?Mín inniliga áheitan á Landsstýrið er: Viðgangið, at tit hava gjørt eitt mistak og takið so ætlanina at byggja nýtt skip til vaktar-og bjargingartænastuna, aftur
Hans Andreas Joensen, reiðari er líka stuttur, sum hann er greiður, tá ið vit spyrja hann um hansara meining um ætlanina at byggja nýtt vaktarskip.
Hans Andrias Joensen er reiðari á fleiri fleiri vaktarskipum í norðsjónum.
Og nú, so nógv kjak er frammi um at byggja nýtt skip til føroysku Vaktar- og Bjargingarskipanina, hava vit spurt hann, hvat hann heldur um ætlanina.
Hans Andreas Joensen sigur, at hann fer ikki at leggja seg út í, antin skipið verður bygt í Noregi ella í Føroyum, ella onkra heilt aðrastaðni.
Tí hann heldur nevniliga slett ikki, at tað skal byggjast yvirhøvur.
? Eftir míni besti sannføring haldi eg, at tað er tann reini, blanki ørskapur at byggja eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip fyri yvir 100 milliónir, sigur hann.
Fullkomiliga óneyðugt
Hann sigur, at tíverri er tað ongantíð komið heilt greitt fram, hvør uppgávan hjá hesum nýggja skipinum skal verða.
? Tó hevur tað hevur verið eitt og annað frammi um, hvørjar uppgávur nýggja skipið skal røkja.
Men reiðarin úr Hósvík skjýtur eina torpedo ígjøgnum alt, sum er sagt um endamálið við skipinum.
?Hann vísir tó á, at skipið verður kallað vaktar- og bjargingarskip.
? So lat okkum siga, at uppgávan hjá skipinum er ?vaktarhald? og ?bjarging?.
Harumframt er tað nevnt, at tað skal verða útgjørt til at reinsa eftir oljudálking.
Tíðin rennur undan
Hans Andreas Joensen sigur, at tosa vit um vaktarhald, er tað er fullkomiliga óneyðugt at byggja nýtt skip fyri yvir 100 milliónir.
? Tíðin er farin frá vaktarhaldi við skipum, tí nú fer meiri og meiri vaktarhald fram um fylgissvein.
? Tvs, at skipini fáa eitt tól umborð, sum kostar 1.000-2.000 krónur.
?So ber til at sita á landi og fylgja við á teldu, hvar hvørt einstakt skip er.
Hann sigur, at hetta slagið av vaktarhaldi vindur meiri og meiri uppá seg.
? ES londini eru farin í holt við tað og í Noregi er hetta eisini byrjað.
? Og skip, sum fiska í altjóða sjógvi, og sum avreiða í Suðurafrika, og londunum har um vegir, sleppa ikki aftur í havn, um tey ikki fáa sær fylgissveinaeftirlit umborð.
Hans Andreas Joensen sigur, at tað er hetta slagið av vaktarhaldi, sum er framtíðin, eisini í Føroyum, antin vit vilja tað ella ikki.
? Eitt nú er tað ilt at hugsa sær, at ES skip, ikki skulu koma undir fylgissveinaeftirlit undir Føroyum, tá ið tey eru tað í egnum sjógvi.
Hann sigur tí, at er veruliga ynski hjá føroysku myndugleikum at halda vakt, skal tað gerast við fylgissveinaeftirliti, tí tað er nógv bíligast og effektivast.
? At halda vakt við skipi er avoldað nú á døgum, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at so leingi vit hava samband við Danmark, verður altíð eitt danskt herskip undir Føroyum at verja yvirvaldsrættin.
? Tí haldi eg ikki, at tað upp á nakran máta er tørvur á at byggja eitt vaktarskip fyri yvir 100 milliónir.
Hann vísir eisini á, at vit hava bara havt tað eina skipi í meiri enn fýra ár nú.
Alt ov stórt til bjarging
Reiðarin vísir somuleiðis á, at skal skipið, sum ætlanin er at byggja, brúkast til bjarging, er tað sera illa umhugsað.
? Tí tað er als ikki egnað til bjargingararbeiði, sigur hann.
? Oljufeløgini í Norðsjónum hava gjørt neyvar kanningar av hesum viðurskiftum.
?Og niðurstøðan er púra greið: Tey skipini, sum eru best egnað til bjargingar, eru skip ímillum 35-45 metrar long.
Hann sigur, at hetta kemst bæði av, at størri skip eru ov tung at manøvrera við. ? Tað er eisini mangan ov trupult hjá teimum at sleppa framat á einum vanlukkustaði.
? Tað eru tvørturímóti dømi um, at bjargingararbeiði hevur beinleiðis kostað mannalív, tí at skipini hava verið ov stór og tung at manøvrera við.
?Tað, hann sipar til, var ein vanlukka fyri kortum í Azorunum, har eitt stórt bjargingarskip skuldi bjarga tveimum monnum upp úr sjónum.
? Men skipið var so stórt og ógvusligt, at tað endaði við, at menninir komu í skrúvuvatnið og báðir fórust, hóast teir vóru í yvirlivilsisdrakt.
Hann vísir eisini á, at í Føroyum er so nógv bjarging undir tætt undir landi, so tað er ógvuliga trupult at manøvrera við einum so stórum skipi, sum ætlanin er at byggja.
Hann heldur eisini, at eitt skip, sum tað, ið ætlanin er at byggja, er alt ov stórt at sleipa við.
? Allarflestu sleipini hjá vaktarskipunum undir Føroyum eru opnir bátar, glastrevjabátar og smáir útróðrarbátar.
?Hvussu er meiningin at sleipa ein seksæring við einum so stórum skipi? spyr Hans Andreas Joensen.
Tað hevur verið nevnt, at skipið skal eisini verða útgjørt til at reinsa eftir oljudálking?
?Tað er slett ikki eitt mál, sum føroyskir myndugleikar hava nakað sum helst við at gera.
?Alla staðni, har oljufeløgini eru, hava tey sjálvi ábyrgdina av at taka upp eftir sær. Og tað ábyrgdina fara tey eisini at hava í Føroyum.
? Tað er ongin sum helst orsøk hjá okkum at brúka føroyskar skattakrónur upp á tað.
Annars er tann útgerðin ikki uppi í prísinum, og hon kostar einar 25 milliónir eyka. Somuleiðis er útgerðin dýr at halda, tí slík útgerð verður endurnýggja rættiliga ofta.
Ein øgilig feilíløga
Hans Andreas Joensen er tí sannførdur um, at tað nýggja vaktar- og bjargingarskipið, sum ætlanin er at byggja, er ein øgilig feilíløga.
? Tað er ikki bara tað, at skipið er stórt.
? Tað er eisini dýrt í rakstri.
Hann sigur nevniliga, at hann ivast í, um tað verður nóg mikið við 11 monnum umborð.
?Skipið er ógvuliga stórt og sera framkomið, og vit eru ókunnugir við nógv av úterðini.
?Tí ivist eg ikki í, at tað er ov lítið við 11 monnum umborð. Ikki minst í eini bjargingarstøðu, har tað skal ber ast skjótt at, og tað ikki eru ráð til mistøk.
Hann vísir eisini á, at nýggja vaktarskipið skal brúkast til sjómansskúlanæmingar.
? Tvs, at tað er burtur úr føroyskum sjóøki ein mánaða um árið.
? Kanska er tað burtur ein mánaða afturat um árið á sleipistøð.
? Sostatt byggja vit eitt skip fyri yvir 100 milliónir, til at halda vakt undir Føroyum í 10 mánaðir um árið og til bjargingarskip.
Bjóðið uppgávuna út
Hans Andreas Joensen sigur, at ístaðin fyri at byggja eitt so stórt skip, átti landsstýrið at kanna møguleikarnar fyri at bjóða vaktar- og bjargingartænastuna út.
? Tað er nógv fyri, at Føroya Landsstýrið, við fólkaflokkinum á odda, ikki hevur funnið út av tí, sum sjálvt sosialistiskir flokkar í øðrum londum hava funnið útav.
? Og tað er, at í londunum rundanum okkum m.a. í Noregi, er alt, sum eitur ?kystvakt? á privatum hondum. Tað eru bara tey størri herskipini, sum eru almenn, men tey røkja aðrar uppgávur, verja yvirvaldsrætt o.s.fr.
? Somuleiðis eru fiskirannsóknarskip á privatum hondum.
? Tvs, at tey privatu feløgini hava sjálvan skipsraksturin um hendi, men at teir almennu stovnarnir so hava tann serkunnleikan, sum krevst umborð á ymsum økjum.
Og Hans Andreas Joensen heldur, at tað er nógv fyri, at føroyskir myndugleikar byggja eitt skip fyri yvir 100 milliónir, uttan so mikið sum at kanna eftir, um privat feløg kundu átikið sær uppgávuna, so at vit fáa møguleika at bjóða uppá tænastuna.
? Ístaðin fyri at landsstýrið byggir skip fyri yvir 100 milliónir, áttu tey at kanna eftir, um privat feløg kundi røkt uppgávuna, bæði vaktarhald og bjarging. Hann ivast ikki í, at privat feløg kundu røkt hesa uppgávuna, bæði betri og bíligari enn talan nú verður um. Sjálvir høvdu teir uttan iva roynt at bjóða upp á arbeiðið.
? Royndirnar alla aðra staðni vísa, at tað er nógv bíligari, minst líka gott, at lata privat feløg átaka sær hesa uppgávuna. Tvs, at skattgjaldarin kemur at betala minni fyri hesa tænastuna.
Viðgangið mistakið
Hans Andreas Joensen sigur, at tí er tað hansara inniliga áheitan á landsstýrið, at tey heilt einfalt viðganga, at ætlanin at byggja eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip er eitt mistak, og at hon verður tikin aftur.
? Síðani eigur Landsstýrið at útgreina tørvin á einum nýggjum skipi og, hvørjar treytir tað skal lúka. Og so skal tænastan bjóðast út til privat feløg, sigur reiðarin úr Hósvík.
? Hetta, sum ætlanin nú er at byggja, líkist mest einum kongaskipi. Men eg haldi, at vit skulu fáa kong, áðrenn vit fáa eitt kongaskip, sigur Hans Andreas Joensen.