Úr ruskmálmi til bluegrass

Fimm tær bestu - Jens Virgar Jakobsen

Jens Virgar Jakobsen hevur grund í rusk-, deyðs og tungmálminum, men í dag er hann mest virkin í rokki og kontri. Vit hava saman við Jens grava í hansara fløgusavni og fingið hann at velja fimm tær bestu fløgurnar.

Jens Virgar Jakobsen hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðan fyrru helvt av 90árunum. Jens hevur spælt gittar í bólkum so ymiskum sum Diatribes, Happy?, Deja Vu, MC-Hár og The Reverends.
 
Buldraði og brakaði
Grundin varð løgd í ruskmálminum hjá Diatribes. Umframt at spæla gittar Jens var ein virkin sangskrivari í bólkinum.  Við árunum gjørdist tónleikurin hjá Diatribes meira melidiøsur. Seinni hevur Jens spælt droymandi popprokk í Deja Vu og skitnan garagurokk í Happy? Nú spælir Jens í rokkrappbólkinum MC-Hár og í kontribólkinum The Reverends. Jens fer á pallin við síðstnevnda bólki í Føroya Húsinum í Keypmannahavn nú leygarkvøldið, har hann fer at spæla til føstulávintsdans, nógv er broytt síðan hann og hinir í Diatribes buldraðu og brakaðu út í summarnáttina á ólavsøkukonsertini í 1996.
 
Poppur og málmur
Jens er í stuttum ein sera fjøllbroyttur gittarleikari. Tað er tí áhugavert at vita, hvønn tónleik Jens lurtar eftir heima í stereoanlegginum.
Fløgusavnið fevnir breitt, her er poppur, kontri, bluegrass, rokkur og málmur av alskyns slag. Savnið avspeglar ikki einans fjøllbroytni hjá Jens, men eisini at hann livir saman við eini kvinnu.
 
Trupul uppgáva
Jens heldur uppgávuna at velja fimm tær bestu fløgurnar vera sera trupla. Hann leggur dent á, at tær fimm fløgurnar, ið hann velur her nokk heldur er fimm av teimum bestu enn júst fimm tær bestu. Nøkur av nøvnunum, ið vóru uppi og vendu áðrenn avgerðin fall um fimm tær bestu vóru Faith No More, Alice In Chains, Carcass, At The Gates, Filter, Metallica og Johnny Cash.
 
Kent  Du och Jag Döden
(BMG Publishing)
Daman hjá mær keypti hesa fløguna hjá Kent. Men hóast eg ikki sjálvur havi valt hana í handlinum, so er hon komin á mín lista. Tað er fyrst og fremst tí, at har eru øgiliga góð løg á henni. Bólkurin er rokkaktigur og við stórum synth ljóðum, sum teir duga at fáa at ganga upp í eina hægri eind. Konseptið er øgiliga gjøgnumført, gjøgnumført myrkt. Stemningurin er øgiliga myrkur næstan allan vegin í gjøgnum, tað fløguhúsin eisini, sjálvt fløgan er svørt á báðum síðum.
 
Chris Cornell  Euphoria Morning
(A&M Records Inc.)
Ein tann besta fløgan nakrantíð í verðini, nakrir sjálvsama vælskrivaðir sangir. Onkir av sangunum hava eitt øgiliga gammeldags ljóð, gittararnir eru skitnir og diskantuttir, sum teir vóru í teimum góðu gomlu døgunum. Fløgan verður  í ógviliga stóran mun borin av fantastisku røddini hjá gamla Soundgarden sangaranum Chris Cornell.
 
Led Zeppelin  Remasters
(Atlantic Recording Corporation)
Led Zeppelin er old school rocknroll. Hatta eru jú men, sum vóru við til at uppfinna sex, drugs and rocknroll - teir eru verulig rokkikonir, tað eru fleiri aðrir stórir rokkbólkar frá hasi tíðini, men eg haldi at Led Zeppelin rakar meg eitt sindur beinari enn hinar fornleivdirnar. Hendan fløgan Remasters er eitt savn av 26 øgiliga góðum sangum frá tí tíðini, bólkurin var til.
 
 
Tool  Lateralus
(Zomba Recording Corporation)
Eg havi lurtað eftir Tool síðan fyrst í 90unum. Tað, sum mær dámar við Tool, er, at bólkurin als ikki er mainstream, men fer altíð sín egna veg. Tónleikararnir brúka ofta nógva tíð til at byggja upp til klimaksir. Allir tónleikararnir fáa eisini rættiliga gott pláss til at hugna sær. Teir duga væl, at halda fokus á tónleikinum, ístaðin fyri tónleikarunum. Mær dámar hesa fløguna eitt sindur betur enn hinar hjá bólkinum, kanska er tað tí, at eg var á konsert við teimum á Roskilde, tá fløgan kom út  Tað er ein tann besta konsertin, ið eg havi verið á.
 
Jerry Garcia Acoustic Band  Almost Acoustic
(Grateful Dead Records)
Hetta er gamli frontmaðurin úr Gratefull Dead, Jerry Garcia, sum spælir Bluegrass live. Fløgan er tikin upp í 1987. Hann spælir nakrar gamlar klassikarar og nøkur egin løg, uppá tann góða bluegrass mátan. Har er kassagittar, mandolin, violin, dobro, bassur og rødd fyri rest. Hann syngur ikki heilt reint alla tíðina, men tað gevur tí bara meira karakter og ger tað hugnaligari.