Úrslit av góðum andstøðupolitikki

Stóri vinnarin sambært veljarakanningini er Tjóðveldisflokkurin. Eitt úrslit, sum sambært formanninum kemst av góðum andstøðuarbeiði, har flokkurin hevur markerað seg konstruktivt

veljarakanning

Tingmannatalið er óbroytt, og í so máta stendur Tjóðveldisflokkurin í stað sambært kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Men við eini framgongd á 4,1 prosentstig er Tjóðveldisflokkurin tann flokkurin av øllum, sum verður spáddur nógv tí størstu framgondina.

Ótryggleikin kostar vanliga
Høgni Hoydal, formaður í flokkinum, er sjálvandi væl nøgdur um úrslitið, men hann leggur tó samstundis dent á, at talan “bara” er um eina kanning.
- Hesar hava jú altíð ein innbygdan ótryggleika, og tí er hendan ikki ein staðfesting av politisku støðuni. Men hon tykist lýsa eitt positivt rák fyri okkara viðkomandi.
- Í kanningunum, sum hava verið, hava vit havt støðugt góð úrslit, og tað er sjálvandi nakað, sum eg fegnist um.
- Serstakliga eri eg fegin um gongdina, tá havt verður í huga, at fleiri kontroversiell mál hava verið uppi, sum kunnu elva til ótryggleika. Sambandsflokkarnar – og nú skíri ella allar undir einum – hava jú tann fyrimun, at teir at kalla kunnu skapa sína egnu framgongd, um búskaparliga støðan er ótrygg. Tá vilja fólk ofta halda seg til tað verandi, og tað talar so ikki til okkara fyrimun.

Gevur íblástur
Spurdur, hvat flokkurin kann nýta eina slíka kanning til, og hvørjar orsøkirnar til vøkru tølini eru, sigur Høgni Hoydal, at hetta fyrst og fremst er tekin um, at leisturin hjá flokkinum er greiður.
- Fyrst og fremst, so gevur hetta okkum íblástur at arbeiða víðari. Vit hava onkursvegna kent tað, sum er tíðin í dag merkt av politiskum dølskni, sum ikki plagar at koma okkum tilgóðar, og tí er úrslitið eitt stórt herðaklapp.
- Ikki minst haldi eg, at hetta eisini sýnir, at veljarin gevur okkum álitisváttan fyri gott andstøðuarbeiði. Vit hava alla tíðina roynt at arbeitt seriøst, og tingfólk okkara hava gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði innan at kalla øll málsøki. Bæði til fíggjarlóg, fiskidagabanka og fleiri onnur stórmál. Og hesum vilja vit halda fram við, sigur Høgni Hoydal.