266b: Mouldi var noyddur at ringja eftir løgregluni

- Eg føli meg at hava sama rætt sum øll onnur menniskju.

 

Soleiðis sigur Mouldi Manai, nú Føroya rættur í farnu viku fann ein mann sekan í brot á grein 266b og dømdi hann at gjalda 10 dagbøtur á 300 krónur.

Maðurin var í februar í fjør komin við ljótum og niðrandi útsagnum móti Mouldi Manai og einum vinmanni hansara orsakað av teirra átrúnaði, og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin.

Mouldi Manai er vanur við, at fólk skemta við hansara átrúnaði, og ofta er skemtið rættiliga groft.

- Fólk skemta ofta og siga "helvitis arabari" ella "helvitis muslim". Serliga um okkurt er hent onkrastaðni úti í heimi, har onkur muslim hevur gjørt okkurt býtt, so siga fólk "tig tín helvitis fani." Men eg havi verið her í 49 ár. Eg veit, nær fólk meina tað, og nær tey ikki meina tað.

Mouldi Manai helt eisini, at dømdi maðurin skemtaði, tá hann byrjaði at tráspyrja seg, um hann var muslim. 

- Har sat ein dama har inni, og hon hugdi upp á meg fleiri ferðir fyri at vita, hví eg ikki reageraði - hví eg ikki svaraði aftur. Men eg tímdi ikki. Eg tími ikki at fara upp at berjast á einari kafé, so eg ringdi eftir løgregluni ístaðin, sigur Mouldi Manai.

Les meira um Føroya fyrsta 266b mál í Sosialinum í dag, sum kann lesast á netinum her.