fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig. Vágamenn gjørdu bart móti kollfirðingum [...] millum bæði havnarliðini, og tað bar so í sær, at Sandavágur nú er eitt stig nærri Havnini enn teir vóru eftir fimta umfar. 1. lið hjá Klaksvík vann báðar dystirnar í dag, og nærkast spakuliga oddaliðunum [...] 2 - Sandavágur 1 Klaksvík 2 - Kollafjørður Landskappingin endar 18. mars, tá dystirnir í tíggjunda og síðsta umfari verða telvaðir. Meira er um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com
blaðið. Eg visti, at tey fóru at skriva um meg, men eg hevði ikki væntað, at eg endaði á forsíðuni. Men søgan var nú ikki so galin, sigur Anna Nygaard. Trupult at siga farvæl Royndirnar siga, at sangararnir [...] kappingini longur, skal hon á pallin at framføra leygarkvøldið. - Tað er fantastiskt at sleppa at verða partur av stóra showinum. Eg droymdi um at sleppa í Parkini at syngja, og hóast eg ikki eri við í finaluni [...] ið endar X Factor kappingin í Danmark. Føroyska Anna Nygaard hevur verið ein av stjørnunum í kappingini í ár, men leygarkvøldið endar løtan í X Factor ljósinum. Anna Nygaard stúrir tó ikki fyri, at fólk
í Suðuroy um, at tær skulu sjálvar royna at útvega peningin. Sostatt fara tey sjey bý- og bygdaráðini í Suðuroy á komandi kommunustýrisfundum at viðgera málið fyri at vita um áhugi er fyri at seta peningin [...] ætlanin at fara undir at projektera nógv umrødda eftirskúlan í Hvalba. Tað er eitt mál, sum kommunurnar í Suðuroy nú fara at taka upp av álvara. Sostatt fara tær nú at viðgera spurningin um at finna fígging [...] viðgera málið um eftirskúlan. Har samdust tær um, at tað var ikki ráðiligt at venda sær til allar kommunur í Føroyum um at borðreiða við hvør sín parti av teimum tveimum milliónunum, sum kommunurnar skulu
Hon ivaðist heldur ikki í, at tað fóru mál at taka seg upp, sum semja ikki fór at verða um í býráðnum Men hon helt eisini, at júst tað er styrkin í fólkaræðinum, at tað ber til at verða ósamd. ? Men júst [...] staðfest, at tað verða kvinnurnar, sum fara at ráða fyri borgum í Vági tey næstu fýra árini. Tað varð staðfest á býráðsfundi í Vági týskvøldið. Tá skipaði býráðið seg og har var full semja um at velja Kirstin [...] tá ið atkvøtt var og sostatt eru tær báðar einmælt valdar. Sostatt hava vágbingar fyri fyrstu ferð fingið kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra. Tær báðar taka við nýggju størvunum nýggjársdag
tá hon miseydnast. Tað endar við at bólturin kemur innfyri, har ein kroystur Pól Jóhannus Justinussen ger sjálvmál. Ein røð av feilum, sum punktera dystin og brestur vónina um at stjala eitt stig frá Írlandi [...] teir fimm minuttirnar, eftir at Arnbjørn hevði minkað um munin, so var talan um eitt vánaligt avrik í seinna hálvleiki og tað kostaði dýrt. Landsliðsárið 2012 er komið at enda og fimm góðkendir hálvleikir [...] orkan gjørdi um seg og framrættaðu leikararnir megnaðu ikki at halda upp á bóltin. Tað endaði við einum innleggi úr vinstru, sum Jonathan Walters setti høvdið á. Tað er eitt sindur ógreitt um Robbie Keane
Maiken hava báðar drúgvar royndir í kappróðri. Báðar hava tær róð í seks ár við ávíkavist Havfrúnni og Junkarinum úr Kvívík. Í ár rógva báðar við 5-mannafarinum Havfrúnni úr Vestmanna, og báðar sita tær [...] aftur um bak í FM-kappingini. Systrarnar báðar siga við ein munn, at á Fjarðastevnu ætla tær at gera bart og vinna róðurin, hóast tær vita, at tað verður trupult, tí serliga Blikur og Sílið hava staðið [...] fara tær báðar systrarnar fyrst og fremst at hugsa um kappróðurin, men sjálvsagt verður eisini tíð til annað. Linda og Maiken siga, at aftaná kappróðurin fara tær óivað ein túr runt í bygdini at forvitnast
verður drigið um stóra høvuðsvinningin. Stór matsøla Ian sigur, at fótbóltsfelagið hjá NSÍ hevur lagt dent á, at tey, sum støkka inn á gólvið, skulu hava gott pláss ? og sleppa at seta seg niður, um tey ynskja [...] Hinvegin hava framsýnararnir høvi at eta ókeypis við einum serligum matkorti, sigur hann. At enda sigur samskiparin, at millum 2.000 og 3.000 fólk plaga at vitja sølustevnuna í Runavík, og hann vónar, at stevnan [...] landinum. Eini 2.000-3.000 fólk plaga at vitja inn á gólvið í ítróttarhøllini hesar dagar, stevnan er, og hesa ferð kann tað rættiliga fara at loysa seg. Umframt tað, at tú kanst gera eitt gott keyp, eru øll
spennandi, tá tú endar við at spæla 120 minuttir. Hjartarútman er nakað óstøðug seinasta hálva tíman, men við góðum monnum sum Tóruri Justesen og øðrum, so visti eg at vit høvdu tað, sum skuldi til at vinna. Eg [...] Eg haldi eisini at tað var rætti vinnarin, sigur Oddur Olsen at enda. KÍ hevur sostatt vunnið báðar steypafinalurnar í kvøld. Samrøðan við Oddur Olsen og Tórur Justesen kann hoyrast við at trýsta á pílin [...] blíva vit við at trýsta teir, sigur Tórur Justesen. Tá samanumkom var talan um eina spennandi finalu. Sundalagsmenn kunnu verða ernir av sínum avrikið, men tað var akkurát ikki nokk til at koppa favorittunum
og á Bliki eru samdar um, at betur hevði verið, um føroyameistarin varð funnin undan Ólavsøkuni. Báðar kunnu tær hyggja aftur á seinastu Ólavsøkuna, har tað eydnaðist Drekanum at vinna og harvið meistaraheitið [...] tíðliga at gerast føroyameistari, sigur hon. Men sum tað sær út nú, so kunnu tær báðar ikki vænta annað, enn at stríðið um meistaraheitið verður avgjørt á sjálvari Ólavsøkuni. Sílið og Blikur hava vunnið [...] Blikur hinar báðar. Báðar manningarnar eru sum skilst væl fyri og sera uppsettar, so tað er lagt upp til ein spennandi róður hjá gentunum í dag. Men her skal so sanniliga eisini havast í huga, at tað er tætt
gar hava lagt seg á odda í meistaradeildini hjá monnum, og á vegnum hava teir vundið burtur úr bæði Mjølni, sum vann føroyameistaraheitið seinasta kappingarár, og Fleyr, sum í løtuni má sigast at vera [...] triðja setti við at vinna 16-14, eftir at Fram hevði verið á odda 14-11 eitt skifti. Fleyr hevur gott fólk í ár, og við venjaranum Klæminti Isaksen á odda verða tað ivaleyst teir, sum fara at geva ÍF a størstu [...] aftur. Hvør kann taka Mjølnir? Hjá kvinnunum røkist einki fyri, at nakar fer at standa Mjølni kurl í ár. Føroyameistararnir úr Klaksvík hava bert spælt tver dystir higartil, meðan eitt nú Fleyr a, sum í