Dagurin í dag nevnist í Bretlandi fyri ANZAC-day og er dagurin, tá bretar, australiumenn og new zealendarar minnast australskar og new zealendskar hermenn Um 11-tíðina í morgun var stór skrúðgonga inni í miðbýnum í London.
Dagurin verður hildin í Australia, New Zealandi, Cook Islands, Niue, Samoa og Tonga. Umframt altso eisini í London. Dagurin verður hildin til minnis um australsku og new zaalendsku hermennirnar, sum bardust við Gallipoli í Turkalandi undir fyrra heimsbardaga.
ANZAC stendur fyri Australian and New Zealand Army Corps, og hermenn úr hesum londum vóru kendir undir navninum Anzac?s. Hesir hermenn vóru so ernir av navninum, at tað enn dagin í dag hevur stóran týdning, og dagurin 25. apríl ? ið jú sum kunnugt er okkara egni flaggdagur ? enn verður hildin sum ein av stóru tjóðardøgunum í Australia og New Zealandi.
Tað var púrasta av tilvild, at Portalurin kom framvið tá skrúðgongan byrjaði, og guidin, sum annars kom frá viðurkendum felag, eitt sonevnt Blue Badge-felag, visti líka lítið sum vit.
Men soleiðis liggur landið, og australiumenn og new zealendarar verða aftur í ár heiðraðir á besta hátt