Bárður Johannesen úr Kyndli gjørdi í Kringvarpinum í gjárkvøldið greitt, at hann ikki var nøgdur við dómaraavrikið.
– Neistin hevði uppiborið sigurin, og vit taptu ikki orsakað av dómarunum. Men tað er ikki til at skilja, at annar av dómarunum letur seg so lætt ávirka. Tað var einvegis døming, men tað var kortini ikki munurin í dag, staðfesti Bárður Johannesen í Kringvarpinum.
Bárður Johannesen stóð fyri tveimum av málunum hjá Kyndli í gjár.
uni










