vitjanin á nýggja og forkunnuga akvariuminum í Íshúsinum á Argjum var einasta tilboði til barnafamiljur, sum var pengarnar vert og so var tað ókeypis. Og hetta sigur kanska ikki so lítið um kostnaðarmiklu [...] bát, so tað fer at bera til at flota hann við eitt nú skúlaflokkum, sum síðani kunnu arbeiða víðari við tí sum tey hava fanga, inni í akvariuminum, sigur Bjørki Geyti. Hóast vitjanin á ólavsøku var ókeypis [...] fólk vitjaðu í Íshúsinum. - Vit høvdu lýst við, at opið var fríggjadag og leygardag millum klokkan 14 og 18. Men av tí, at so nógv fólk vóru inni, fingu vit ikki latið aftur fyrr enn um níggjutíðina á kvøldi
Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var Jónatan Kjærbo, sum við rimmar langskoti legði B71 á odda. Hetta var fjórða málið hjá Jónatan í ár. B71 hevði yvirvág í leiki, men tað var ikki fyrr enn tað restaðu 20 minuttir [...] Aftur var tað Jovanni Garcia, sum átti uppleggið. Hetta var triðja ferðin, at 16 ára gamli Fríðálvur Eynarsson Kjærbo varð skiftur inn á besta B71 liðið, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum [...] Tað hevur verið nógvur fótbóltur inni í Dal á Sandi hetta seinasta samdøgrið. Maratonfótbólti skipa teir fyri Kristi himmalferðardag á hvørjum ári, og soleiðis var tað eisini í ár. Millum áskoðararnar
stás í hesum øki. Kundi verið enn betri Hóast tað var upprunaliga ætlan býráðsins, so var tíverri ikki hildið fram við hesum skilagóða tiltaki longri uppi í R. C. Effersøesgøtu. Og her gongur sjón [...] og bilar verða blandað saman. Og tað skal verða undirstrikað, at tað er ikki nóg mikið bara at seta skelti upp, tað er neyðugt at laga vegaumhvørvið soleiðis, at tað ikki skal bera til at koyra skjótari [...] ein óhappstíttleika, soleiðis at pengarnir geva mest fyribyrging. Tað er farligt at fólk føla seg tryggari enn hvat tað er, tí er tað betri, at tey føla seg ótryggari enn hvat tryggleikin er.« Orðini eru
EM-dystur var ein uppgerð ímillum Spania og Kekkia í bólki B, har Kroatia í gjár hevði lagt væl frá landi við 1-0-sigri á Turkalandi. Nú var tað so upp til favorittin í bólkinum, Spania, at gera sítt. Tað tók [...] framvið í mótálopum. Nakrar ferðir vóru boð eftir David de Gea, sum við frálíkum bjargingum helt Spania inni í dystinum og borðreiddi fyri møguleikanum, sum Spania leitaði og leitaði eftir – og eisini at enda
vunnu sannførandi 76-35 á Álandi. Yngstu leikararnir byrjaðu inni, og teir gjørdu tað sera væl móti Álandi, ið hevur víst seg at verið tað væl veikasta liðið í kappingini. Føroyar hava kappast á oyggjaleikum [...] FM1: 1) Hoyr dystarendan av søguliga fyrsta sigrinum. Sjúrður H. Hoydal segði frá. Janus Jakobsen var viðmerkjari. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein glaðan og lættan, Magnus Jakobsen sum [...] kurvabóltsliði á oyggjaleikum. 3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við John Norðbúð Thomsen, ið var glaður fyri endiliga at sleppa at úttala seg sum venjari hjá kurvabóltsliðnum aftaná ein sigur. John
veit, nær fólk meina tað, og nær tey ikki meina tað. Mouldi Manai helt eisini, at dømdi maðurin skemtaði, tá hann byrjaði at tráspyrja seg, um hann var muslim. - Har sat ein dama har inni, og hon hugdi upp [...] Maðurin var í februar í fjør komin við ljótum og niðrandi útsagnum móti Mouldi Manai og einum vinmanni hansara orsakað av teirra átrúnaði, og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin. Mouldi Manai
dag. Tí fekk tann nýggja tyrlan meir nógv at gera. Heilar fýra ferðir var hon í Fugloy eftir fólki og eina ferð í Svínoy. Tað var eitt heilt annað ljóð og heilt ein onnur ferð yvir tyrluni í dag. Hetta [...] lekkur, samstundis sum hon flýgur munin skjótari, tók eitt av ferðafólkunum til. Tú kanst sita og tosa inni uttan at rópa, vindeyguni eru størri og vakurt útsýni. Nýggj AW 139 tyrlan hevur flogið í sambandi [...] oljuvinnuna í næstum. Bell trylurnar hava 2 x 900 hk, meðan nýggj AW 139 tyrlan hevur 2 x1800 hk, so tað má merkjast.
kvinnulandsliðið í fótbólti og Armenia. Armenia kom á odda 1-0 longu tá 8 minuttir vóru farnir. Tað var Kostanyan, sum legði Armenia á odda. Føroyska liðið fekk ein stóran fyrimun beint undan hálvleik [...] Armenia hevði 6 royndir á tað føroyska málið. Bert tríggjar av teimum 17 royndunum hjá føroysku kvinnunum vóru innanfyri málstengurnar. Og tá dómarin bríkslaði á seinasta sinni var støðan framvegis 1-0 til [...] til Armenia. Hesar byrjaðu inni hjá tí føroyska liðnum : 16 Randi Wardum, 3 Fríðrún Danielsen, 6 Bára Skaale, 7 Ragna Patawary, 8 Malena Josephsen, 9 Rannvá Andreasen, 10 Olga Kristina Hansen, 11 Heidi
at spenna smílibondini. Og tað gjørdi hann so sanniliga eisini í Degi og Viku mánakvølið, tá hann vissaði Føroya fólk um, hvussu stórur javnaðarmaður hann var: – Eg haldi, at so at siga allir [...] føroyingar eru javnaðarfólk. Føroyar er eitt sosialdemokratiskt samfelag. Øll eru innast inni javnaðarfólk – einki annað politiskt projekt er á borðinum, segði løgtingsmaðurin, sum á [...] januar í 2008 varð valdur á ting fyri Tjóðveldi, tí hann vildi stovnseta føroyska fullveldi, sum tá var FYRITREYTIN fyri øllum politikki, punktum! – Vit eiga at læra av erfaringunum. Vit eiga at læra
og new zealendarar minnast australskar og new zealendskar hermenn Um 11-tíðina í morgun var stór skrúðgonga inni í miðbýnum í London. Dagurin verður hildin í Australia, New Zealandi, Cook Islands, Niue [...] at tað enn dagin í dag hevur stóran týdning, og dagurin 25. apríl ? ið jú sum kunnugt er okkara egni flaggdagur ? enn verður hildin sum ein av stóru tjóðardøgunum í Australia og New Zealandi. Tað var