Vegna veður, slapp Másin ikki út til Fugloyar í dag. Tí fekk tann nýggja tyrlan meir nógv at gera. Heilar fýra ferðir var hon í Fugloy eftir fólki og eina ferð í Svínoy. Tað var eitt heilt annað ljóð og heilt ein onnur ferð yvir tyrluni í dag. Hetta vísti seg eisini at vera tann nýggj AW 139 tyrlan, sum er bygd í Italien, ið reikaði runt um oyggjarnar í dag.
Tyrlan flutti smá hálvthundrað fólk og bleiv tí nakað seinkað í mun til ferðaætlanina.
Við golmu tyrluni tekur túrurin úr Klaksvík til Kirkju um 15 min. Við nýggju tyrluni tók ferðir bert 9 min.
Og tey ferðandi vóru eisini nøgd. Friðarlig og lekkur, samstundis sum hon flýgur munin skjótari, tók eitt av ferðafólkunum til. Tú kanst sita og tosa inni uttan at rópa, vindeyguni eru størri og vakurt útsýni.
Nýggj AW 139 tyrlan hevur flogið í sambandi við oljuvinnuna Hollandi, Onglandi, Hetlandi og Danmark. Roknað verður við nýggjum sáttmála aðrastaðni innan oljuvinnuna í næstum.
Bell trylurnar hava 2 x 900 hk, meðan nýggj AW 139 tyrlan hevur 2 x1800 hk, so tað má merkjast.