Sosialurin: Aktivistar fjala seg í Føroyum

Sea Shepherd hevur sent »undercover« atgerðarfólk til Føroya at fylgja grindadrápi

Felagsskapurin Sea Shepherd hevur sent fólk til Føroya at fylgja grindadrápi í summar. Sea Shepherd fólkini skelta ikki við sínum samleika, men skulu vera loyniaktivistar her í landinum.

Uppgávan hjá umhvørvisfólkunum er at »avdúka« grindadrápið, og tað skal gerast við myndatøku, videoupptøkum og enntá stroyming.

Blóðugar grindadrápsmyndir og videoupptøkur skulu spreiðast á internetinum og sosialu miðlunum og latast traditionellum miðlum, tí myndir og umrøða av grindadrápi hava vanliga stóra ávirkan á fólk.

Tað er bretska deildin hjá Sea Shepherd, sum stendur fyri átakinum, tey kalla »Operation Bloody Fjords«, og sambært teimum hava tey havt fólk í Føroyum øll árini síðani 2016.

Les meira um átakið hjá Sea Shepherd í Sosialinum í dag.