Tað eru tveir hellumenn, sum eg eri serliga takksamur fyri at hava kent. Annar var tann ultra samhaldsfasti javnaðarmaðurin Jóhan Marius Olsen, sum altíð var fúsur við eini hjálpandi hond og vinsemi, og hin var tann lági og rundi skipskokkurin Salemon Johannesen, sum næstan ongin kennir undir øðrum navni enn Salli, ein hugnaligur maður, sum skapti fløva í grannalagnum. Jóhan Marius liggur grivin í kirkjugarðinum í Fuglafirði og nú nýggjársaftan er ætlanin at leggja Salla í kirkjugarðin á Hellunum uttanfyri Blotan. Her byrja teir flestu hellumenn ævinleikan.
Salli fekk eina bøn ov nógv í hesum lívinum. Dagur mín endar altíð við bøn. Eg veit ikki altíð, um bønin er eitt tilvitað ynski um at koma í samband við Gud, heldur enn skrekkurin fyri, hvat hendir um eg ikki komi í samband við hann. Í bønunum koma av og á tey gomlu fram fyri meg, eisini tey gomlu av Hellunum og hetta kvøldið var Salli í tonkunum. Dagin eftir fekk eg at vita, at eg hevði ligið og biðið fyri deyðum manni. Salli sovnaði bara, proppmettur av døgum eftir eitt langt og innihaldsríkt lív.
Salli gjørdist øgiliga gamal, og hann dugdi at liva lívið. Hann var ógiftur og fekk ein langan aldurdóm. Hann byrjaði at rigga av longu, tá ið hann nærkaðist teimum seksti og næstu 25 árini livdi hann á Hellunum sum pensionistur einsamallur í húsi. Her var ongin kvinna sum tyngdi lívið og hann blómaði í aldurdóminum. Hann kláraði pensionistatilveruna við ein glans.
Og tað er ongin kvinna í Føroyum sum var húsligari enn júst Salli. Eg búgvi soleiðis fyri, at eg síggi beint oman í køkin hjá honum og hóast hann var av minstu monnum, lítil og rundur, kundi eg stilla klokkuna eftir, nær hann fór at stákast til tær ymisku máltíðirnar gjøgnum dagin. Skallin kom akkurát upp um gardinurnar, sum hingu í eini tvørstong í vindeyganum. Hann var kokkur fyrst og fremst, og vanligu mannagongdirnar umborð á skipi gloymdi hann ikki. Hann kókaði døgurða hvønn einasta dag til sín sjálvan og døgurðin var klárur, tá ið tíðindini vóru í útvarpinum tjúgu minuttir yvir tólv. Tá ið útvarpið var liðugt, var kaffi klárt, og oftast hevði hann okkurt afturvið, sum hann sjálvur hevði bakað. Og hann fór ikki úr køkinum, fyrr enn alt var vaskað upp og borðið ruddað. Tú kom ikki inn til Salla, uttan at tú fekk ein kaffimunn ella ein temunn og hann lívgaðist upp, tá ið hann kom í leiklutin at seta okkurt gott fyri gestum.
Og hann var raskur at vitja meg. Eg hevði ikki verið leingi á Hellunum, so var hann á hurðini og hann fegnaðist um, at ljós var aftur í húsinum og serliga um hvussu hugnaligt tað var at síggja lív aftur í skorsteininum.
Seinastu árini flutti hann í Vesturstovu í Fuglafirði at vera. Salli var eitt rættuliga sosialt menniskja, og tað var serliga tað at liva saman við øðrum fólkum, sum var dragandi við eldrasambýlinum hinumegin Skarðið. Hann læt væl at forplejninginum og hevði ongar ætlanum um at flyta aftur á Hellurnar. Alt hevur sína tíð og ein er tíðin at dansa.
Eg hitti hann aftur á Hellunum fyri eini tveimum árum síðani. Ein fuglfirðingur hevði koyrt hann ein túr aftur til heimbygdina. Nú sást elli á honum. Eg ætlaði at bjóða honum inn til eitt glas, sum so mangan fyrr, men hann troystaði sær ikki. Elli, tá ið tað byrjar at níva, er sum við útróðrarmonnum sum eldast, teir missa krillurnar.
Salli dugdi væl við ungdóminum og stuttligt var at síggja hvussu mínir synir og dreingirnir í bygdini hugnaðu sær við kortspæli í køkinum hjá honum. Og var køkurin fullur av ungdómi, kendi hann seg aftur í galluni umborð á skipi, og tá kundi hann taka pannuna fram, og áðrenn tú visti av reyk av pannukøkum, reyðar av eggum og angandi av kardamummu og tað var nógmikið til øll, sum komu framvið.
Salli gjørdi Hellurnar ríkari, eg havi saknað hann seinastu árini. Og ongin kann liva ævigt jarðiskt, og tá ið ein er vorðin 95, telur taxametrið skjótt. Salli var ein av teimum løttu, og tað eru alt ov nógv av fólki til, sum taka lívið og ikki minst seg sjálvan alt ov alvorligt. Hann livdi í degnum, og tað bar væl til, hann gjørdist næstan hundrað áðrenn eyguni brustu og eg haldi ikki, at hann stúrdi meira enn miðal, kanska væl undir tað.
Tað er stjørnuklárt í kvøld, nú Salli stendur undir børu, og tað eg síggi í kvøld er honum kent og heimkært. Eg síggi stjørnuhavið omanfyri høgu fjøllini her á Hellunum, gongustjørnan Mars lýsir reyð yvir Jarðadalstindi og okkurt stjørnuskotið er eisini, tey eru ein góð mynd av hvussu stutt húsin hjá sálini heldur. Her er fullmáni, og tað livir upp í Rættarhamri í kvøld, siga tey, ið góða sjón hava. Klári himmalin minnir meg á nýggju ferðina hjá Salla, nú hamurin er skotin og sálin er fræls. Hvat man hann far at takast við nú sálanna jorsalaferð, ið var sæl hjá honum, er at enda komin. Er nakar køkur har uppi, man hann mestur fara at skrambla við pannum aftur. Sum kokkur var Salli eydnusamur og sum kokkur er hann gjørdur ævigur í frálíku bókini “Í Grønlandi við Kongshavn” eftir Magnus Dam Jacobsen, sála.
Tøkk fyri ferðalag ein part av ferðini og ikki minst vinsemi Salli.
heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard
justinus@olivant.fo










