millum veteranarnar á liðnum, og hetta helt hann eisini merktist, tá tosað varð um landsliðið: - Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur [...] Tá Føroyar á heimavøllinum í Landskrona skuldu royna seg móti Danmark, var eingin Laudrup á danska liðnum. Eftir tapi fyri Jugoslavi á heimavølli boðaðu báðir brøðurnir frá, at teir ikki longur vóru til [...] um at koma á besta lið teirra. Í 1990 flutti hann heim aftur til Føroya, har hann aftur var at síggja á liðnum hjá fuglfirðingum, har hann nú var leikandi venjari.. Síðani gekk leiðin inn á Toftir, har
innan og uttan skúlagátt. Skúlin skal ikki longur bert trýsta lærdóm inn í høvdið á næmingunum til at klára seg í einum óbroytiligum samfelag. Høgni Hoydal helt fram og segði m.a.: Tíðin, tá ein lærari kundi [...] gingið á odda her fyri at tryggja lærarum betri arbeiðskor. Vit vita, at Lærarafelagið við síni bókadeild hevur gingið á odda fyri at útvega undirvísingaramboð. Men vit vita eisini, at langt er eftir á mál [...] næminginum veksur. Alt hetta hevur sett ómetlig krøv til lærarastættina, til tørvin á undirvísingaramboðum og til tørvin á bæði servitan og pedagogiskum førleika hjá lærarum alt í einum. Autoriteturin hjá
heiminum, og í fjør var eg á vitjan. Eg var við Braquet, sum skuldi byrja eina heimagjørda, lítiðlætna og ógvuliga rokk ‘n roll konsertferð í USA við at spæla tvær konsertir á festivalinum. Og Cornerstone [...] fyrilestur Tað var nógv at gera á festivalinum. Umframt at lurta eftir tónleiki, kunnu festivalgestir stuttleika og hugna sær við øllum møguligum áhugaverdum. T.d. fór eg ein túr á ein fyrilestur, har ein ógvuliga [...] festivalgestir bjóðaðir at luttaka í katólskari messu og eitt sindur longur yviri fór ein filmfestivalur fram. Tað vóru tvey stór handilstjøld á festivaløkinum. Í teimum vóru ein rúgva av básum, har ein kundi
umhugsað, hvat ið hann skuldi fara at gera, gjørdi hann av at fara á eina ferð við bátinum hjá sær kring allan knøttin. Sum áðurnevnt helt Toni út á hav í 1996, og undan fráferðini metti hann, at ferðin fór at [...] Little Swan aftur at seta kós móti Sidney eftir tíggju ár á sjónum. Ikki so romantiskt sum fólk halda Spurdur hvat tað er við lívinum á sjónum og umborð á einum seglbáti, ið er so dragandi, sigur Toni Strub: [...] havn. Leiðin gongur vestureftir Á ferð síni hesi seinastu níggju árini hevur Toni Strub havt ymsar manningar við umborð. Í løtuni eru fýra ungfólk afturat honum umborð á Little Swan. Hendan morgunin vit
Tað eru grindaboð, hon liggur á Norðhavinum, og gongur inn móti Funningsmúla. So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er [...] monnum, og prátið gongur eitt sindur spakuliga. Vit umborð á Fiskivarða eru saman við teimum á Kristinu og Vátakletti, (úttalast Vaadikløttøu á klaksvíkskum) og vit práta ikki um annað enn grind. Um stórar [...] eru komnir inn um Múlan og sum valla fylgja grindini, ið við sjógvi á baki stevnir inn móti sandinum í Funningsfirði. Dieselmotorurin á Golfinum fer í gongd, og eg hugsi, um tað ikki er at freistað Várharra
sprelskur fýrur leyp upp á pallin og svingaði í øllum kroppinum. Ernaðust Áhoyrararnir mistu málið eina løtu, tá sangarin fór at brúka sítt, men lív kom harafturímóti beinanvegin í menninar á pallinum. Improv [...] Fólkini á áhoyraraplássunum komu við og klappaðu óført eftir hvørt solospæl. Hetta var tað slagið av tónleiki, sum øll dámdu. Nokkso traditionelt bigband swing við sangara, ið leiddi tankarnar aftur á Sinatra [...] at keða seg. Springfjøðurin á pallinum var sangarin, sum eftir øllum at døma ikki kláraði at standa í frið. Hóast tað ofta gekk long tíð millum at hann hevði nakra uppgávu á pallinum, so var hann allatíðina
í sítt samstarv og geva honum ávirkan á samgongunnar politikk - eisini á øðrum økjum enn tí ríkisrættarliga. Henda niðurstøða tykist so sólarklár, at ein undrast á, at hon ikki oftari hevur verið frammi [...] og øðrvísi sjónarmið um hetta, men haldi upp á mín rætt til at brúka skil og vit. 2.HEIMASTÝRISLÓG OG RÍKISFELAGSSKAPUR Í síni grein undrast Kjartan Hoydal á, at undirritaði lýsir Ríkisfelagsskapin sum [...] fullveldi. Í Føroyum atkvøddu 50,7% av eini luttøku upp á 63,7% fyri loysing. Telja vit ógyldugar atkvøður við, valdu 48,6% av eini luttøku upp á 66,4% loysing. Tilsamans av teimum, ið høvdu atkvøðurætt
sum teir vildu. Nýggir menn á pallinum Líkt var til, at søgan skuldi endurtaka seg í vár, men tað gjørdi hon ikki. Høvuðsorsøkin til tess var, at tveir týðandi leikarar á politiska pallinum takkaðu fyri [...] . Verða teir níggju mánaðirnir hjá CHE-samgonguni millum januar og september í 2008 drignir frá, helt ABC-samgongan saman í eitt og eitt hálvt valskeið. Hon gjørdist sostatt líka drúgv sum yvirtøku [...] landsstýrið frá 1975 til 1980 og fullveldislandsstýrið frá 1998 til 2003. Kanska prógvaði hon á tann hátt, at stevið hjá eini samgongu mangan er í lagi fyrsta valskeiðið, men í ólagi næsta valskeiðið
mangt, sum var mær fyri á ferðini til tín. Og mær tókti at eg var á flogi. Datt niður og breyt lítlafingur. Soleiðis ferðast mong uttan at, kenna á sær ta miklu kæru ást. Hvat helt okkum saman elskaða? Deydliga [...] pyramidurnar vísa eisini ein veg á ein ótta. Men ikki í tí tóma rúminum hjá honum, sum onganið er har. Sletti hann blóðið á valdsharran og tugdi sína egnu tungu. Var tað ikki longur havsbrúgvin, ið ikki hevði [...] tíðarinnar morgun. Loyst úr váðans eftirlandi. Gráttrýst sum upp úr loyndum kavar. Svevur sum á ongum. Á hevjandi veingjabreiði. Grátt. Grátt. Mennist av at tiga. Látur eftir flenni. Tosti eftir ongum
ið búgva norðast á Suðuroynni, merkir hetta oftast, at farast má av bygdini. Soleiðis høvdu eisini fleiri ung í Sandvík og Hvalba avtalað at fari í dans á Tvøroyri. Talan var um ungdóm á 15?17 ára aldri [...] ikki teir stóru ta tíðina av døgninum. Endin var tó tann, at tey, ið ikki sluppu heim á annan hátt, sluppu upp í lastina á einum pick-up lastbili, ið fór til Sandvíkar. Og so var sloppið ? trúðu tey. Steðgað [...] fyrr enn um 7-8 tíðina á morgni, hevði hetta gjørst ein øðilig bíðitíð ? í kulda og kava, er vert at viðmerkja. So var einki annað at gera, enn at fáa eina avtalu í lag við bilføraran á pick-upp?inum um at