Á festivali í amerikanska bíbliubeltinum

Arni Zachariassen, gittarleikari í Braquet, var í fjørsummar á einum hinum størsta kristna tónleikafestivalinum í heiminum, Cornerstone Festival, har hann bæði heilsaði uppá eysturortodoksar punkar, stjól fundamentalistisk klistrimerkir, vaskaði sær ikki og hoyrdi Pillar, høvðusnavnið á Fjarðafestivalinum. Les hansara ferðafrásøgn her

Hvørt ár flokkast fleiri 10.000 fólk til ein stóran bóndagarð í statinum Illinois at hoyra og annars uppliva kristnan rokk og metal tónleik og alt tað, ið har til hoyrir. Cornerstone Festival er ein hin størsti kristni tónleikafestivalurin í heiminum, og í fjør var eg á vitjan. Eg var við Braquet, sum skuldi byrja eina heimagjørda, lítiðlætna og ógvuliga rokk ‘n roll konsertferð í USA við at spæla tvær konsertir á festivalinum. Og Cornerstone var eitt brak av einum startskoti. Ikki tað – tað vóru ikki serliga nógv fólk til konsertirnar, tí eingin kendi okkum (og tey kenna okkum stadigvekk ikki!), men Cornerstone upplivilsið var rættiliga stórt og gjørdi inntrykk á okkum allar. Og serliga meg, haldi eg. Eg eri vaksin upp við kristnum rokktónleiki og havi eg altíð hoyrt um Cornerstone festivalin sum eitt slag av einum Mekka, har allir teir góðu bólkarnir spæla og øll tey kulu fólkini fara. Cornerstone er við sínum næstan 25 árum stóribeiggi hjá mongu kristnu festivalunum í Amerika og er kendur sum tann eitt sindur alternativi, har tær eitt sindur skeivu týpurnar føla seg meira vælkomin enn vanligt. Búðu í tjaldi Sum rættir festivalgestir, búðu vit í tjaldi á festivalinum. Tað var hásummar og mitt í Amerika, so hóast tað var deiliga svalligt, tá ið vit fóru í song (ella í soviposa, rættari sagt), vórðu vit hvønn morgun vaktir av skoldandi hita. Sólin gjørdi tjaldið til ein sauna, ið fylgjandi gjørdi okkara annars relativt turru kroppar rættiliga vátar í sveitta. Hetta skuldi undir vanligum umstøðum týtt, at vit lupu undir hvør sína brúsu so skjótt, vit vaknaðu, men eftirsum einans eitt brúsurúm var á festivaløkinum, og vit ikki høvdu hug at standa í nógv, nógv for langu køini, so vórðu hygieinu-instinktini undirtrykt,og vit gleddust allir stillir um, at damirnar ikki vóru við. Punk-Elvis hevði fyrilestur Tað var nógv at gera á festivalinum. Umframt at lurta eftir tónleiki, kunnu festivalgestir stuttleika og hugna sær við øllum møguligum áhugaverdum. T.d. fór eg ein túr á ein fyrilestur, har ein ógvuliga tatoveraður punk-Elvis tosaði um, hvussu tað, sum sær út sum trinitarisk subordinatión í 1. Korint 11, hevur verið brúkt til at undirtrykkja kvinnur í kristnum samanhangum. Ógvuliga áhugavert. Í tjaldinum við síðurnar av vórðu troyttir festivalgestir bjóðaðir at luttaka í katólskari messu og eitt sindur longur yviri fór ein filmfestivalur fram. Tað vóru tvey stór handilstjøld á festivaløkinum. Í teimum vóru ein rúgva av básum, har ein kundi keypa alt møguligt. Har vóru fleiri fløguhandlar, har ímillum ein, sum spesialiseraði seg í gomlum kristnum plátum frá 70unum og 80unum. Fleiri bólkar høvdu eisini básar. Ein nokkso stuttligur var tann hjá svenska black metal bólkinum Crimson Moonlight, har teirra sangari, ið við sínum reyðdæmda síða skeggi og hári, leiddi tankarnar aftur til Gøtu Trónd, heilsaði uppá fólk og seldi fløgur, lyklaringar og t-shirtir. T-shirtir vóru annars nógvar av. Onkrar vóru orduliga kular við kreativum og provokerandi motivum, meðan aðrar vóru snøgt sagt ræðuligar. T.d. gingu nógv fólk við “God created Adam and Eve, not Adam and Steve” á rygginum. Ein bestseljari millum penu suðurstatsdiddurnar var ein við “I love my husband” framman og “and I haven’t even met him yet!” aftan. Spyr meg ikki í hvørjum universi, hatta gevur meining. Hetta er jú ein kristin festivalur, so fleiri anti-abort felagsskapir høvdu básar (ein av teimum, Rock for Life, skipaði enntá fyri einum av pallunum). Við ein av teimum kundi man blaða ígjøgnum ein faldara við myndum av aborteraðum fostrum. Ikki sørt ódámligt og ein spurdi seg sjálvan á hvønn hátt hetta hjálpti uppá nakað sum helst. Mitt ímillum allar básarnar var eisini eitt stórt borð við eini rúgvu av fundamentalistiskum kúfangaraklistrimerkjum (bumper stickers á enskum). “The devil is pro-abortion”, “Evolution – when scientists made monkeys of themselves”, “It’s cool to remain a virgin until marriage” og “They took prayer & Bible from public schools and now they have shootings” eru bara nøkur av dømunum. Klistrimerkini áttu at keypast, men eg tímdi ikki at stuðla, so eg stjól nøkur fyri kultvirðið. Eg heilsaði eisini uppá ein lítlan bólk av eysturortodoksum punkum, sum eg prátaði um tríeinigheitina og liturgi við og keypti eina systematiska teologiska bók frá. Hóast alt hitt er feitt og deiligt, so er tónleikurin sjálvandi í miðdeplinum á einum festivali og hetta var eisini galdandi á Cornerstone. Eg lurtaði eftir nógvum feitum bólkum, harav eg kendi onkrar áðrenn og aðrar ikki. Millum teir bestu, eg hoyrdi, vóru Underoath, Bernard, The Showdown, The Chariot, Demon Hunter, Becoming The Archetype, Haste The Day, P.O.D. og so sjálvandi Pillar. Eg helt faktist Pillar vera ímillum teir bestu, eg hoyrdi á festivalinum. Eg kann stutt siga, at Pillar eru ein serstakliga feitur live bólkur, ið osar av spæligleði og –yvirskoti. Muskuløsi, men kensluborni bóndarokkurin varð spældur av ótrúliga dugnaligum tónleikarum. Serliga varð eg imponeraður av trummaranum. Hann spældi ein ultrafeita trummusolo, sum úrslitaði í umfatandi gásarholdi hjá okkum øllum. Hóast sangarin var eitt sindur hásur, so leiddi hann tó bólkinum og framførsluni við fastari hond og hevði eitt ógvuliga gott samband við fólki (sum annars vóru rættiliga nógv, so populerir Pillar eru millum tey kristnu í Amerika). Millum teir serliga góðu sangirnar vóru “Dirty Little Secret”, “Underneath It All”, “Everything”, “Fireproof” og “Sunday, Bloody Sunday” hjá U2, sum ikki átti at riggað, men gjørdi tað í yvirmát. Framførslan hjá Pillar stóð eftir sum ein ótrúliga feit av slagnum frá einum bólki, ið veruliga hevur check uppá tingini og eina rúgvu av rutinu í reyvalummanum. Eg gleði meg, at hoyra Pillar aftur á Fjarðafestivalinum og vænti og veit, at øll, ið dáma feitan modernaðan rokk, fara at ránjóta Pillar.