Rendi á land í Vágum

Danska farmaskipið Klevstrand rendi fríggjanáttina á land norðanvert Fútaklett. Skipið slapp sjálvt av aftur fríggjamorgunin

Landgongd

Vágar:
Klevstrand sigldi á land um midnáttarleitið hóskvøldið og varð standandi alla náttina. Um hálvgum níggju tíðina fríggjamorgunin flotnaði skipið av aftur.
Vaktar- og Bjargingartænastan fekk um midnáttina hóskvøldið fráboðan um, at Klevstrand var farin á land. Brimil fór í Vestmannasund og var hjá skipinum, meðan tað stóð uppi í fjøruni.
Tá fullfløtt var aftur um hálvgum níggju tíðina fríggjamorgunin, flotnaði Klevstrand avaftur, fylgdist síðan við Brimli og á Vestmanna.
Vagthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni sigur við Sosialin, at ein riva er komin í ein barlasttanga frammi á skipinum, og ivaleyst verður kravt, at skaðin verður umvældur, áðrenn skipið fer aftur í millumlandasigling.
Veðrið var gott í Vestmannasundi, meðan skipið stóð á landi, og eingin vandi var nakrantíð fyri skipi ella manning.