Dagsins fyrsti EM-dystur var ein uppgerð ímillum Spania og Kekkia í bólki B, har Kroatia í gjár hevði lagt væl frá landi við 1-0-sigri á Turkalandi.
Nú var tað so upp til favorittin í bólkinum, Spania, at gera sítt. Tað tók leingi hjá Spania at fáa lirkað kekkisku verjuna upp, og tær ferðirnar Spania so loksins fekk spælt seg inn um verjuna, vóru teir úr Kekkia sum køttar upp á pláss aftur og vardu fyri.
Kekkia smæddist tó ikki burtur og lá framvið í mótálopum. Nakrar ferðir vóru boð eftir David de Gea, sum við frálíkum bjargingum helt Spania inni í dystinum og borðreiddi fyri møguleikanum, sum Spania leitaði og leitaði eftir – og eisini at enda fann.
Sum tíðin leið legði Spania nevniliga vaksandi trýst á Kekkia, og tríggjar minuttir fyri leiklok bragdaði. Andrés Iniesta sendi eitt sukursøtt innaraskrúvað innlegg í pannuna á liðfelaganum í FC Barcelona, Gerard Piqué, sum stútaði tey trý stigini heim til Spania umvegis ein 1-0-sigur.
Næstu dystirnir í bólki D vera fríggjadagin. Tá hittast Kekkia og Kroatia, meðan Spania skal spæla ímóti Turkalandi.