Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti kláraði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna í seinna hálvleiki Klokkan eitt byrjaði EM-undankappingardysturin millum føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti og Armenia.
Armenia kom á odda 1-0 longu tá 8 minuttir vóru farnir. Tað var Kostanyan, sum legði Armenia á odda.
Føroyska liðið fekk ein stóran fyrimun beint undan hálvleiksbríkslinum, tá Davtyan hjá Armenia varð rikin av vølli.
Føroyska liðið megnaði als ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna í seinna hálvleiki. Føroyska liðið hevði 17 royndir á málið hjá Armenia, meðan Armenia hevði 6 royndir á tað føroyska málið. Bert tríggjar av teimum 17 royndunum hjá føroysku kvinnunum vóru innanfyri málstengurnar.
Og tá dómarin bríkslaði á seinasta sinni var støðan framvegis 1-0 til Armenia.
Hesar byrjaðu inni hjá tí føroyska liðnum :
16 Randi Wardum, 3 Fríðrún Danielsen,
6 Bára Skaale, 7 Ragna Patawary, 8 Malena Josephsen, 9 Rannvá Andreasen, 10 Olga Kristina Hansen, 11 Heidi Sevdal, 18 Paula Mikkelsen.
Malta vann 1-0 á Georgia, og er støðan í EM-undanbólki 2 hendan aftaná fyrsta umfar :
1 Armenia 3 stig
1 Malta 3 stig
3 Føroyar 0 stig
3 Georgia 0 stig
Leygardagin klokkan eitt spæla føroysku kvinnurnar ímóti vertstjóðini, Malta.










