Tað blivu til til tríggir góðir hálvleikir á hesum sinni og ein lorta hálvleikur. Tað er staðfestingin eftir teir báðar dystirnar, sum føroyska landsliðið hevur spælt móti Svøríki og Írlandi.
Fyrri hálvleikur í gjár var framúr og føroyska liðið var omaná Írlandi, sum vóru hepnir at koma til hálvleiks við skinninum á nøsini.
Tíverri gekk tað bara ein minuttir av seinna hálvleiki, so var alt tað góða arbeiði í fyrra hálvleiki gjørt til einki. Marc Wilson meddaði til úr vinstru og bólturin sat í málhorninum – helst umvegis eitt føroyskt høvd.
Síðani komu sjey vánaligur minuttir, har føroyska liðið misti næstan allan dystin á gólvið. Manglandi royndirnar í verjuni komu til sjóndar, vantandi orkan gjørdi um seg og framrættaðu leikararnir megnaðu ikki at halda upp á bóltin.
Tað endaði við einum innleggi úr vinstru, sum Jonathan Walters setti høvdið á. Tað er eitt sindur ógreitt um Robbie Keane nam við bóltin, men hann fór so í mál. Sum dysturin gekk um tað mundið, so var tað lítið, ið bendi á at føroyska kundi koma aftur.
Arnbjørn skapar spenning
Lars Olsen valdi at gera tvær broytingar. Odmar Færø mátti av vøllinum við skaða í lúskuni, meðan Arnbjørn Hansen kom inn fyri Daniel Udsen. Hetta skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð, tí sjey minuttir seinni hevði føroyska liðið sítt besta álop.
Aiden McGeady fellur Jónas Tós Næs, men dómarin velur at geva fyrimun. Okkara fáa fatur á bóltinum og spæla hann runt. Tað endar við, at Jónas Tór Næs leggur bóltin innfyri til Arnbjørn Hansen, sum vinnur lufttvídystin við John O’Shea og stútar bóltin í málið 1-2.
Í fimm minuttir er vit aftur har, sum vit vóru í fyrra hávleiki. Omaná og fullir í sjálvsáliti. Hesa løtuna kókar Tórsvøllur og trúgvin upp á javnleiki er avgjørt til staðar. Tíverri hendir tað, sum ikki skal henda.
Jóan Símun Edmundsson er og smartur, tá hann missur bóltin í uppspælinum og Írland fer í mótálop. Verjan roynir rangstøðufelluna, men rennur ikki aftaná, tá hon miseydnast. Tað endar við at bólturin kemur innfyri, har ein kroystur Pól Jóhannus Justinussen ger sjálvmál. Ein røð av feilum, sum punktera dystin og brestur vónina um at stjala eitt stig frá Írlandi.
Í tíðini, sum dómarin legði afturat økir Darren O’Dea til endaliga úrslitið til 4-1. Rógvi Baldvinsson dekkaði hann, men megnaði ikki at steðga írska miðverjanum í at stúta bóltin í málið.
Føroyar og hornaspørk
Í fyrra hálvleiki varð føroyska liðið útstillað í samband við tvær hornasparksstøður. Írland tekur eitt stutt horna og tað endar við at Jónas Tór Næs stendur einsamallur við tveimum monnum. Annar er Aiden McGeady, sum leggur innfyri til Keith Andrews, sum skuldi havt skorað. Løtu seinni íkemur akkurát sama støða, men hesa ferð fær verjan rudda vekk. Tað er ikki gott nokk, at eitt føroyskt landslið ikki hevur stýr upp á hornasparksstøður.
Í Týsklandi mundu okkara hornaspørk kostað mál í hinum endanum í fyrra hálvleiki. Tað bleiv ikki broytt og í seinna hálvleiki kostaði tað.
Uppstillingin
Eftir dystin móti Svøríki var torført at skifta á nøkrum plássi, men tað vísti seg at okkara ikki høvdu orku at spæla tvær dystir upp á so stutta tíð.
Serliga ein maður sum Christian Lamhauge Holst tóktist troyttur í løtum í gjár. Tað merkist beinanvegin á liðnum, tí hann er so týdningarmikil fyri tað framrættaða spælið.
Christian Lamhauge Holst var fluttur út á kantin, tá Arnbjørn Hansen kom innfyri Daniel Udsen. Møguliga skuldi Lars Olsen latið Jóan Símun Edmundsson fari út á kantin heldur, so Lamhauge maðurin helt fram á sínum vanda plássi.
Jóan Símun hevur framúr teknikk og kundi heilt víst bjóða av á vonginum, meðan Christian Lamhauge Holst hevur betri evni at fordeila bóltin frá framrættaða miðvøllinum.
Ikki góðkent hesaferð
Avrikini í Týsklandi og móti Svøríki vóru góðkend, men avrikið í gjár var ikki góðkent. Fyrri hálvleikur var framúr og meiri enn góðkendur, men hasir sjey minuttirnir kostaðu dýrt. Fyri uttan teir fimm minuttirnar, eftir at Arnbjørn hevði minkað um munin, so var talan um eitt vánaligt avrik í seinna hálvleiki og tað kostaði dýrt.
Landsliðsárið 2012 er komið at enda og fimm góðkendir hálvleikir av seks gevur samanlagt eitt góðkent avrik frá landsliðnum 2012!