Tað elvir ikki til strongd at verða føroyskur trolaramaður í Barentshavi. Tað er heldur tvørtur ímóti. Tað er forvitnislga úrslitið í eini vísindaligari kanning, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur staðið fyri.
Pál Weihe, granskari sigur, at í 2004 tóu tey stig til at kanna fimm trolaramanningar, sum fóru í Barentshavið beint eftir ársskiftið. Endamálið var at finna út av, um hesir tveir, tríggjar mánaðirnir uppi í myrkrinum við vanligum trolaraarbeiði elvdi til strongd, ella ikki.
Kanningin varð gjørd soleiðis, at land og spýtt frá monnunum, varð kannað, áðrenn teir fóru til skips og harafturat varð tað kannað tríggjar ferðir á sjálvum túrinum umframt at tað so endaliga varð kannað beint eftir at teir vóru komnir heim aftur. Trolaramenninir svaraðu teir spurnabløðum, umframt at blóðtrýstið varð kannað.
Pál Weihe sigur, at niðurstøðan er óvæntað, tí kanningin vísir, at trolararamenninir vórðu ikki strongdir á túrinum. Tað var heldur hinvegin, tí strongdarhormonið minkaði, sum túrurin leið, men so vaks tað aftur, tá teir komu heim.
Pál Weihe heldur, at áhugaverd spurningur er, hví tað er so, tí vanliga verður sagt, at skiftiholdsarbeiði og náttararbeiði elva til strongd. Men tað kann vera, at føstu vaktirnar umborð, kendar arbeiðsuppgávur og regluligur kostur, gera sítt til at fyribyrgja strongd, sigur Pál Weihe.
Hann sigur, at í hesum tíðum, har nógvur áhugi er altjóða fyri orsøkum til strongd, serliga hjá teimum við náttararbeiði, eru hesi úrslit áhugaverd, og kunnu møguliga verða grundarlag undir framhaldandi gransking.