»Tit hava sjálvi skuldina«!

Politiið vildi ikki hjálpa:

Tá politiið á Tvøroyri rendi ungdómar úr lastini á einum pick-up lastbili, kendu teir sær als ikki ábyrgd. Hetta var á miðari nátt, og kavi og kuldi neit inn á bein. Tá so ein 15-ára gomul genta small um av møði og kulda, noktaði politiið at koma til hjálpar. »Hatta hava tit sjálvi verið úti um«, fingu ørkymlaðu unglingarnir at vita, tá teir ringdu á politistøðina eftir hjálp

Seinasta leygarkvøld var sum tey flestu hjá teimum ungu. Sjálvandi skuldi farast í dans, og hjá teimum, ið búgva norðast á Suðuroynni, merkir hetta oftast, at farast má av bygdini.

Soleiðis høvdu eisini fleiri ung í Sandvík og Hvalba avtalað at fari í dans á Tvøroyri. Talan var um ungdóm á 15?17 ára aldri ? og harvið ov ung til sjálvi at koyra.

Sum ungdóminum líkt var ikki hugsað so nógv um, at veðurmaðurin lovaði kava og kulda, tí tá farið var avstað, var av besta veðri.

Heldur ikki var trupult at sleppa upp á Tvøroyri, tí fleiri av teimum eldru høvdu bil, og gjørdu hinum yngru tann beina at koyra tey. Men ikki øll høvdu greiðar avtalur um, hvussu tey skuldu sleppa til húsar heim aftur um náttina.


Og kavin kom

Longu fríggjadagin var kavi norðanfyri, men í Suðri var so at siga púra tátt allastaðni, tó at tað var heldur køli. Ikki tóktist heldur, sum um nakar kavi av týdningi fór at koma hetta vikuskifti har suðuri.

Men um hálvgun tvey-tvey tíðina brast hann á við kavaroki, og eftir stuttari løtu var alt hvítt.

Hetta órógvaði tó ikki tey ungu inni í dansistovuni, tí har var sjálvandi lýtt og fjálgt.

Ikki fyrr enn farast skuldi aftur til húsa heim, varnaðust tey skiftið í veðrinum. Og so kom trupðulleikin. Sjálvsagt skuldu øll til húsar aftur, men møguleikarnir vóru ikki teir stóru ta tíðina av døgninum.

Endin var tó tann, at tey, ið ikki sluppu heim á annan hátt, sluppu upp í lastina á einum pick-up lastbili, ið fór til Sandvíkar. Og so var sloppið ? trúðu tey.


Steðgað av politinum

Tey vóru tó ikki komin longri enn áraka bedingina, tá politiið steðgaði bilinum og bað øll ? eini 10 ungdómar ? fara úr lastini.

Tey ungu eftirlíkaðu sjálvandi, men hildu, at so mátti politibilurin koyra tey heim í staðin. Hetta helt politiið tó lítið um. »Nei, tað gjørdu teir ikki«, fingu tey at vita. Men tey kundu bíða eftir bussinum, ið fór at koyra um morgunin, ráddu politistarnir teimum til.

Tað kundi verið væl, men hetta var um fýra tíðina um náttina, og tá bussarnir ikki byrjaðu at koyra fyrr enn um 7-8 tíðina á morgni, hevði hetta gjørst ein øðilig bíðitíð ? í kulda og kava, er vert at viðmerkja.

So var einki annað at gera, enn at fáa eina avtalu í lag við bilføraran á pick-upp?inum um at koma aftur eftir teimum. Tað gjørdu tey so. Hildu tey. Men einhvør misskiljing hevur verið íkomin, tí bilurin kom ongantíð aftur.


Vendu aftur

Tað var sostatt við góðum treysti, at hesi um 10 ungu fóru til gongu. Gingið var bæði væl og leingi, tí tey roknaðu við, at bilurin fór at koma aftur eftir teimum.

Komin nakað inn um fjósið hjá Petur Karl ? t.e. nakað inn í dalin ? gramdi ein 15-ára gomul genta seg um, at nú orkaði hon ikki at ganga longur. Har var toluliga tátt, og hon setti seg niður. Einir tveir dreingir lótu hana fáa ávikavist eina troyggju og ein jakka aftrat yvir seg, men meðan hon sat, byrjaði høvdið at hanga.

Avgjørt var so at venda við aftur, tí deils kom bilurin ikki fram, og deils var gentan vorðin so illa fyri. Ætlanin var, at fara til næsta hús og haðani ringja til politiið, fyri at fáa teir at hjálpa teimum.

Meðan tey soleiðis ganga, sortnar fyri gentuni og stutt eftir fellur hon í óvit.

Ein av dreingjunum fer síðani stórleypandi til nærmastu hús, fær vakt húsfólkið og ringir síðani til løgregluna at fáa teir at hjálpa.


Tykkara egna skuld

Hann sigur sum er, at gentan er fallin í óvit, og um teir ikki kundu koma at hjálpa teimum, so í minsta lagi gentan kundi koma heim.

Men svarið, drongurin fekk, var heilt skakandi. Hann fekk at vita, at politiið so sanniliga ikki kom at hjálpa teimum. Tað, sum var hent, var teirra egna skuld!

So vóru góð ráð dýr.

Hesi ungu stóðu har á miðari nátt við einari 15-ára gamlari gentu, ið var fallin um av møði og kulda, og politiið noktaði fyri at hjálpa teimum.

Til alla lukku kom tá ein bilur framvið, og fólkini í hesum bilinum varnaðust, at okkurt var áfatt. Steðgað var, og tá greiða fekst á, hvat bagdi, fór ein drongur úr bilinum, og lat ungu gentuna fáa sítt pláss. Gentan varð síðani koyrd til Hvalbiar, har hon bleiv løgd í song. Hon hevði tá framvegis ikki fingið vitið aftur heilt.


Fekk ikki mein

? tíbetur

Komin undir fjálga og heita dýnu, lá gentan og ristist. Hon kendi seg ikki kalda, og kendist heldur ikki køld.

Knappliga var tað tó, sum hon stívnaði og kølnaði. Tey ungu vistu ikki síni livandi ráð, men so við og við batnaði, og gentan kom fyri seg.

Hon hevur seinni verið hjá lækna tvær ferðir, og skal aftur komandi mánadag.

Gentan sigur, at sambært læknanum hevur hon ov lágt blóðtrýst, og tað kann hava verið orsøkin. Eisini er tað møguligt, at um epilepsi er í familjuni, so kann tað hava orsakað hetta.

Men hvussu er og ikki, so kann ikki sigast, at politiið bar seg rætt at í fyrstu syftu, við at koyra ungfólkini úr bilinum, tí møguleikarnir eru ikki nógvir, mitt á nátt at finna skjúts norður um fjall.

Heilt ófyrigeviligt gerst tað, tá politiið so noktar at hjálpa, tá unga gentan fellur í óvit.

Tann 15-ára gamla er tó komin heilt fyri seg eftir minniríku náttina, og hevur tíbetur ikki fingið mein av hendingini.