Fólkaflokkurin viðger málið

Fólkaflokkurin viðgjørdi á fundi í gjár, um tingmanningin í felag skal mótmæla, at tingið fer til arbeiðis Sunnudagur

 

Eisini í flokkinum hjá løgmanni, Fólkaflokkinum, halda tingfólk tað vera skeivt at seta tingið sunnudag. Jógvan við Keldu við Keldu er ein teirra.

? Føroyingar hava higartil hildið seg relativt væl til halgidagslógina. Og tí haldi eg, at tingformaðurin ikki skal halda fast uppá at seta tingið ólavsøkudag, tá hetta er sunnudagur. Fyrsti tingfundurin og ólavsøkurøðan eru nevniliga ógvuliga politisk, heldur Jógvan við Keldu.

Jógvan við Keldu boðaði flokki sínum frá støðu síni á fundi í gjár, og sum Sosialurin skilir, ætlar flokkurin at melda út í felag, at hann heldur tað vera skeivt at seta tingið sunnudag.

Sambandsflokkurin fer eisini at viðgera málið. Sosialurin hevur tosað við Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, og hann sær onga meinging í at seta tingið sunnudagin 29. juli.

Heini O. Heinsen úr Tjóðveldisflokkinum heldur, at tað kann skapa trupulleikar, um fundurin verður settur mánadagin eftir ólavsøku. Tí so er vandi fyri, at tingfólk ikki møta til skrúgonguna.

Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum sær onga forðing fyri, at tingið verður sett sunnudag.

? Vit eru sum so ikki til arbeiðis ólavsøkudag. Tí vit viðgera ikki røðuna fyrr enn fleiri dagar seinni, sigur hon.