Hesin hevur givið Sea Shepherd 30 milliónir

Felagsskapurin, sum stríðist ímóti grindadrápi, hevur fingið stóra gávu

Dax Dasilva er íverksetari innan tøkni

Felagsskapurin Sea Shepherd, sum eitt nú stríðist ímóti grindadrápi, hevur fingið 30 milliónir sum gávu.

 

Gevarin er Age of Union Alliance, ið er felagsskapur, sum hevur samstarv við onnur um umhvørvismál. Leiðari fyri Age of Union er kanadiski vinnulívsmaðurin og aktivisturin Dax Dasilva. Hann hevur forvunnið pengar við vinnuvirksemi innan tøkni. 

 

Pengarnir frá Age of Union skulu brúkast til at reka eitt Sea Shepherd skip í trý ár. Skipið hevur fingið navnið Age of Union og skal brúkast í átøkum við strondina í Fraklandi, har nógvar delfinir doyggja sum avleiðing av fiskiskapi, og vestanfyri Afrika, har Sea Shepherd stríðist ímóti ovurfiskiskapi.

 

Alex Cornelissen, sum er stjóri í Sea Shepherd, fegnast um stóru gávuna og sigur, at pengarnir verða brúktir til at víðka um virksemið hjá felagsskapinum.

 

##med2##

 

Dax Dasilva sigur, at hann í langa tíð hevur verið hugtikin av arbeiðnum hjá Sea Shepherd, og at hann ynskir at hjálpa felagsskapinum við teirra átøkum.

 

Skipið Age of Union fer undir síni átøk í hesum mánaðinum. Fyrstu tíðina verður skipið í fronskum sjógvi, og um tríggjar mánaðir fer tað til Afrika.

 

Dax Dasilva er íverksetari innan tøkni

Skipið Age of Union skal verið við í átøkum í Fraklandi og vestanfyri Afrika