gamal fór hann út í heimin at sigla við skipum hjá reiðarínum ØK. Vestmenningar og onnur í Føroyum kenna hann sum Verner á Rógvi Hansen, men hann skifti navn til Erik, tá hann í mei mánaði í 1970 gjørdi av [...] vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist fyri. - Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini altíð dámt væl í Føroyum. Men tá eg flutti [...] flyta til USA. - Eg hevði verið í USA fleiri ferðir við skipi, og mær dámdi væl. Serliga væl dámdi mær San Francisco og økið harum, og tað var har eg búi tey fyrstu 17 árini. Í San Francisco lærdi Erik seg
mió kr í lands- og kommunuskatti hvørt ár, sum verður til 100-tals mió kr yvir eitt stutt áramál. Kanska ljóðar tað ikki so nógv í oyrunum á teimum alment tryggjaðu uppi á landi, sum fáa skatt í løn. Men [...] Tann føroyska kvotan í norskum og russiskum sjógvi hevur hesi skjótt 40 árini umboðað 5 – 10% av samlaða útflutningsvirði Føroya, sum í dagsprísum svarar til 200 - 400 mió kr í útflutningsvirði. Vit 150 [...] ffekt. Í tí liggur øll tann peningaumferðin, sum skapar peningsvirði, umsetning, handil og eftirspurning til ótald arbeiðspláss, sum okkara flakatrolarar gera og kasta av sær út í hvønn krók í landinum
tað, sum tey hava avrikið í løgtinginum. Tað virkar púra hen í tað bláa í mínari verð. Eg haldi, at í fleiri førum kemur Facebook fram um orðaskiftið í løgtinginum. Og fólk hungra eftir at gera vart við [...] sum situr í tinginum nú, samanborið við tá eg kom fyrstu ferð í løgtingið í 1984, sigur Henrik Old. - Stór útskifting hevur verið hesi árini, og av øllum teimum tingfólkunum, sum vórðu vald í 1990, eri [...] ger, at tað er alt ov lítil luttøka í orðaskiftinum í tingsalinum. Gransking út í rúmdina Nú um dagarnar samtykti løgtingið, at fæið frá sjúkrakassunum skuldi koyrast í ein granskingargrunn – umleið 30 milliónir
næstu ferð, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Gjørdist heitur um skallan Fyrstu ferð Petur Olivar í Hoyvík skipaði Ormin Langa á ólavsøku var í 1992. Eingin dansur var í 2020 og í 2021 vegna koronufarsóttina, [...] Olivar í Hoyvík er maðurin, ið mong siga frá uttan at hava sæð hann, tí so stór er mannamúgvan, ið trínur dansin so listiliga eftir midnáttarsangin á ólavsøku. Hann hevur fingið føroyska dansin í vøggugávu [...] virðing og viðurkenning í almenna rúminum og hann átti at fingið, tó at undirtøkan á á Vaglinum á ólavsøku altíð er góð. Sjálvur tekur hann tað sum ein heiður at hava fingið litið upp í hendur at skipa dansin
Tað kendist eitt sindur undarligt& Dagarnir í Lerwick gingu í fyrsta lagi við "heimligum" hugna í bátunum, práti uppi á bryggjuni og við óteljandi túrum niðan í trongu og hugnaligu gongugøtuna við teimum [...] fleiri í tali, lógu yvir av okkum. Tikin av skipi& Meðan vit vóru í Hetlandi, frættu vit eisini um royndina hjá teimum fýra monnunum at rógva um hav við gamla kappróðrarbátinum, Nevinum Reyða. Uppi í gongugøtuni [...] ferðin í løtum minna um grindarakstur. Stundum hálaði onkur í speedaran og slakkaði síðan av aftur fyri ikki at enda ov frammarliga. Tað var jú einki forgjørt í at vísa, hvussu skjótt báturin í veruleikanum
ein hugnaligur maður, sum skapti fløva í grannalagnum. Jóhan Marius liggur grivin í kirkjugarðinum í Fuglafirði og nú nýggjársaftan er ætlanin at leggja Salla í kirkjugarðin á Hellunum uttanfyri Blotan [...] hvussu mínir synir og dreingirnir í bygdini hugnaðu sær við kortspæli í køkinum hjá honum. Og var køkurin fullur av ungdómi, kendi hann seg aftur í galluni umborð á skipi, og tá kundi hann taka pannuna fram [...] ov nógv í hesum lívinum. Dagur mín endar altíð við bøn. Eg veit ikki altíð, um bønin er eitt tilvitað ynski um at koma í samband við Gud, heldur enn skrekkurin fyri, hvat hendir um eg ikki komi í samband
Tvøroyri. Illveðrið í 1935 hjá "Blithesome" Men í 1934-35 var eg við "Sigurfarinum" hjá Seglhúsinum í Klaksvík. Heimtúrurin í 1935 gjørdist minniligur. Vit vóru fleiri skip, sum fóru inn í Føroyingahavnini [...] nógvur fiskur í lastini, men nógv salt var eftir, og var tað farið í annað borðið. Vit fóru so nakrir aftur í lastina at lempa. Tá vit komu framaftur í lugarið, lógu fleiri mans á knæ í bøn til Gud. So [...] eisini og varð jarðað í Fuglafirði. Eg havi tískil nógva ætt í Íslandi. Tá pápi legðist uppi, máttu vit børnini sjálvi syrgja fyri húsinum, so tað bleiv ikki tann stóra inntøkan tá í tíðini. Til skips 15
Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um nøkur skip, sum høvdu heimstað í Eysturoy. Síðan fóru teir hvør til sítt ? og endaðu við tveimum skipum í part. Soleiðis hevur Bjarni átt Safir og [...] eitt annað felag, sum eigur í teimum. Bjarni Kass sigur, at allir 18 menninir, sum hava verið knýttir at Safir og Smaragd, hava fingið í boði at sigla við skipunum, nú tey enda í Klaksvík. Tríggjar manningar [...] Skipasøla Tað henda stórar broytingar í fiskivinnuni í hesum døgum, bæði á sjógvi og landi. Skip verða seld, onnur verða løgd. Fiskimenn verða sagdir úr starvi ? og aðrir sleppa at halda fram undir nýggjum
midnáttina hóskvøldið fráboðan um, at Klevstrand var farin á land. Brimil fór í Vestmannasund og var hjá skipinum, meðan tað stóð uppi í fjøruni. Tá fullfløtt var aftur um hálvgum níggju tíðina fríggjamorgunin [...] Sosialin, at ein riva er komin í ein barlasttanga frammi á skipinum, og ivaleyst verður kravt, at skaðin verður umvældur, áðrenn skipið fer aftur í millumlandasigling. Veðrið var gott í Vestmannasundi, meðan skipið [...] skipið stóð á landi, og eingin vandi var nakrantíð fyri skipi ella manning.
londini eru farin í holt við tað og í Noregi er hetta eisini byrjað. ? Og skip, sum fiska í altjóða sjógvi, og sum avreiða í Suðurafrika, og londunum har um vegir, sleppa ikki aftur í havn, um tey ikki [...] heldur um ætlanina. Hans Andreas Joensen sigur, at hann fer ikki at leggja seg út í, antin skipið verður bygt í Noregi ella í Føroyum, ella onkra heilt aðrastaðni. Tí hann heldur nevniliga slett ikki, at tað [...] fórust, hóast teir vóru í yvirlivilsisdrakt. Hann vísir eisini á, at í Føroyum er so nógv bjarging undir tætt undir landi, so tað er ógvuliga trupult at manøvrera við einum so stórum skipi, sum ætlanin er at