Tað eru boð eftir føroyska landsliðsmálverjanum Jákupi Mikkelsen ymsa staðni frá. Seinastu tíðindini eru, at norska Molde, sum liggur á sætta plássinum í bestu deildini, er áhugað í fyrrverandi Herfølge málverjanum.
Jákup Mikkelsen fór til Noregs mánadagin seinnapartin. Har hevur hann hugt at umstøðunum, og týsdagin vandi hann við Molde. Jákup er nú aftur í Danmark. Á middegi í gjár skiltu vit á lagnum, at Molde er áhugað í at knýta føroyska málverjan at felagnum. Spurningurin er, sum tað altíð er, tá talan er um sáttmálasamráðingar, um partarnir kunnu semjast um sáttmálatreytirnar. Tá vit frættu, var eingin avgerð fallin, men tað var ikki óhugsandi, at avtalan fór at koma upp á pláss seinnapartin í gjár.
Jákup Mikkelsen váttar, at hann hevur verið í Noregi og hugt at umstøðunum, og at hann eisini vandi við Molde, men hann vil einki ítøkiligt siga um framtíðina, fyrrenn avgerðin er fallin.
Hava tveir málverjar
Molde hevur hesa seinastu vikuna leitað eftir einum nýggjum málverja. Orsøkin er tann, at málverjin, sum teir hava havt higartil, er fluttur til Oslo. Málverjin eitur Morten Bakke. Hann hevur nú skrivað sáttmála við Oslo felagið Vålerenga. Í norskum fjølmiðlum sigur Morten Bakke, at hann fegin vil koma nærri at familjuni, sum býr í norska høvuðsstaðnum. Hann heldur eisini, at Vålerenga er ein nýggj og spennandi ítróttarlig avbjóðing fyri seg.
Molde stóð ikki uttan málverja, tá fyrsti málverjin hjá teimum hevði skrivað sáttmála við høvuðsstaðarfelagið. Sambært norska VG høvdu teir tveir evnaríkar málverjar, men venjarin vildi fegin hava, at teir beinanvegin fingu ein royndan málverja, sum ungu menninir kundu kappast við. Tí var tað, at teir bjóðaðu Jákupi Mikkelsen upp til Molde.
Vit hava skilt á lagnum, at tað er ikki ein spurningur, um Molde vil hava Jákup Mikkelsen á lønarlistan hjá teimum, men tað er heldur ein spurningur, um partarnir kunnu semjast um treytirnar.
Góða framtíð
Molde, sum liggur ímillum Ålesund og Kristiansund, sum nógvir føroyingar kennast við, verður í Noregi roknað sum eitt av fótbóltsfeløgunum, ið hevur eina spennandi tíð fyri framman. Orsøkin er fyrst og fremst tann, at stóri fíggjarmaðurin Kjell Inge Røkke hevur víst felagnum stóran áhuga. Tað hevur hann gjørt við at spræna eina rúgvu av pengum í felagið. Málið hjá honum og hinum í Molde er, at felagið innan alt ov langa tíð skal bjóða Rosenborg úr Tróndheimi av í stríðnum um norsku fótbóltstrúnuna.
Í Molde hava teir fyri heilt fáum árum síðani bygt eitt nýtt stadion. Karmurin um heimadystirnar hjá Molde er tiltikin kring alt Europa. Stadion, sum rúmar 11.500 áskoðarum er millum tey mest nýmótans í Europa, og tað er tiltikið vakurt, har tað liggur dygst niðri við sjóarmálan.