Hann er tann royndi fiskimaðurin. Tann bersøgni skiparin av bygd, sum sigur sína hjartans meining. Hart. So at øll hoyra – og summi mugu halda fyri oyruni. Hann er tann av verandi tingmaning, sum hevur sitið longst í løgtinginum. Fyrstu ferð valdur í 1984, burtur eitt skifti fyri nøkrum árum síðani, men gjørdi comeback á seinasta løgtingsvali.
Nú er Henrik Old ein útdoyggjandi rasa í løgtinginum. Tann seinasti fiskimaðurin, sum er eftir í landsins parlamenti. Tá ið hann setti seg í stólin í løgtinginum fyrstu ferð, hevði hann siglandi menn undir liðini á sær, og stundum vóru 12 ella 13 menn, sum høvdu siglt, partur av tingmanningini. Nú skal hann fóta sær millum akademikarar, lærarar og onnur bókliga útbúgvin fólk við fáum politiskum royndum.
- Eg havi ilt við at blíva samdur við nógv av teimum nýggju fólkunum. Eg havi eina aðra meining enn nógv av teimum, og hóast fólk lurta, so er tað ikki altíð, at tað ber til at fáa alt ígjøgnum, tí tað er eitt heilt annað fólkslag, sum situr í tinginum nú, samanborið við tá eg kom fyrstu ferð í løgtingið í 1984, sigur Henrik Old.
- Stór útskifting hevur verið hesi árini, og av øllum teimum tingfólkunum, sum vórðu vald í 1990, eri bert eg eftir. Poul Michelsen var eisini valdur í 1984, men hann var nógv ár burtur frá løgtinginum. Tað er eingin eftir av vanligum menniskjum í løgtinginum, um eg kann siga so. Tá ið eg kom í løgtingið, vóru vit eini 13-14 menn, sum høvdu havt við fiskivinnu at gera. Í dag eri bert eg eftir av fiskimonnunum, og við hvørt kenni eg meg eitt sindur fremmandan í tinginum. Og tað kann stundum eisini verða trupult at fylgja við í orðaskiftinum, tí tað er so høgtflúgvandi, at eg má klípa meg í læri fyri at vita, um eg eri í Føroyum.
Facebook órógvar
Henrik Old sigur uppliva eina tingmanning, sum hugsar meira um at sleppa á Facebook ella í fjølmiðlarnar at markera seg, enn um at luttaka í orðaskiftinum í løgtinginum.
- Alt tað yngra fólkið situr í løgtinginum við eini teldu framman fyri sær. Summi eru á Facebook, og summi senda tíðindaskriv út við pástandum um tað, sum tey hava avrikið í løgtinginum. Tað virkar púra hen í tað bláa í mínari verð. Eg haldi, at í fleiri førum kemur Facebook fram um orðaskiftið í løgtinginum. Og fólk hungra eftir at gera vart við, at tey hava verið við í onkrari atkvøðugreiðslu í tinginum, men tað er jú arbeiðið hjá teimum at atkvøða, sigur Henrik Old.
- Alt hetta ger, at orðaskiftið í løgtinginum verður forkvaklað, og tú sært, at summi fólk eru ikki við, hóast tey eru til staðar. Serliga samgongufólk tykjast úrkoblað, og eg sakni, at tey fara upp á røðarapallin at siga sína meining. Tað ringasta av øllum er, at tingfólk ikki siga sína hugsan um tey ymsu málini. Tað er bedrøviligt fyri eitt demokratiskt land, at fólk ikki vilja ella tora ella ikki kenna seg í standi til at siga sína meining í tinginum.
- Nú eri eg ikki á Facebook, og eg eri kanska eitt sindur afturhaldandi í so máta. Mær dámar betur at tosa við fólk, og tað geri eg nógv av. Men eg haldi, at Facebook hevur eina keðiliga ávirkan á kjakið í løgtinginum, tí fólk halda tað verða vigtigari, at tey fáa sagt úteftir, hvat tey hava atkvøtt fyri ella ímóti, heldur enn at taka lut í orðaskiftinum. Hyggur tú út yvir salin, so sært tú, at nógv fólk sita við telduna, tykjast fráverandi, og fylgja ikki við í tí, sum fer fram í tinginum. Tað kann verða, at tey gera tað alíkavæl, men sita tey við proppum í oyrunum, er tað avmarkað, hvussu nógv tey kunnu hoyra av orðaskiftinum. Eg haldi, at Facebook ger, at tað er alt ov lítil luttøka í orðaskiftinum í tingsalinum.
Gransking út í rúmdina
Nú um dagarnar samtykti løgtingið, at fæið frá sjúkrakassunum skuldi koyrast í ein granskingargrunn – umleið 30 milliónir krónur. Hetta upplivdi Henrik Old sum eitt margháttligt mál.
- Alt skal granskast, og tað er líkamikið, hvat orðskiftið er um, so verður tú bombaður í høvdið við, at ein gransking vísti tað og tað, og so skalt tú tiga. Nú hava vit fingið ein granskingargrunn við 30 milliónum krónum frá sjúkrakassunum. Uppskotið var ikki meira enn samtykt, so vóru fýra fólk út og boðaðu frá, at júst tey høvdu avgerandi atkvøðuna í málinum og høvdu yvirtalað øll hini til at samtykkja uppskotið.
- Og nú fáa tey so loyvi at granska við pengunum úr granskingargrunninum, men 90 prosent hoyrir tú ongantíð nakað til aftur. Tað hvørvur út í rúmdina, og pengarnir fara sama veg. Tey, sum duga best at skriva eina umsókn, fáa pengarnar, men úrslitið kunnu vit altíð diskutera, tí tað kemur lítið og einki burtur úr hesi øgiligu granskingina, sum einaferð skuldi verða loysnin upp á allar trupulleikar í Føroyum, heldur Henrik Old.
- Tað er ein elita, sum møtist í Norðurlandahúsinum nakrar ferðir um árið at tosa um granskingarúrslit, men onnur fólk í Føroyum hava ikki pejling av, hvat gongur fyri seg. Eg haldi, at tað fer eitt sindur ov langt við hesum akademiska granskingarumhvørvinum. Tey tosa bara um at bomba milliónir í, men hvat kemur útaftur tað má tíðin vísa, og tað kemur forskrekkiliga lítið burtur úr til frama fyri føroyingar. Men vónandi kann granskingin við pengunum frá sjúkrakassunum verða við til at gera okkum frískari og sunnari, men eg haldi, at vit skulu konsentrera okkum um nøkur fá øki, sum vit hava ein kjans at fáa nøkur úrslit burturúr og ikki royna at gapa um alla verðina, sigur hann.
Akademiskt orðaskifti
Tingmanningin er nógv broytt seinastu 20 árini, og við manningin er eisini orðaskift broytt.
- Orðaskiftið í løgtinginum er blivið meira akademiskt, og ein partur av fólkinum kring landið følir, at tey eru ikki á bylgjulongd við kjakið. Og tað er tí, at tingfólk royna at pakka sínar meiningar inn í innpakningspappír, so tað skal ljóða betur úteftir, heldur at siga greitt hvat tey halda, sigur Henrik Old.
- At vit fingu eitt valdømi hevur gjørt, at útjaðarin hevur trupulleikar, og tað er elitan á miðjuni, sum skal dominera, og talið á tingfólk frá útjaðaranum fer bara at lækka. Og tað er ein trupulleiki, tí í einum demokratiskum samfelag má tann politiska leiðslan verða umboðað av øllum fólkum. Ikki minst av teimum, sum tað eru flest av, teimum vanligu menniskjunum– arbeiðsfólki, fiskimonnum og tímaløntum. Men tað er mest sum eingin, sum talar teirra sak í politisku skipanini. Tað er ein greiður tendensur, at tað blívur størri og størri fjarstøða millum politikararnar og vanliga fólkið kring landið, og tað er serliga komið, eftir at Føroya blivu eitt valdømi. Tá ið eg fór fyrstu ferð í løgtingið, kom eg beinleiðis av skipi og fór á ting. Tað hevði ikki kunnað komið fyri í dag, og tí blívur manningin í løgtinginum meira og meira miðsavnað.
Seinasti fiskimaðurin
Henrik Old er í løtuni einasti – ella kanska seinasti - fiskimaðurin í løgtinginum.
- Onkuntíð tá eg siti aftast har í tingsalinum, hugsi eg, um tað mann fara at koma nakar eftir meg, sum hevur líknandi sjónarmið sum eg og hevur bakgrund sum fiskimaður. Eg eri bangin fyri, at tað fer at knípa. Og Føroyar liva víðari hóast tað, men eg haldi, at tað er spell, at tey sjónarmiðini ikki verða umboðað í løgtinginum, sigur hann.
Skiparin úr Vági sparir seg ikki í orðaskiftinum, og hann hoyrist burtur úr tingmanningini.
- Onkur sigur við meg, at eg tosi ov hart. Og eg tosi hart, serliga um eg skal tosa skjótt ella blívi ivrigur. Men kann eg ikki rýma undan mínari bakgrund á sjónum, har tað er stundum er neyðugt at geva greið boð og gera eitt brøl við hvørt. Sum ungur var eg umborð á línubáti í nøkur ár, og vit stóðu mest uppi á einum buldrandi ljósmotori og egndu, og vit hoyrdu ikki mannamál í egningaskúrinum. Skuldu eg siga nakað við síðumannin, so mátti eg rópa. Og sum skipari í sjaskveðri, má eg eisini við hvørt gera eitt róp fram á dekkið til tann, sum stendur við spælið, og ofta hava vit bara sekund at geva út av.
- Hetta hevur fylgt mær í løgtingið, og tað kann verða eitt sindur troyttandi fyri summi tingfólk, og tey mugu kanska halda fyri oyruni, men tey sum sita við telduna við oyraproppum, verða so ikki nerva av tí.
- Eg og Johan Dahl hava havt eina avtalu um, at tá eg snakki ov hart, so skal hann geva mær tekn, og tá hann snakkar ov títt, skal eg geva honum tekn, men vit blíva so ivrigir, at vit gloyma at hyggja eftir hvørjum øðrum.
Verður tú tann seinasti sjómaðurin í tinginum?
- Eg hopi tað ikki. Men eg eri bangin fyri, at eg verði tann seinasti fiskimaðurin. Kanska onkur útsiglari kann koma í løgtingið, men eg havi ikki stórar vónir um, at nakar fiskimaður kemur í tingið eftir meg.
***
Fakta
Navn: Henrik Old
Aldur: 64 ár
Bústaður: Vágur
Familja: Giftur Elsebeth, tey eiga 4 børn
Yrki: Fiskimaður síðani 1964. Skipari síðani 1977
Løgtingsmaður: 1984-2008, 2011-