Bæði bátsformaðurin á Sílinum og á Bliki eru samdar um, at betur hevði verið, um føroyameistarin varð funnin undan Ólavsøkuni. Báðar kunnu tær hyggja aftur á seinastu Ólavsøkuna, har tað eydnaðist Drekanum at vinna og harvið meistaraheitið eisini. Tá var kappingin eisini sera tøtt í genturóðrinum.
? Tað er ræðuliga spennandi áðrenn róðurin, og øll tosa bara um kappróður, men tað er líka ræðuligt at vera tann, sum tapir gullið á Ólavsøku, sigur Joan Mikkelsen, bátsformaður á Bliki, sum endaði eittans stigi frá meistaraheitinum í fjør.
Hesum er Marina Moraitis, bátsformaður á Sílinum, samd við henni í.
? Tað er ongantíð ov tíðliga at gerast føroyameistari, sigur hon.
Men sum tað sær út nú, so kunnu tær báðar ikki vænta annað, enn at stríðið um meistaraheitið verður avgjørt á sjálvari Ólavsøkuni.
Sílið og Blikur hava vunnið hvør sínar tveir róðrar. Sílið á norðoyastevnu og Jóansøku og Blikur hinar báðar.
Báðar manningarnar eru sum skilst væl fyri og sera uppsettar, so tað er lagt upp til ein spennandi róður hjá gentunum í dag.
Men her skal so sanniliga eisini havast í huga, at tað er tætt millum bátarnar, so væl kann hugsast, at onkur av hinum bátunum, sum hava snoddað til oddin, fara at blanda seg uppí stríðið.