Samlihugur
Fuglafirði: 500 smáar bilar, sum munnu kosta út móti eini hálvari millión krónum, hevur Jakup Frants Larsen í Fuglafirði standandi í kjallaranum. Savnið verður at síggja á Varmakeldu.
Í eini 40 ár hevur Jákup Frants savnað modellbilar, og tað hevur bara vundið upp á seg, soleiðis at hann í dag brúkar fitt av tíð til at savna bilar. Hvørja ferð hann til dømis er uttanlands, fer ein fittur partur av feriuni til at leita eftir modellum, hann ikki eigur.
Og eisini onnur eru komin upp í, greiðir hann frá. Yngsti sonurin veit nágreinilia, hvørjar bilar pápin eigur í kjallaranum, hóast teir eru um fimmhundrað í tali.
Vit fara niður undir, og Jákup Frants vísir inn í eitt rúm, sum er fult av lutum, hann hevur savnað. Har eru bæði bátar og skip. Ein rættilig motorsúkkla við gamlari svartari nummarplátu. Og so sjálvandi allir bilarnir, sum avgjørt seta dámin á rúmið.
?Tað byrjaði í 1961, greiðir Jákup Frants Larsen frá. Tá fekk hann fyrsta bilin, og síðan hevur tað bara vundið upp á seg.
Dyrir bilar
Tann fyrsti bilurin hann fekk, var ein Mercedes 280 SL, minnist hann. Men tann bilurin er ikki í savninum í kjallaranum hjá Jákupi Frants. Hann liggur aðrastaðni í Fuglafirði.
Honum hevur altíð dámt væl bilar, sigur hann, og ein mammubeiggi hansara hevði sama áhuga. Bara tað, at hjá honum vóru tað rættiligir bilar. So tá smádrongurin ikki hevði møguleika fyri at fáa ein ordiligan amerikanskan bil, fór hann at savna eftirgerðir.
Tað hevur so higartil havt við sær, at hann hevur einar fimmhundrað slíkar standandi. Allir eru sjálvandi ikki eins sjáldsamir, men summir eru, sum ikki fáast í dag og sostatt eru nógvar pengar verdir. Bilar av sama slagi, sum onkur teirra, Jákup Frants hevur, eru seldir á uppboði fyri oman fyri 20.000,- krónur greiðir hann frá. Men at lata teir frá sær ætlar Jákup Frants ikki.
? Tað er eingin til sølu. Tað kemur ikki upp á tal, sigur hann heilt avgjørdur, tá spurningurin verður havdur á lofti. So kunnu aðrir savnarar bjóða, sum teir vilja.
Bilarnir eru ættaðir alla møguliga staðni frá, greiðir Jákup Frants frá. Hann er limur í útlendskum feløgum og fær tann vegin bløð og tíðarrit, har hann finnur ymsar bilar í, sum hann so kann keypa, um áhugi er fyri tí. Eisini eru tað ferðirnar uttanlands, har leitað verður, sum geva sítt.
Bilarnir eru slíkir, sum gjørdir verða á góðkendum verksmiðjum við rættiligum bilum sum fyrimynd. Gjørdir í lutfalli, soleiðis at teir líkjast nágreiniliga tí ordiliga bilinum.
Av tí sama er talan um bilar, sum kosta pengar. Ikki nakað skrambul, sum Jákup Frants tekur til.
Rambler manglar
Tað eru serliga svensku bilarnir, Mercedes og amerikanararnir, sum Jákupi Frants dámar væl. Og hann hevur nógv ymisk modell av hesum bilum.
Men ein manglar. Tað er tann í Føroyum einaferð so kendi Rambler bilurin. Hann er sera ringur at fáa, um tað yvirhøvur ber til, sigur Jákup Frants.
Aðrir er eisini áhugaverdir. Eitt nú Ferrari og fólkavognarnir. Jákup Frants hevur nógvar Ferrari bilar í savninum, eins og hann eisini hevur nógvar »VW Boblur«. Og tað stuttliga við Boblunum er, at eingin teirra er sama modell. Tað eru frávik í øllum, soleiðis sum modellini hava verið tað, líka frá 1937 til 1967.
Hóast Jákup Frant einki eyga hevur á motorsúklum soleiðis, hevur hann kortini eina fulla hill av smáum motorsúkklum standandi, eins og ein rættilig súkkla við nummarplátur og øllum eisini er í kjallaranum. Hana rindar hann bæði vegskatt og trygging fyri, greiðir hann frá.
Men bilarnir eru ikki tryggjaðir, sigur hann. Hann sigur, at tað tykist eitt sindur tungt at fáa nakran at tryggja eitt slíkt savn, tí ringt er at staðfesta nágreiniliga, hvat virðið er á øllum hesum bilunum.
Eitt er tó, sum manglar, og tað eru lastbilarnir. Tað eru nevniliga eingi lastbilmodell at síggja í hesum stóra savninum. Men Jákup Frants Larsen væntar, at tey kanka fara at koma einaferð so við og við.