Eg verði ikki gloymd

Leygarkvøldið sløkna ljósini í X Factor kappingini, men Anna Nygaard stúrir ikki fyri at verða gloymd í bræði. Eftir fýra forsíður í BT og eina forsíðu í SE & Hør, verði eg neyvan gloymd fyribils, sigur hon.

Leygarkvøldið endar X Factor kappingin í Danmark. Føroyska Anna Nygaard hevur verið ein av stjørnunum í kappingini í ár, men leygarkvøldið endar løtan í X Factor ljósinum.

Anna Nygaard stúrir tó ikki fyri, at fólk hava gloymt hana mánadagin.

- Eftir fýra forsíður í BT og eina forsíðu í SE & Hør, verði eg neyvan gloymd fyribils, sigur Anna Nygaard.

- Sjálvt um eg eri farin úr kappingini fyri tveimum vikum síðani, verði eg í heilum steðga á gøtuni av fólki, sum vilja hava autografar, og eg havi nógv tilboð um ymiskar konsertir og annað liggjandi, sigur hon.

Hon fekk eisini øðrvísi upplivilsið at enda sum høvuðssøga á forsíðuni í Se & Hør, tí hon hevði funnið sær ein sjeik.

- Eg fekk eitt sjokk, tá ið eg sá blaðið. Eg visti, at tey fóru at skriva um meg, men eg hevði ikki væntað, at eg endaði á forsíðuni. Men søgan var nú ikki so galin, sigur Anna Nygaard.


Trupult at siga farvæl

Royndirnar siga, at sangararnir í X Factor verða skjótt gloymdir, eftir at kappingin endar. Sangararnir eru rættar stjørnur, meðan X Factor ljósið lýsur, men eftir kappingina fara teir skjótt í gloymskuna.

- Eg stúri als ikki fyri at verða gloymd. Eg stúri meira fyri at siga farvæl við øll tey fólkini, sum eg havi arbeitt so tætt saman við seinastu tíðina, sigur Anna Nygaard.

Nú X Factor kappingin endar við finalubrakinum leygarkvøldið, verður næsta uppgávan hjá Annu Nygaard at gera upp við seg sjálva, hvat hon so skal gera.

- Eg má fara at sortera í teimum mongu tilboðunum, sum eg havi fingið. Men tað verða uttan iva fleiri framførslur komandi tíðina, sigur hon.


Á pallin í Parkini

Leygarkvøldið verður stóra finalan í X Factor kappingini, og hóast Anna Nygaard ikki er partur av sjálvari kappingini longur, skal hon á pallin at framføra leygarkvøldið.

- Tað er fantastiskt at sleppa at verða partur av stóra showinum. Eg droymdi um at sleppa í Parkini at syngja, og hóast eg ikki eri við í finaluni, eri eg glað fyri, at eg nú fái møguleikan á pallinum, sigur Anna Nygaard.

Tríggir sangarar eru eftir í kappingini – Tine, Jesper og Thomas.

- Eg rokni við, at antin Tine ella Jesper vinna. Kanska endar tað við, at tað verður Tina, sum vinnur, sigur Anna.