? Tað er ein lætti, at forsetavitjanin er av, men eg eri ógvuliga fegin um, at hon eydnaðist so væl. Og eg eri serstakliga fegin um, at forsetin var so væl nøgdur, at hann takkaði mær persónliga.
Hetta Maiken Poulsen, protokollfultrúi á Løgmansskrivstovuni, eftir vitjan íslendska forsetans, sum var av leygarkvøldið.
Í sínum starvi sum protokollfultrúi hevur Maiken Poulsen høvuðsábyrgdina av at leggja alt til rættis, tá útlendskir gestir vitja løgmann og landsstýrið. Og hon hevur eisini havt alla ábyrgd av leggja til rættis og samskipa almennu vitjan íslendska forsetans í Føroyum.
Hetta hevur hon ivaleyst klárað framúrskarandi væl, tí júst eftir, at Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, hevði sett seg til rættis í flogfarinum aftur til Íslands, ringdi hann á fartelefonina hjá Maiken Poulsen og takkaði henni inniliga fyri nakrar væl eydnaðar dagar í Føroyum.
Gjølla gjøgnumhugsað
Tá ein forseti kemur á almenna vitjan, er talan um eina vitjan á hægsta tignarstigi við øllum trygdartiltøkum og formleikakrøvum, ið hartil hoyra. Alt skal leggjast til rættis út í odd og egg, so einki er latið upp til tivildina á allari ferð forsetans.
Tí hevur Maiken Poulsen eisini havt nógvar drúgvar arbeiðsdagar seinastu vikurnar.
? Forarbeiðið til hesa vitjanina hevur verið stórt. Vit hava fyrireikað vitjanina í fleiri mánaðir, og seinastu vikurnar hava verið ógvuliga strævnar. Vit hava arbeitt hvørt hvøld og út á næturnar eisini, fyri at fáa alt klárt, greiðir Maiken, protokollfultrúin, frá.
Av tí, at trygdartiltøkini eru so strong og væntanin um eina væl eydnaða vitjan so stór, tá ein forseti vitjar, er altíð neyðugt at hava fleiri tiltøk klár við síðuna av, um okkurt á skránni miseydnast, ella um forsetin kemur illa fyri. Hetta sammetir Maiken Poulsen við at telva.
? Tá tú fyrireikar eina slíka vitjan, skalt tú altíð hugsa fleiri leikir fram, júst sum í talvi. Tú mást seta teg inn í støðuna áðrenn hon er hend, júst sum tú í talvi má hugsa, hvat hendir, um tú fremur hendan og handan leikin. So kanska tað er ein fyrimunur, at eg telvaði nógv sum ung, sigur Maiken Poulsen, protokollfultrúi við einum smíli.
Skráin helt
Sosialurin fylgdi við í ferðalagnum, tá forsetin vitjaði kring oyggjarnar í farnu viku. Vit høvdu fingið eina snotuliga innbundna skrá við øllum upplýsingum at halda okkum til. Í fyrstani tóktist hetta eitt sindur fjákut. Men vit funnu skjótt út av, at skráin var ógvuliga hent.
Og tað, sum eisini hugtók okkum var, hvussu væl skráin helt. Tað hendi seg onkuntíð, at vit gjørdust hálvan tíma seinkað. Men hetta varð altíð skótt vunnið inn aftur, so skráin helt.
Hetta var Maiken Poulsen sjálvsagt eisini glað fyri.
? Eg eri rættiliga væl nøgd við, hvussu væl skráin hevur hildið. Vit eru onkuntíð vorðin hálvan tíma seikað. Men tað er púra vanligt, og tí hava vit eisini lagt upp fyri í skránni, sigur Maiken Poulsen.
Maiken Poulsen hevur drúgvar royndir í, at fyrireika almennar vitjanir í Føroyum. Hon stóð fyri vitjanini, tá Vígdis Finnbogadóttir, sum fyrsti forsetin nakrantíð vitjaði í Føroyum í 1987. Harafturat hevur Maiken staðið fyri, tá drotningin hevur vitjað, og nú vit aftur fingu forsetavitjan. Eisini stendur Maiken fyri øðrum ráðharravitjanum, og tá sendiharrar vitja í Føroyum.









