Á dett swing

Tað svingaði sum sjáldan, tá danski bólkurin Swinging Link var á palli á Jazzfestivalinum hóskvøldið og stjól bæði palltíð og innara pendulið í áhoyrarunum.

Eitt trummusett, ljómborð, ein kontrabassur, ein gittari, ein percussionistur, ein munnharmonika, ein saxofon og tríggir messingblásarar. Tað var tað, ið Swinging Link hevði at bjóða fram.

Ája, og so eisini ein sangara.

Og tað var ikki bara ein og hvør. Lítli klæni ungi maðurin við mikrofonini tók øll og alt á bóli við eini rødd, sum næstan fekk Stevie Wonder til eitt blikna.

Tað tyktist næstan, sum var einki mark fyri hvat hesin lítli maðurin kundi syngja og annars fáa í mikrofonina av ymiskum ljóðum.

Men aftur til bólkin, sum stavar úr Hjørring.

Oddamaðurin, Jens Nørholm, sat við ljómborðini og stýrdi sínum troppum. Rútmusektiónin helt til høgrumegin áhoyrararnar. Teir fýra blásararnir og munnharmonikuleikarin stóðu hinumegin.

Bólkurin kann setast í bás sum ein swing- og jazzbólkur og klassifiserast sum ein av teimum góðu.

Tónleikararnir eru ikki hvørjir sum helst - teir hoyra til betru deildina í Danmark, og so væl samanspældir vóru teir, at tað rætta swingið var stabilt ongantíð svingandi.


Mere sving i

Hetta var tó ikki júst tann tankin, ið rann í hug, tá Swinging Link spældi fyrsta lagið. Eitt friðarligt lag uttan tað stóra hóvastákið og uttan nakran sangara.

Blásararnir spældu bara nøkur stutt innsløg inn ímillum róligu rútmuna. Tað sá snøgt sagt út til at gerast eitt sindur keðiligt.

? Nu går vi over til noget med lidt mere sving i, segði Jens Nørholm við ljómborðið og nú byrjaði bassurin at ganga.

Blásararnir spældu sínar fyrstu soloir, og gittaristurin vísti sítt virði.

Áhoyrararnir fingu eisini eina av nógvum inniligum munnharmonikusoloum frá stóra svianum, ið oddamaðurin í bólkinum kallaði Carlson.

Enn var percussionisturin tó einasti maður, ið rættiligt lív var í.

Men so broyttist.

? Må jeg have lov til at præsentere vores sanger, Martin, rópti maðurin við ljómborðið, og ein sera sprelskur fýrur leyp upp á pallin og svingaði í øllum kroppinum.


Ernaðust

Áhoyrararnir mistu málið eina løtu, tá sangarin fór at brúka sítt, men lív kom harafturímóti beinanvegin í menninar á pallinum.

Improvisatiónirnar blivu fleiri í tali, og tónleikararnir løgdu meira og meira í tær, sum konsertin leið út.

Fólkini á áhoyraraplássunum komu við og klappaðu óført eftir hvørt solospæl.

Hetta var tað slagið av tónleiki, sum øll dámdu. Nokkso traditionelt bigband swing við sangara, ið leiddi tankarnar aftur á Sinatra, men við einum serligum groove og einari pallframførslu, sum effektivt forðaði fyri at nakar slapp at keða seg.

Springfjøðurin á pallinum var sangarin, sum eftir øllum at døma ikki kláraði at standa í frið. Hóast tað ofta gekk long tíð millum at hann hevði nakra uppgávu á pallinum, so var hann allatíðina við, og tá hann ikki fann sær nakað betur at gera, sang hann saman við tónunum hjá blásarunum.


Blásararnir blivu vekk

Blásararnir vóru væl upplagdir og ímóti endanum av konsertini góvu teir alt teir høvdu í solounum.

Tíverri hoyrdust teir ikki nóg væl.

Vanligt er, at tá blásararnir taka horninini fyri munnin, brestur tað út ígjøgnum hátalararnar og hjartarútman fer eitt kvink uppeftir. Men blásararnir í Swinging Link vóru skrúvaðir niður so teir oftast ljóðaðu sum bakgrundstrompetir, eisini tá ætlanin var at teir skuldu blása rútmusektiónina av pallinum.

Tað var nokkso synd, men sum konsertin leið, mátti oyrað venjast við at kompensera fyri væntandi ljóðstyrkina hjá blásarunum. Hinir tónleikararnir á pallinum royndu eisini at dempa seg, tá tað gjørdist teimum greitt, at teknikkararnir ikki høvdu ætlanir um at lata blásararnar koma longur fram í ljóðmyndina.

Konsertin hjá Swinging Link fór ein góðan hálvan tíma útyvir ásettu tíðina, og hóast hon soleiðis gjørdist nokkso lang, so fóru áhoyrararnir ongan veg, og øll vóru dúgliga við, tá bólkurin skuldi klappast upp á pallin aftur.