til næstu bátarnar var væl minni, enn hann hevði verið á norðoyarstevnu.
Tí var spenningurin serliga stórur, tá startskotið gekk av á jóansøku. Men spenningurin var skjótt burtur. Tá fyrsti spurturin var av, føturnir vóru tiknir av bekkunum og niður í bátin, og tøkini vóru vorðin so at siga meiri nátúrlig var eingin ivi um, at Nevið Reyða var fremst, og at tað fór at vera torført hjá hinum bátunum at vinna leiðsluna. Klaksvíksbáturin varð ongantíð hóttur, og á málinum var gloppið aftur til Knørrin meiri enn ein bátslongd.
Kvívíkingur var væl við, meðan Argjabáturin, sum nógvu tey seinastu árini hevur verið við til at mynda kappingina, sat eftir við svarta Peri í kappingini um heiðursmerkini.
? Vit fingu ein góðan start. Tað er altíð lættari, tá tú sært aftur á hinar bátarnar. Hesa ferð høvdu vit størstu avbjóðararnar undir liðini á okkum. Vit komu skjótt eina hálva bátslongd framum hinar bátarnar. Eg haldi, at fólkið umborð á Knørri er sera gott, og eg rokni við, at teir framvegis fara at geva okkum ein skarpan gang. Teir royndu fleiri ferðir at toga seg inn á okkum, men tað gerst alt meiri møtimikið, tá báturin, sum er frammanfyri, megnar at svara aftur hvørja ferð.
Hetta sigur Martin Venned, rógvandi venjarin umborð á Nevinum Reyða, sum sjálvandi er fegin um sigurin. Um avbjóðingina á komandi stevnunum sigur hann soleiðis:
? Tað skal so lítið til, áðrenn tað so at siga koppar á. Vit sóu eitt sindur til tað á Skálafjørðinum. Um tú verður órógvaður og letur teg ganga frá tí, sum tit frammanundan hava avrátt, so kann alt broytast eftir einari lítlari løtu.
Høvdu tit nakrar trupulleikar hesa ferð?
? Tað høvdu vit ikki. Men endaspurturin gjørdist nakað langur. Vit høvdu ýtað av inni á bryggjuni, og stýrimaðurin brúkti hetta sum grundarlag. Málið vísti nakað skeivt. Vit lógu í miðjuni, og tí gjørdist endaspurturin næstan tvær ferðir longri, enn vit høvdu ætlað. Tað var strevið, men tá tú vinnur, so hvørvur tann megin og pínan sera skjótt, sigur Martin Venned.