Felagsskapurin Sea Shepherd hevur fingið nýtt skip, sum tey hava doypt »Sea Eagle«.
Hetta er ein fyrrverandi franskur loðsbátur. Báturin er 40 metrar langur og hevur pláss fyri 19 fólkum og tveimum smábátum umborð.
Seinastu tíðina hevur báturin ligið í Thyborøn í Danmark, har umvælingar eru gjørdar, og báturin hevur verið útgjørdur til virksemið hjá Sea Shepherd. Nú er báturin komin til Syracuse á italsku oynni Sisilia, har hann skal gerast klárur til átøk hjá Sea Shepherd.
Týska risafyritøkan Allianz, sum fæst við fíggjarligt virksemi, hevur gjørt 2 ára avtalu við Sea Shepherd um ein verkætlan í Miðalhavinum, har »Sea Eagle« skal vera við til at taka plastikk og annað burturkast úr sjónum.