Eftirskúli í Hvalba fyri 90 milliónir projekterast í ár

Kommunurnar í Suðuroy ætla at taka Løgtingið upp á orðið, so at tað verður klárt at fara undir at byggja skúlan næsta ár

Nú er ætlanin at fara undir at projektera nógv umrødda eftirskúlan í Hvalba.

Tað er eitt mál, sum kommunurnar í Suðuroy nú fara at taka upp av álvara.

Sostatt fara tær nú at viðgera spurningin um at finna fígging til projekteringina.

Annars hevur Løgtingið sett tvær milliónir av á fíggjarlógini í ár til eftirskúlan í Hvalba.

Men treytin er, at kommunurnar eisini seta tvær milliónir krónur av.

Og kommunurnar í Suðuroy ætla nú at taka Løgtingið upp á orðið.

Fyri stuttum hittust umboð fyri allar kommunurnar í oynni á fundi í Hvalba at viðgera málið um eftirskúlan.

Har samdust tær um, at tað var ikki ráðiligt at venda sær til allar kommunur í Føroyum um at borðreiða við hvør sín parti av teimum tveimum milliónunum, sum kommunurnar skulu útvega til projekteringina.

Tí samdust kommunurnar í Suðuroy um, at tær skulu sjálvar royna at útvega peningin.

Sostatt fara tey sjey bý- og bygdaráðini í Suðuroy á komandi kommunustýrisfundum at viðgera málið fyri at vita um áhugi er fyri at seta peningin av til endamálið.

Ætlanin er, at hvør kommuna skal betala eftir fólkatalinum.

Ætlaði eftirskúlin í Hvalba er mettur at kosta 90 milliónir og har verður pláss fyri einum 80 næmingum.


Einmælt samtykt

Fyrsta kommuna at viðgera málið, var Porkeri, sum hevði tað á skrá fyri bygdaráðsfundin mánakvøldið.

Har varð einmælt samtykt at taka undir við ætlanini.

Tær ymsu kommunurnar koma at fíggja tær báðar milliónirnar eftir fólkatalinum og parturin hjá Porkeris Kommunu verður sostatt 138.000 krónur, sum bygdaráðið samtykti at seta í ætlanina.

Men hetta er mest sum at rokna sum eitt fyribils innskot til ætlanina, tí tað liggur í kortunum, at tá ið skúlin verður endaliga fíggjaður og bygdur, skal projekteringin teljast upp í samlaða kostnaðin og tá skulu kommunurnar fáa innskotið aftur.

Mett verður, at tá ið Løgtingið hevur sett tvær milliónir av til projekteringina í ár, hevur tað samstundis eisini bundið seg til at fara undir sjálva byggingina, tá ið projekteringin er liðug.


Viðgera málið í næstum

Hinar kommunurnar fara at taka málið til viðgerðar so hvørt sum tær hava kommunustýrið í teimum hevur fund.

Men tað er nógv, sum talar fyri, at málið verður samtykt, tí í øllum førum higartil hava kommunurnar í Suðuroy verið púra samdar um ætlanina.

Endar hetta við, at allar kommunurnar samtykkja at fíggja hvør sín part part av projekteringini, skulu umboð fyri kommunurnar hittast aftur og so er ætlanin at fara

undir pojekteringina sum skjótast.

Projekteringin er mett at kosta millum tríggjar og fýra milliónir og hon tekur eitt ár.

Gongst sum ætlað, verður sostatt klárt at fara undir sjálva byggingina næsta vár.