Á breddan koma nú politiskar nýskipanir

Skinklandi politiska gongulagið er avleiðingin av eini kreppu, sum øll tann politiska skipanin er í. Hon finnur ikki útav, hvør politiska verkætlanin fyri Føroyar er. Loysnin sigst vera reformar, men hesir reformar ljóða meira sum óítøkilig ynskir enn ítøkiligar ætlanir. Tørvur er á eini politiskari samanseting, sum setir greið mál fyri Føroyar og framtíðina, og sannlíkt er, at landsstýrið, ið verður skipað eftir valið, verður eitt nýskipanarlandsstýri

Tann søguligi samgongumeirilutin við Sambandsflokkinum, Javnaðar­flokk­inum og Fólkaflokkinum, ið sá dagsins ljós í 2004, gav upp ond mikudagin. Fólka­flokkurin vildi ikki taka undir við fíggjar­kørmunum fyri komandi árini og tók seg úr samstarvinum. Verða teir níggju mánaðirnir hjá CHE-sam­gonguni millum januar og september í 2008 drignir frá, helt ABC-samgongan saman í eitt og eitt hálvt valskeið. Hon gjørdist sostatt líka drúgv sum yvir­tøku­landsstýrið frá 1975 til 1980 og full­veldis­landsstýrið frá 1998 til 2003. Kanska prógvaði hon á tann hátt, at stevið hjá eini samgongu mangan er í lagi fyrsta val­skeiðið, men í ólagi næsta val­skeiðið.
Samgonguslitið hesaferð hevur leingi verið væntandi. Stevið í sam­gong­uni hevur verið út av lagi vánaligt, og hevði samgongan ikki havt ein løg­mann, sum allatíðina royndi at kyrra stríðandi partar og finna semjur, hevði sam­gongan verið fokin fyri einum ári síðan, tá Fólkaflokkurin heldur ikki vildi taka undir við fíggjarkørmunum. Hann slapp tá at halda fram sum tann sterki flokkurin í samgonguni, ið bæði setti seg ímóti semjum millum Sam­bands­flokkin og Javnaðarflokkin og legði fíggjarpolitikkin mestsum av nýggjum í fíggjarnevndini, har Anfinn Kallsberg og hinir nevndarlimirnir hugnaðu sær við at gera, sum teir vildu.
 
Nýggir menn á pallinum
Líkt var til, at søgan skuldi endurtaka seg í vár, men tað gjørdi hon ikki. Høvuðs­orsøkin til tess var, at tveir týðandi leikarar á politiska pallinum takkaðu fyri seg, og at valdsjavnvágin mill­um Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin broyttist. Í januar mynstraði Jørgen Niclasen av skútuni í Uttanríkisráðnum og vildi í staðin sleppa at vera fíggjar­nevndarformaður. Samstundis fór Anfinn Kallsberg til hús eftir 30 ár í politikki. Stutt eftir fór Jóannes Eides­gaard úr Fíggjarmálaráðnum og for­manssessinum í Javnaðarflokkinum, og Aksel Johannesen tók við báðum sess­unum. Burtur vóru brádliga Anfinn og Jóannes, ið altíð kundu finna útav av semjast um maktina.
Fortreytirnar hjá Fólkaflokkinum fyri at gera, sum flokkinum lysti, vóru tí als ikki tær somu í ár sum í fjør. Jóannes Eidesgaard hevur í mong ár lagt størri dent á pragmatiska telving enn at standa fast við prinsipp og hugsjónir, helst fyri at varðveita maktina. Hann toldi tí Fólka­flokkin, tá flokkurin í fjør segði seg vera ímóti fíggjarkørmunum. So laga­ligur er Aksel Johannesen eftir øll­um at døma ikki. Hann legði til brots við at sláa fast, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur. Hann sló fast, at 60.000 tons av makrelinum skulu seljast á upp­boði, og hann kravdi at fáa at vita, um Fólkaflokkurin var við í sam­gonguni ella ikki.
Fólkaflokkurin gav undir sam­ráð­ing­unum um fíggjarkarmarnar í Fíggjar­málaðnum hinum samgonguflokkunum fatan av, at full semja var um karm­ar­nar. Tað hava Javnaðarflokkurin og Sam­bands­flokkurin ið hvussu er sagt. Helst ímyndaði Jørgen Niclasen sær, at hann skuldi gera tað sama, sum Anfinn Kallsberg plagdi, nevn­iliga leggja fíggjar­lógina eftir egnum høvdi í fíggjar­nevnd­ini, tá karmarnir komu í tingið. Tað slapp hann bara ikki fyri nýggja for­manninum í Javnaðarflokkinum. Um Fólkaflokkurin var ímóti kørmunum, mátti hann siga, um hann var við ella ikki, og tá tingviðgerðin nærkaðist, varð hann noyddur at taka endaliga støðu – og fór.
Hvør er vinnari og tapari í tí, sum hent er í samgonguni, veldst um eyguni, ið síggja, men neyvan fær Jørgen Niclasen rós í øllum Fólkaflokkinum fyri sítt politiska handalag seinastu mán­að­irnar. Fyrst avsegði hann sítt egna uttanríkisráð og steig í risastóru skógv­arnar hjá Anfinni Kallsberg í fíggar­nevndini fyri at gerast sterki maðurin har. Tá fíggjarkarmarnir vóru á veg í tingið, setti hann seg ímóti teimum, og meðan fyrrverandi fólkafloksmaðurin, Poul Michelsen, skrivaði stevnuskrá fyri sín nýggja flokk, Framsókn, hálaði Jørgen Niclasen stikkið úr samgognuni og setti seg heilt uttan fyri ávirkan. Tað hevði Anfinn Kallsberg neyvan gjørt.
 
Blokerandi minnilutar
Á tíðindafundinum mikumorgunin í Tinganesi og í formansumfarinum í sjón­varpinum mikukvøldið segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at skulu Før­oyar flytast framá, mugu fremjast bygnaðar­broytingar, ið kunnu gera samfelagið bíligari at reka. Men, segði hann eisini, minnilutar forða áhaldandi fyri, at týðandi reformar á eitt nú fiski­vinnuøkinum, kommunuøkinum og eldraøkinum verða framdir. Ongin ivi er um, at hann her meinti við minnilutar í Fólkaflokkinum, og tá løgmaður nevndi hetta í Tinganesi mikumorgunin, stóð serliga ein maður og smíltist. Tað var Poul Michelsen. Hann var jú tann, sum fyrstur nevndi, at Fólkaflokkurin var læstur fastur í blokeringum.
Í Sosialinum í oktober í fjør grund­gav Poul Michelsen fyri, hví hann ikki longur kundi vera partur av Fólka­flokkinum. Hann segði tá soleiðis: »Sjúkan í flokk­inum er, at fleiri ynskja radikalar broyt­ingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiski­vinnu­reform, ikki um burðardygd, ikki um um­hvørvis­mál, ikki um kommunal­reform, sum landsstýrisfólk hjá flokk­inum hava slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúla­reformin, ikki um stjórnar­skip­anina, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av.«
Hetta var eftir øllum at døma tað, sum Kaj Leo Johannesen eisini hevði fingið nóg mikið av, og tá Aksel Johannesen ikki vildi finna seg í, at Fólkaflokkurin førdi sín egna fíggjarpolitikk, og til­feingis­gjaldið var um at gerast veru­leiki, mátti Fólkaflokkurin enda uttan­fyri. Har situr hann so nú og grundar yvir, um hann gjørdi tað rætti. Men sama um blokerandi minnilutarnir í Fólkaflokkinum eru horvnir úr sam­gonguni, er politiska støðan ógvuliga ógreið, tí í fyrsta lagi gevur tað lítla meining at skipa nýggja samgongu í einum valári, í øðrum lagi siga allir andstøðuflokkarnir seg vera ímóti verandi fíggjarkørmum, og í triðja lagi tykjast nógv hálovaðu re­form­arnir at vera sera óítøkiligir.
Nú Sambandsflokkurin og Javnaðar­flokkurin leita eftir eini meining við at halda fram sum minnilutasamgonga, og andstøðuflokkarnir síggja sær ein møguleika at fáa ávirkan, er tann stóri spurningurin, hvønn politikk allir hesir flokk­arnir hava at standa saman um. Teir kunnu skjótt semjast um at av­greiða makrelbýtið, so skipini sleppa til fiski­skap. Men Kaj Leo Johannesen, sum nú hevur yvirtikið Fiskimálaráðið og skal lýsa kunngerðina, ið Jacob Vester­gaard skuldi lýsa, hevur havt fleiri fyri­varnir um tilfeingisgjaldið. Lýsir hann bara kunngerðina? Ella fer hann at seta til­feingisgjaldið í verk saman við Javnaðarflokkinum og andstøðuni og so út­skriva val í september? 
 
Fløkt mál í undantaksstøðu
Onnur mál, sum hava verið nevnd sum samstarvsmál millum minni­luta­sam­gonguna og andstøðuna, eru nógv um­røddi kommunalreformurin og pen­sjóns­reformurin. Men kunnu tílík mál loysast úr lagdi í politiskari undan­taks­støðu í einum valári? Pensjónsreformin er ikki semja um í løgtinginum, og iva­málini í honum eru so mong, at mest sannlíkt er, at málið bíðar til eftir valið. Kommunalreformurin er sam­bært Høgna Hoydal, formanni í Tjóð­veldi, eitt so fløkt mál, at ein rúgva av fylgilógum skal samtykkjast aftrat tílík­ari nýskipan. Hetta nevndi hann í sjón­varpinum mikukvøldið. Er sann­líkt, at eitt tílíkt mál kann fremjast í polit­iskari undantaksstøðu í einum valári? Neyvan.
Mest sannlíkt er, at lítið og onki av týdningi fæst frá hondini undir verandi politisku umstøðum, og tí munnu politisku flokkarnir vera farnir at um­hugsa, hvussu ein lands­stýris­sam­gonga skal setast saman eftir løgtingsvalið, um valið so verður í juni, september ella januar. Hvussu politiska samansetingin verður, veldst nógv um, hvønn politikk flokkarnir hava at standa saman um. Her haltar nógv í løtuni, tí hvør er kósin fyri Føroyar, ið ein samgongumeiriluti kann semjast um? Eina ferð kallaðist eitt landsstýri yvirtøkulandsstýrið, og eitt annað landsstýri kallaðist full­veldislandsstýrið. Fáa vit nú eitt ný­skipanarlandsstýri, ið fer at fremja teir reformar, sum hava verið blokeraðir so leingi?
Okkurt kundi bent á hetta, og um so verður, fer eitt nýskipanarlandsstýri kanska at hava í huga gamla orðatakið um, at frá høvdinum skalt tú hvalin skera. Stjórnarskipanarlógin verður tí endaliga avgreidd og samtykt eftir føroyskum leisti og ikki sam­svarandi donskum kravboðum. Kommunal­reformurin verður framdur, so landið verður býtt í 7-9 kommunur. Fiski­vinnu­reformurin verður framdur so­leiðis, at kvotur og fiskidagar verða seld í tilfeingisbúð. Skúlareformurin fer at hava við sær, at skúlaeindirnar verða størri og sterkari, pensjónsnýskipanin verður framd, og kanska verður ein bú­skapargrunnur eisini stovnaður at goyma serligar inntøkur í at javna sveiggj við.