Vágs Kommuna
Nú er tað endaliga staðfest, at tað verða kvinnurnar, sum fara at ráða fyri borgum í Vági tey næstu fýra árini.
Tað varð staðfest á býráðsfundi í Vági týskvøldið.
Tá skipaði býráðið seg og har var full semja um at velja Kirstin Strøm Bech úr javnaðarflokkinum til borgarstjóra og Ágerð Stenberg úr sambandsflokkinum til varaborgarstjóra.
Tað var bara eitt uppskot til borgarstjóra og eitt uppskot til varaborgarstjóra og allir níggju býráðslimirnir í Vági rættu hondina upp í loft, tá ið atkvøtt var og sostatt eru tær báðar einmælt valdar.
Sostatt hava vágbingar fyri fyrstu ferð fingið kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra.
Tær báðar taka við nýggju størvunum nýggjársdag og sita til nýggjársaftan 2008- í hvussu so er í fyrstu atløgu.
Tað hevur annars leingi ligið í luftini, at tær báðar skuldi manna fremstu sessirnar í Vágs Býráði í komandi valskeiði.
Stutt eftir kommunuvalið gjørdu javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin og uttanflokkalistin av at skipa nýggja samgongu og samstundis vóru nevndarsessir og álitisstørv býtt sundur ímillum teir tríggjar flokkarnar, sum høvdu tveir býráðslimir í part, ella seks av teimum nýggju limunum í Vágs Býráð.
Tjóðveldið eigur hinar tríggjar býráðslimirnar og leingi varð líkt til, at tjóðveldisflokkurin sostatt kom at sita einsamallur í andstøðu.
Tjóðveldisflokkurin hevði fýra býráðslimir í gamla býráðnum, men misti hesuferð ein lim til sambandsflokkin og so viknaði flokkurin so mikið, at tað lá væl fyri hjá hinum at skipa samgongu uttanum tjóðveldisflokkin.
Men í 12 tíma, áðrenn býráðið varð skipað, vórðu royndir gjørdar at fáa tjóðveldisflokkin upp í samgonguna eisini og tað eydnaðist, tí bara nakrar fáar tímar, áðrenn býráðið varð skipað, varð semja um, at eisini tjóðveldisflokkurin verður við í nýggju samgonguni.
Sostatt er tað eitt samt býráð, sum fer til verka í Vági.
Afturfyri fór Poul Augustinussen úr uttanflokkalistanum úr ætlaða sessinum sum formaður í teknisku nevnd og læt hann upp í hendurnar á Dánjali Bjarkhamar úr tjóðveldisflokkinum.
Dánjal Bjarkhamar hevur verið formaður í teknisku nevnd seinastu tvey valskeiðini, ella í átta ár tilsamans.
Tá ið Jógvan Krosslá setti býráðsfundin ynskti hann, at komandi valskeið fór at gangast væl, tí tað verður brúk fyri tí í Vági
Nývaldi borgarstórin, Kirstin Strøm Bech, takkaði Jógvani Krosslá fyri tíðina, hann hevur verið borgarstjóri og ynskti honum og øllum hansara húski alt tað besta framyvir.
?Eg vóni, at vit fáa eitt gott og uppbyggjandi samstarv í Vágs Býráði, bæði til frama fyri bygdina, fólkið og Suðuroy sum heild, segði nývaldi borgarstjórin í takkarrøðu síni.
Hon veit, at allir býráðslimir vilja bara tað besta fyri bygdina, sama, hvørjum flokki, teir eru úr.
Hon ivaðist heldur ikki í, at tað fóru mál at taka seg upp, sum semja ikki fór at verða um í býráðnum
Men hon helt eisini, at júst tað er styrkin í fólkaræðinum, at tað ber til at verða ósamd.
? Men júst soleiðis koma fleiri sjónarmið fram og tá í fleiri sjónarmið koma fram í einum máli, skuldi tað bara gjørt okkum betri før fyri at taka betri avgerðir.
Hon vísti eisini á, at tað liggja stórar uppgávur fyri framman hjá nýggja býráðnum, og har nevndi hon arbeiðsloysið sum ta størstu uppgávuna, sum hon vónaði, at býráðið kundi gera nakað við.
Eitt tíðarskeið endar- eitt annað byrjar
Við hesum er eitt nýtt tíðarskeið í Vágs søgu byrjað. Men samstundis er eitt tíðarskeið farið í søguna.
Og tað er tíðarskeiðið við tjóðveldis-borgarstjóra í Vági.
Tjóðveldisflokkurin hevur í eitt mannaminni verið sera sterkur í býráðnum í Vági og tað hevur ført við sær, at seinastu 24 árini hevur tað verið tjóðveldismaður, sum hevur sitið í borgarstjórasessinum í Vágs býráði.
Hesi seinastu 12 árini hevur borgarstjórin itið Jógvan Krosslá. Áðrenn tað æt hann Mannbjørn Tausen í fýra ár og aftur áðrenn tað nevndist var tað tjóðveldismaðurin, Tórbjørn Benjardøgg, sum var borgarstjóri í Vági í átta ár, frá 1981-88.
Nevndirnar
Annars verður býráðið soleiðis skipað í komandi valskeiði:
Borgarstjóri:
Kirstin Strøm Bech, javnaðarflokkurin
Varaborgarstjóri:
Àsgerð Stenberg, sambandsflokkurin
Fíggjarnevndin:
Kirstin Strøm Bech, forkvinna, javnaðarflokkurin
Sølvi Andreasen, uttanflokkalistin
Jógvan Krosslá,Tjóðveldisflokkurin
Tekniska nevnd:
Dánjal Bjarkhamar, formaður, tjóðveldisflokkurin
Poul Augustinussen, uttanflokkalistin
Eyðfinn Mørk, javnaðarflokkurin
Mentanarnevndin:
Àsgerð Stenberg, forkvinna, sambandsflokkurin
Poul Augustinussen, uttanflokkalistin
Jógvan Krosslá, tjóðveldifslokkurin
Havnanevndin:
Svenning Borg, formaður, sambandsflokkurin
Eyðfinn Mørk, javnaðarflokkurin
Hans Joensen, tjóðveldisflokkurin
Sosiala nevnd:
Sølvi Andreasen, formaður, uttanflokkalistin
Svenning Borg, sambandsflokkurin
Jógvan Krosslá, tjóðveldisflokkurin
Heilsu- og umhørvisnevndin
Svenning Borg, sambandsflokkurin
Barnaverndin
Jónleyg Eyðunsson
Eyðhild Poulsen
Hans Poulsen
Maria Krosslá
Ingvør Hansen
(Barnaverndin skipar seg sjálv).