Hetlandsferð (3)
Í seinasta blaði hoyrdu vit um, at siglararnir høvdu tveir góðar dagar á hetlendsku oynni, Whalsay. Eftir at hava siglt í einar 29 tímar, løgdu vit til bryggju í Symbister stutt fyri midnátt mikukvøldið, 6. juli.
Nakrir av bátunum, sum komu til Hetlands seinni enn vit, løgdu ikki inn á Whalsay, men sigldu framvið oynni og hildu leiðina fram beinleiðis til Lerwick.
Á middegi annan dagin eftir, at vit vóru komin til Whalsay, loystu vit aftur, og nú lá tann stóra løtan fyri framman, har bátarnir skuldu fylgjast til Lerwick og saman stevna inn í havnina.
Hugtakandi var at síggja allar bátarnar sigla suðureftir framvið hetlendsku meginoynni. Miðalferðin var ikki størri enn, at allir kundu fylgjast, men tá ið onkur bátur gongur 7 míl og onkur annar 40, kundi henda ferðin í løtum minna um grindarakstur. Stundum hálaði onkur í speedaran og slakkaði síðan av aftur fyri ikki at enda ov frammarliga. Tað var jú einki forgjørt í at vísa, hvussu skjótt báturin í veruleikanum gongur!
Meðan vit sigldu suðureftir, ynskti bátafylgið um WHFin, at stavnamaðurin á ferðini, Anfinn Norðfoss í bátinum, Gerd, skuldi sigla á odda inn í havnina í Lerwick.
Føroysk "innrás"
Tey, sum stóðu á bryggjuni og uppi á landi annars og eygleiddu føroysku bátarnar skrýddar við føroyskum og hetlendskum fløggum vóru hugtikin av stóra bátafylginum. Tað vóru eisini mong, sum hesar dagarnar, bátarnir lógu í Lerwick, spákaðu sær ein túr oman á bryggjuna at fregnast og forvitnast.
Dirvi og áræði var felagsnevnarin fyri teir menn, kvinnur og børn, sum høvdu siglt longu leiðina um hav.
Eftir sjálva "innrásina" í Lerwick, hósdagin 7. juli, komu nakrir føroyskir bátar aftrat, og hæddarpunktið mundi vera, tá ið sluppin, Jóhanna, legði til bryggju við stórari manning. Snotuliga farið, Dragin, setti eisini sín dám á føroysku vitjanina.
Umframt teir menn, kvinnur og børn, sum vóru við í ferðini um hav, komu fólk eisini niður við Norrønu og búðu umborð á bátunum í nakrar dagar.
Samlaða talið av føroyskum bátum og skipum var omanfyri 45. Saman við teimum, sum komu niður við Norrønu og búðu umborð á bátunum, vóru helst eini 250-300 fólk knýtt at hesum bátum og skipum, tá ið talið var størst.
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, helt fyri ein dagin, vit møttu honum og konuni, Hjørdis uppi í hugnaligu gongugøtuni í Lerwick, at siglararnir høvdu sett sín serstaka dám á fleiri av kappingunum, nú oyggjaleikir vóru í Hetlandi.
Hann vísti á, at ógvuliga fá ferðafólk høvdu havt høvi at síggja leikirnar í Hetlandi, tí øll hotellir og gistingarhús vóru fult upptikin hesar dagar, leikirnir vóru.
Fleiri av hesum fólkum hava víst seg sum góðir stuðlar undir leikunum, segði ÍSF-forsetin.
Prát og hugni
Veðrið í Hetlandi var skiftandi, meðan føroysku bátarnir vitjaðu og oyggjaleikirnir vórðu hildnir. Onkran dagin var luftin slavin, og tað regnaði, og onkran dagin skein sólin. Aðrar dagar upplivdu vit bæði. Í stuttum kunnu vit siga, at vit høvdu "føroyskt" veðurlag í Hetlandi, meðan oyggjaleikir vóru.
Í bátunum hugnaðu fólk sær, og framvið lutfalsliga langa bryggjukantinum, har bátafylgið lá, varð nógv prátað. Umframt at bátsfólkið hevði nógv at práta um sínámillum, hittu vit javnan hetlendingar og bretar annars, sum spákaðu framvið.
Soleiðis hitti eg eini tilkomin hjún úr York, sum høvdu ferðast í Hetlandi gjøgnum mong ár. Tey vóru rættiliga hugtikin av føroyska kvinnulandsliðnum, og tá ið vit høvdu prátað eina løtu, vísti tað seg, at tey bæði kendu føroysku leikararnar nógv betur enn vit!
Tað kendist eitt sindur undarligt&
Dagarnir í Lerwick gingu í fyrsta lagi við "heimligum" hugna í bátunum, práti uppi á bryggjuni og við óteljandi túrum niðan í trongu og hugnaligu gongugøtuna við teimum smáu og forvitnisligu handlunum.
Fyri at stytta um dagin og fyri at stuðla føroysku ítróttarfólkunum, fóru fólk busstúrar til ymisku kappingarnar.
Um kvøldið vitjaðu mong í húsinum hjá bátafelagnum í Lerwick, har føroyskur sangur rungaði og tað hendi eisini at farið varð upp á gólv!
Brøðurnir, Tróndur og Brandur Enni, vóru eisini við í ferðini, og guitarin, teir høvdu við sær, setti sín serstaka dám á kvøldini, bæði í bátafelagnum, uppi á bryggjuni og í bátunum, har fólk sótu og sungu til langt út á næturnar.
Soleiðis sovnaði tú viðhvørt í koyggjuni við góðum sangi, sum ljómaði, haðani suðuroyarbátarnir, sum vóru fleiri í tali, lógu yvir av okkum.
Tikin av skipi&
Meðan vit vóru í Hetlandi, frættu vit eisini um royndina hjá teimum fýra monnunum at rógva um hav við gamla kappróðrarbátinum, Nevinum Reyða.
Uppi í gongugøtuni eitt kvøldið møttu við manningini á einum seksæringi úr Suðuroy, sum júst var komin til Lerwick.
Tá høvdu klaksvíkingarnir róð eini 5 samdøgur og vóru umleið 50 fjórðingar úr landi.
Tórshavnar Radio hevði líkasum biðið seksæringin ávegis farið á positiónina hjá kappróðrarbátinum.
- Áðrenn vit komu til menninar, høvdu vit samband við teir og spurdu, hvat teir ynsktu sær. Jú, teir ynsktu sær okkurt heitt. Vit kókaðu teimum seyðarhøvd og epli, sum teir fingu, tá ið vit komu til teirra. Menninir vóru troyttir, men vístu seg annars at vera hampiliga væl fyri og báturin bar seg væl í sjónum. Vit bjóðaðu teimum sleip, men teir søgdu nei. Síðan fóru vit frá teimum ikki við so góðum tannabiti.
Hesin sami seksæringurin úr Suðuroy hevði tikið ein av bátsfeløgunum upp á Suðuroyarbankanum ávegis til Hetlands. Hesin siglir við Smaragd. Túrurin var lokin, og nú hevði maðurin hug at koma við til Hetlands. Men tað var ikki bara sum at siga tað at taka mann av skipi á opnum havi.
Hetta eydnaðist og kvøldið, vit møttu honum í gongugøtuni, var hann ikki í iva um, at hann hevði tikið røttu avgerðina, tá ið hann hevði biðið suðuroyingarnar taka seg upp á Suðuroyarbankanum.
Í komandi parti um hetlandsferðina venda vit nøsini heimaftur og fara at siga frá, hvussu heimferðin gekk.