Á ólavsøku lat fyrsta akvariumið í landinum dyrnar upp fyri almenninginum. Tað eru feðgarnir báðir, Bjørki og Dávid Geyti, sum hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur til húsa í Íshúsinum á Argjum.
Bjørki Geyti sigur, at teir eru ovurhonds nøgdir við tiltakið, og hann metir at eini 2-3000 fólk vitjaðu í Íshúsinum.
- Vit høvdu lýst við, at opið var fríggjadag og leygardag millum klokkan 14 og 18. Men av tí, at so nógv fólk vóru inni, fingu vit ikki latið aftur fyrr enn um níggjutíðina á kvøldi, sigur Bjørki Geyti. Og hann avdúkar, at hann eisini lovaði nøkrum fólkum inn sunnudagin, og at knappliga vóru eini 300 fólk inni.
- Eg haldi at junglutrummurnar fóru í gongd og at fartelefonirnar hava gingið kykar hesa lítlu løtuna, sigur Bjørki Geyti.
- Og eg má enn einaferð gera vart við, at talan er bert um eina fyribils framsýning, og var endamálið í stóran mun at geva fólki eina fatan av, hvat er teimum í væntu, sigur Bjørki Geyti. Og hann sigur seg vóna, at akvariumið kann lata upp fyri almennum- og skúlavitjanum einaferð í heyst, tí tá skuldi verið nóg gott og fjølbroytt grundarlag verið fyri einari áhugaverdari og fjølbroyttari framsýning. Og hann roknar við, at tørvur verður á at tvey starvsfólk fara at starvast á akvariuminum burturav, og at onnur kunnu verða tikin inn, um tørvur er á tí.
- Vit hava atgongd til bát, so tað fer at bera til at flota hann við eitt nú skúlaflokkum, sum síðani kunnu arbeiða víðari við tí sum tey hava fanga, inni í akvariuminum, sigur Bjørki Geyti.
Hóast vitjanin á ólavsøku var ókeypis, so roknar Bjørki Geyti við, at fólk framyvir skulu rinda fyri at koma inn. Men at serstakar skipanir verða fyri bólkar og barnafamiljur.
- Men væntandi fara vit framyvir at gera tað ókeypis á ólavsøku, tí tað er ein góður háttur at marknaðarføra verkætlanina, sigur Bjørki Geyti.
Góður faldari
Í faldaranum, sum fólk kundu fáa sær á framsýningini, hava fyriskipararnir greitt frá um verkætlanina, og vit prenta burtur úr henni her:
Í nógvum førum hava tankar verið frammi, um at seta á stovn eitt akvarium í Føroyum. Biofar verkætlanin var gróðrarbotnur fyri einari rúgvu av spennandi granskingar verkætlanum. Ein tanki, sum búnaðist í sambandi við Biofar verkætlanina, undir leiðslu av Arna Nørrevang, var tankin um eitt akvarium í Føroyum. Royndir vórðu gjørdar í kjallaranum í fiskahúsinum í Kaldbak, og áhugin fyri hesum smáu royndum var ómetaliga stórur. Síðst í 90unum var ætlanin at byggja eitt stórt akvarium á Sandágerði í sambandi við eina samanlegging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavni og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Hendan ætlanin fór fyri bakka, men Íshúsið á Argjum stóð framvegis niðri við sjóvarmálan á Argjum - eitt framúr vælegnað stað til endamálið. Í 2005 savnaði Bjørki Geyti ein áhugabólk, og søkt varð um loyvi til at nýta Íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið í 2005 at lata húsið og økið rundanum til endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggja rakstrinum av verkætlanini í 2006.
Áhugabólkurin
Ein áhugabólkur er settur saman av fólki, sum av ymsum orsøkum hava áhugað fyri akvariuminum, tey eru eisini til gagns fyri verkætlanina, av tí, at tey við sínum førleikum kunnu stuðla uppundir akvariumið. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti hava báðir starvast á Biofar. Teir eru kavarar, og hava drúgvar royndir frá alivinnuni. Magnus Gaard er lívfrøðingur við granskingar-, framsýningar- og undirvísingarroyndum. Og Suni Petersen er verkfrøðingur á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og hevur harumframt undirvísingarroyndir.
Arbeiði í 2006
Teknisk leiðsla og góðar hendur eru neyðug fyri at stápla eitt akvarium upp á beinini. David Geyti, sum er útbúgvin fínmekanikari, og hevur starvast á Eksperimentarium í Keypmannahavn, hevur saman við pápa sínum Bjørka, staðið fyri øllum tí praktiska arbeiðinum í 2006. Nógvar fyritøkur og nógv fólk hava víst verkætlanini stóra vælvild, við at lata arbeiði gera sera bíliga ella at lata tilfar fyri niðursettan prís.
Framtíðin
At vit ikki fyri langari tíð síðani hava fingið eitt alment akvarium í Føroyum kann tykjast løgi. 18 oyggjar mitt í Norðuratlantshavi, umgyrdar av sjógvi. Ofta hevur tað verið havt á tungu, men altíð hevur vegurin frá talu til veruleika verið ov tungur. Allar ætlanir, bæði stórar og smáar, eru farnar frá skrivaraborðinum og niður í onkra skuffu. Hendan verkætlanin er ein roynd at gera júst tað øvuta. At seta akvariumið upp fyrst, fyri at 447512fáa royndirnar, og síðan, í smáum ella í stórum, at byggja út so hvørt sum pengar og vilji eru til tess. Vit fara nú at fáa møguleika fyri at læra, hvørji djór eru góð at hava í einum akvariumi, og hvørji eru trupul at fáast við. Vit fara at royna ymsar framsýningar og aktivitetir til barnagarðar, skúlaflokkar, pedagogar, lærarar og almenningin. Harumframt hevði tað verið áhugavert, um ymsar maritimar granskingarverkætlanir vórðu skipaðar við støði í akvariuminum. Við somu vælvild frá býráðnum í 2007 og vónandi við øðrum stuðli og inntøkum umframt, skuldi verið gjørligt at fingið akvariumið í eina fasta legu í framtíðini.
CITAT::
Onkur vildi vera við, at vitjanin á nýggja og forkunnuga akvariuminum í Íshúsinum á Argjum var einasta tilboði til barnafamiljur, sum var pengarnar vert og so var tað ókeypis. Og hetta sigur kanska ikki so lítið um kostnaðarmiklu og avmarkaðu tilboðini til børn og barnafamiljur á ólavsøku.