Bárður Johannesen úr Kyndli gjørdi í Kringvarpinum í gjárkvøldið greitt, at hann ikki var nøgdur við dómaraavrikið. – Neistin hevði uppiborið sigurin, og vit taptu ikki orsakað av dómarunum. Men [...] døming, men tað var kortini ikki munurin í dag, staðfesti Bárður Johannesen í Kringvarpinum. Bárður Johannesen stóð fyri tveimum av málunum hjá Kyndli í gjár. uni
ur í Barentshavi. Tað er heldur tvørtur ímóti. Tað er forvitnislga úrslitið í eini vísindaligari kanning, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur staðið fyri. Pál Weihe, granskari sigur, at í 2004 [...] til at kanna fimm trolaramanningar, sum fóru í Barentshavið beint eftir ársskiftið. Endamálið var at finna út av, um hesir tveir, tríggjar mánaðirnir uppi í myrkrinum við vanligum trolaraarbeiði elvdi til [...] arbeiðsuppgávur og regluligur kostur, gera sítt til at fyribyrgja strongd, sigur Pál Weihe. Hann sigur, at í hesum tíðum, har nógvur áhugi er altjóða fyri orsøkum til strongd, serliga hjá teimum við náttararbeiði
at vit leygarkvøldið sóu eitt føroyskt landslið, sum fyri fyrstu ferð í eini tvey ár ikki var heilt uppi at ringja í verjupartinum. Í so máta var úrslitið betur enn avrikið. Men skal hugsingur vera um at [...] Súni Olsen, tá hesir royndu seg sum millumstøð í kontrafasuni, og so var tann vandin av hjá heimaliðnum. Tí gjørdist trýstið á føroysku verjuni alt størri. Í stressaðum støðum vórðu avtalur fleiri ferðir [...] tá hann skuldi stúta frísparksinnlegg móti málinum, men í aðrar mátar stóð Eysturríki á øllum. Spælið var ikki serliga hugflogsríkt, tá teir í besta bretska 4-4-2 stíli spældu breitt og innfyri til risastóru
hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í eitt ár. ? 2 mánaðar uppsagnarfreist, tá ið viðkomandi hevur verið mynstraður samanhangandi í sama reiðarí í tvey ár. Í §2, stk. 10 stendur: »við samanhangandi [...] reiðaríið. 1 Í §5, Stk. 1, blivu 3 mánaðir broyttir til 2,5 mánaðir. Í §5, stk. 3 blivu 4 mánaðir broyttir til 3,5 mánaðir. Teksturin er tí nú: Tá skipari/stýrimaður hevur verið mynstraður við skipi í minst 2 [...] heimferð. Stk. 2. Skipari/stýrimaður skal tó halda fram í starvinum í upp til ein mánað, um tað verður mett, at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at kosta munandi minni ella
veljarakanning Tingmannatalið er óbroytt, og í so máta stendur Tjóðveldisflokkurin í stað sambært kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Men við eini framgongd á 4,1 prosentstig er Tjóðveldisflokkurin [...] okkara viðkomandi. - Í kanningunum, sum hava verið, hava vit havt støðugt góð úrslit, og tað er sjálvandi nakað, sum eg fegnist um. - Serstakliga eri eg fegin um gongdina, tá havt verður í huga, at fleiri [...] sum verður spáddur nógv tí størstu framgondina. Ótryggleikin kostar vanliga Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, er sjálvandi væl nøgdur um úrslitið, men hann leggur tó samstundis dent á, at talan “bara”
hon legði ikki í Jesus longur, orðini slysaðu, tarin daldaði og var undan eitt andarhald, hon vildi kenna hann uppi í sær, kyldin vaks, húskallakristni, kona tín ein hora, hann inn í hana, brádliga var [...] samstundis málið í bókini stívt og tungt - næstan konstruerað. Mann kann altíð kalla eina kúgv fyri ein hest, men tað er ópraktiskt! Høvundurin er vulgerur og bondskur í sínum orðalagi, í støðum yvir í tað sarkastiska [...] gera vart við seg, hann umber stingirnar, býr í húsinum upp í millum, hugsar við iskran, við myrkum hevnd-skilsbrýggi, til illa útkomu, slotar, luftin byrgist í tarminum, hugmóð, feigd og fákunna, hvin av
samband millum høvd og gøgn. Høvdið var í Fámjin; kroppurin sprellaði í Havn í herviligum fepurherindum. Fleiri ganga í hesum døgum yvir at kontaktini, ivast í, hvørt aktiv deyðshjálp man vera vegurin [...] (friður veri við henni) er nú fallin í óvit. Men nú hevur hon longu gingið í ørviti eina tíð, stakkalin. Hon samtykti veruleikafjarar fíggjarkarmar og bygnaðarbroytingar í fjør uttan at fremja teir. Hon hevur [...] boringini, men ongantíð bæði í senn. Í herindum mølmar hon um kommunubygnað, tilfeingisgjøld og almannasparingar, men er síðani ímóti. Enn hevur hon puls, men veiggj er onki í henni. Tí nú er, so segði hann
svimjingina í Føroyum. Í februar 1968 svam Bjarni Bjarnastein sama teinin í froskmannabúna. Síðan hava mong roynt hendan og aðrar teinar kring um Føroyar. Táið olympisku leikirnir byrjaðu aftur í Athen í 1896 [...] farnar fram í kommunalinum, eisini eftir at Nes Sóknar kommuna gekk sundur pr. 1 apríl í 1967. Samanleggingarnar fyrst í hesari øldini høvdu við sær, at vit nú húsast í triðju størstu kommunu í landinum, [...] Gøtu út á Glyvrar einaferð í sekstiárunum stóð illa til við svimjing um hesar leiðir. Minnist meg rætt dugdi ongin at halda sær uppi í tí flokkinum sum eg endaði í. Onkur løta í fjøruni niðanfyri skúlan
so hugaligt við vátakava uppi í haganum, men so høvdu vit fundir við hann, og vóru samdir um í Landsstýrinum at mæla til at byggja eitt hús. So varð tosað um fígging. Húsið í Íslandi er bygt fyri 99% av [...] fór hann avstað aftur við. Vann frama Í januar 1976 var norðurlendskur ráðharrafundur í Kungälv í Svøríki. Har møttu so Demmus Hentze og eg sum tann føroyski parturin í ráðharraráðnum. Niels Matthiasen var [...] sigur, at umstøðurnar í Norðurlandahúsinum kollveltu møguleikarnar hjá øllum mentunarlívi í Føroyum, og at vit als ikki hava mist okkum burtur í øllum hesum, sum onkur vildi vera við í fyrstuni. Tvørturímóti
sangskrivari í bólkinum. Við árunum gjørdist tónleikurin hjá Diatribes meira melidiøsur. Seinni hevur Jens spælt droymandi popprokk í Deja Vu og skitnan garagurokk í Happy? Nú spælir Jens í rokkrappbólkinum [...] síðan hann og hinir í Diatribes buldraðu og brakaðu út í summarnáttina á ólavsøkukonsertini í 1996. Poppur og málmur Jens er í stuttum ein sera fjøllbroyttur gittarleikari. Tað er tí áhugavert at vita, hvønn [...] kinum MC-Hár og í kontribólkinum The Reverends. Jens fer á pallin við síðstnevnda bólki í Føroya Húsinum í Keypmannahavn nú leygarkvøldið, har hann fer at spæla til føstulávintsdans, nógv er broytt síðan