Jú, Sjúrður Skaale hevur ofta fingið okkum at spenna smílibondini. Og tað gjørdi hann so sanniliga eisini í Degi og Viku mánakvølið, tá hann vissaði Føroya fólk um, hvussu stórur javnaðarmaður hann var:
– Eg haldi, at so at siga allir føroyingar eru javnaðarfólk. Føroyar er eitt sosialdemokratiskt samfelag. Øll eru innast inni javnaðarfólk – einki annað politiskt projekt er á borðinum, segði løgtingsmaðurin, sum á valinum 19. januar í 2008 varð valdur á ting fyri Tjóðveldi, tí hann vildi stovnseta føroyska fullveldi, sum tá var FYRITREYTIN fyri øllum politikki, punktum!
– Vit eiga at læra av erfaringunum. Vit eiga at læra av 1946, og vit eiga at læra av 2000, sigur Sjúrður Skaale.
Jú, hendan prædikan mundi fløva mangt javnaðarhjarta.
Petur Mohr Dam kundi neyvan sagt tað betur.