Í gjár komu boðini frá danska Útlendingastýrinum, at teir fimm Sea Shepherd limirnir, ið vórðu dømd fyri brot á grindalógina fyri viku síðani, skuldu vísast av landinum.
Sum skilst gjørdi løgreglan skjótt av. Teir fýra limirnir, ið enn vóru í landinum, vórðu biðin um at møta á løgreglustøðini, har tey vórðu handtikin.
Níggju tímar seinni vórðu tey, sambært tíðindaskrivi frá Sea Shepherd, fylgd út á kaiina av trimum løgreglumonnum, har Norrøna lá og bíðaði. Tá Norrøna so legði frá landi klokkan hálvgum fýra í nátt, var tað við fýra burturvístum Sea Shepherd limum.
Tey fýra fólkini eru leiðarin hjá Sea Shepherd á landi, Rosie Kunneke, Suðurafrika, Christophe Bondue, Belgia, Marianna Baldo, Italia, og Kevin Schiltz, Luksemborg.