ari hjá Sea Shepherd við Fairfax Media. Nýggja skipið hjá Sea Shepherd hevur fingið navnið Ocean Warrior, og sagt verður, at umborð verður bert veganskur matur gjørdur. Skipið hjá Sea Shepherd er í stóran [...] Felagsskapurin Sea Shepherd, sum í nógv ár hevur verið í støðugum stríði ímóti grindadrápi, hevur nú latið nýtt skip byggja á skipasmiðju í Turkalandi. Skipið er teknað og sniðgivið til virksemið hjá Sea [...] Sea Shepherd. Skipið líkist einum krígsskipi, men hevur ongar kanónir. Nýggja skipið kostar umleið 80 milliónir krónur at byggja á skipasmiðju í Antalya í Turkalandi og skal í fyrsta umfari brúkast í stríðnum
fólk skriva undir. Høvuðsklagan hjá Sea Shepherd móti Danmark er, at danska sjóverjan hevur stuðlað og hjálpt føroysku grindamonnunum í grindadrápinum. Sea Shepherd vísir á, at talan er um eina gamla siðvenju [...] Paul Watson og Sea Shepherd savna nú undirskrivtir saman fyri at heita á Frankaríki at draga Danmark í rættin til at steðga grindadrápinum. Ætlanin er at fáa Frankaríki at at hála Danmark fyri altjóða [...] ikki hava fyri neyðini at veiða hval og at grindin harumframt er skaðilig fyri fólkaheilsuna. Sea Shepherd vísa eisini á, at fleiri franskmenn eru dømdir í Føroya rætti fyri at leggja upp í grindadráp
maður frá Sea Shepherd er handtikin við rúsevnum uppi á sær. Jaspur Vang, sýslumaður váttar, at talan er um ein útlending, men ikki at talan er um mann frá Sea Shepherd. Tað váttar tó Sea Shepherd. Tað var [...] grein á in.fo váttar Sea Shepherd, at maðurin er ein av teirra monnum, at hann úr Belgiar, og at allir limir verða gjølla kannaðir, áðrenn teir sleppa við í herferðir hjá Sea Shepherd.
at skipini hjá Sea Shepherd og stovnarin, Paul Watson, skulu halda seg minst 450 metrar frá teimum japonsku hvalaveiðiskipunum. Dómstólurin bannaði samstundis skipum hjá Sea Shepherd at sigla soleiðis [...] Myndugleikarnir í Avstralia, Niðurlondum, Ný Sælandi og USA biðja nú hvalaverndarfelagsskapin Sea Shepherd gera vart við síni sjónarmið á ein friðarligan hátt. Felagsskapurin boðaði herfyri frá, at hann [...] afturat til tiltakið. Tey fýra londini, sum eru ímóti hvalaveiði, mæla í einari felags áheitan Sea Shepherd frá at fremja atgerðir, sum kunnu seta mannalív í vanda. Londini siga, at felagsskapurin hevur
ikki, at kæran hjá Sea Shepherd til ES Kommissiónina um grindadráp, fer at fáa nakrar avleiðingar. Hann sigur, at hann hevur ikki hoyrt eitt orð um hetta nýgga átakið hjá Sea Shepherd. Hinvegin staðfestir [...] hann, at Sea Shepherd er ein felagsskapur, sum ikki verður tikin í álvara longur, yvirhøvur, og tískil ivast hann í, hvat ES fer at gera við málið. - Altjóða samfelagið lurtar ikki eftir Sea Shepherd longur [...] síðani er almenna mótstøðan ímóti grindadrápi tagnað. Kortini heldur fólkatingsmaðurin, at er Sea Shepherd farin í lógbøkurnar í eini roynd at steðga grindadrápi, eigur tað eisini at bera til hjá okkara
sum avleiðing av fiskiskapi, og vestanfyri Afrika, har Sea Shepherd stríðist ímóti ovurfiskiskapi. Alex Cornelissen, sum er stjóri í Sea Shepherd, fegnast um stóru gávuna og sigur, at pengarnir verða brúktir [...] Felagsskapurin Sea Shepherd, sum eitt nú stríðist ímóti grindadrápi, hevur fingið 30 milliónir sum gávu. Gevarin er Age of Union Alliance, ið er felagsskapur, sum hevur samstarv við onnur um umhvørvismál [...] pengar við vinnuvirksemi innan tøkni. Pengarnir frá Age of Union skulu brúkast til at reka eitt Sea Shepherd skip í trý ár. Skipið hevur fingið navnið Age of Union og skal brúkast í átøkum við strondina
vi frá Sea Shepherd, fylgd út á kaiina av trimum løgreglumonnum, har Norrøna lá og bíðaði. Tá Norrøna so legði frá landi klokkan hálvgum fýra í nátt, var tað við fýra burturvístum Sea Shepherd limum. Tey [...] Í gjár komu boðini frá danska Útlendingastýrinum, at teir fimm Sea Shepherd limirnir, ið vórðu dømd fyri brot á grindalógina fyri viku síðani, skuldu vísast av landinum. Sum skilst gjørdi løgreglan skjótt [...] Tey fýra fólkini eru leiðarin hjá Sea Shepherd á landi, Rosie Kunneke, Suðurafrika, Christophe Bondue, Belgia, Marianna Baldo, Italia, og Kevin Schiltz, Luksemborg.
agsskapurin Sea Shepherd sigur, at skipið Bob Parker, sum felagsskapurin eigur, er farið at leka eftir samanstoyt við japanska hvalaverksmiðjuskipið Nissan Maru í Suðurhøvum. Sea Shepherd sigur, at sjógvur [...] tey bæði skipini saman, eftir at fólk hjá Sea Shepherd høvdu roynt at forða Nissan Maru at koyra olju umborð á tangaskipið Sun Laurel. Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, skrivaði í blaðnum The Guardian
hevur verið útgjørdur til virksemið hjá Sea Shepherd. Nú er báturin komin til Syracuse á italsku oynni Sisilia, har hann skal gerast klárur til átøk hjá Sea Shepherd. Týska risafyritøkan Allianz, sum fæst [...] Felagsskapurin Sea Shepherd hevur fingið nýtt skip, sum tey hava doypt »Sea Eagle«. Hetta er ein fyrrverandi franskur loðsbátur. Báturin er 40 metrar langur og hevur pláss fyri 19 fólkum og tveimum smábátum [...] fæst við fíggjarligt virksemi, hevur gjørt 2 ára avtalu við Sea Shepherd um ein verkætlan í Miðalhavinum, har »Sea Eagle« skal vera við til at taka plastikk og annað burturkast úr sjónum.
Felagsskapurin Sea Shepherd hevur sent fólk til Føroya at fylgja grindadrápi í summar. Sea Shepherd fólkini skelta ikki við sínum samleika, men skulu vera loyniaktivistar her í landinum. Uppgávan hjá [...] deildin hjá Sea Shepherd, sum stendur fyri átakinum, tey kalla »Operation Bloody Fjords«, og sambært teimum hava tey havt fólk í Føroyum øll árini síðani 2016. Les meira um átakið hjá Sea Shepherd í Sosialinum