Vatnorka
Tunnlarnir hjá SEV norðuri í Eysturoynni verða tryggjaðir og reinsaðir, nú meðan turra árstíðin er. Tí verður einki vatn leitt gjøgnum teir í løtuni.
Tað rennur aftur vatn í Vesturdalsá oman Millum Fjarða. Fólk, sum koyra framvið, hava undrast á, hví so er, tí áin varð turkað herfyri, tá vatnið varð tikið og leitt gjøgnum tunnilin í Eiðisvatn, haðani tað fer gjøgnum turbinuna niðri í Barmi.
Onkur hevur gitt, at ov mikið av vatni er, hóast tað skuldi verið ósannlíkt, meðan onkur annar heldur, at kanska er tað av umhvørvisorsøkum, at vatn aftur er komið í ánna.
Men so er ikki, sigur Klæmint Weihe, stjóri á elfelagnum SEV. Hann sigur, at grundin er, at teir hava valt at gera onkrar neyðugar ábøtur í tunnlinum nú, meðan turt er, og lítið vatn rennur burtur.
Hann hevði verið fegnari, um grundin var ovmikið vatn. Men har manglar í. Turt hevur verið í summar, og tað ger, at nógv olja verður brend, sigur hann.
Partar av vatntunnlinum norðanvert í Eysturoynni vóru eitt sindur ivasamir, sigur Klæmint Weihe. Soleiðis, at neyðugt var at festa veggirnar fyri at sleppa undan, at leyst grót seinni fór at detta niður í tunnilin og verða til ampa. So heldur enn at koma aftur um aftur seinni at rudda, verður nú bundið um heilan fingur og tryggjað, árðenn nakað hendir.
Arbeitt verður í summar. Og tvinnar orsøkir eru til tað, sigur SEV stjórin. Tað er lættast at gera tað nú, meðan útgerðin enn er á staðnum. Og so er hendan tíðin tann turrasta á árinum, so tað fer sum minst av vatni til spillis, meðan arbeitt veðrur í tunnlinum.
Arbeiðið við at tryggja og reinsa tunnilin verður væntandi liðugt um ólavsøkuleitið, sigur Klæmint Weihe. Tá verður so turt aftur í Vesturdalsá.
Annars er tunnilsarbeiðið í Norðureysturoynni liðugt, sigur Klæmint Weihe. Feløgini, sum hava borað tunnilin og gjørt inntøkini, eru við at rigga av. Ruddað verður í haganum, har arbeitt hevur verið. Skerv- og grótrúgvur, sum ligið hava eitt nú við munnan oman fyri Funning og við Eiðisvatn, verða beindar burtur.
Við Eiðisvatn hevur verið bummur fyri vegin í longri tíð. Og tað fer tað eisini at verða í framtíðini, sigur SEV stjórin. Orsøkin er, at amboð og onnur útgerð, sum SEV hevur havt standandi á arbeiðsplássinum Suðuri í Dali, ikki fekk frið. Ótangar høvdu fyri at koyra suður haðar um næturnar at gera herverk. Og tí kann SEV ikki liva við, sigur stjórin.
Annars var avtalað, at SEV skuldi syrgja fyri, at gýtingarmøguleikarnir hjá sílastovninum í Eiðisvatni ikki versnaðu, eftir at vatnið varð hækkað orsakað av byrgingunum.
Hetta arbeiðið er ikki gjørt enn, og er grundin tann, sigur Klæmint Weihe, at einki frættist frá avvarðandi hagastýri, sum skal vera við í avgerðini um, hvussu gerast skal. SEV hevur leingi verið til reiðar at gera arbeiðið, men tað skal vera í samráð við hagastýrið. Og haðani er einki rætt, hóast fleiri brøv eru send teimum, sigur SEV stjórin.