Tann umstríddi djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd sigur, at skipið Bob Parker, sum felagsskapurin eigur, er farið at leka eftir samanstoyt við japanska hvalaverksmiðjuskipið Nissan Maru í Suðurhøvum.
Sea Shepherd sigur, at sjógvur er komin í maskinrúmið á Bob Parker eftir samanstoytin við tað 8.000 tons stóra Nissan Maru, og felagsskapurin hevur biðið myndugleikarnar í Avstralia um hjálp.
Sambært tíðindunum stoyttu tey bæði skipini saman, eftir at fólk hjá Sea Shepherd høvdu roynt at forða Nissan Maru at koyra olju umborð á tangaskipið Sun Laurel.
Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, skrivaði í blaðnum The Guardian í gjár, at teir japonsku hvalaveiðimenninir hava ongantíð borið seg so ágangandi og skilaleyst at sum nú.