Sølustevna
Leygardagin og sunnudagin verður stór sølustevna í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er ein afturvendandi stevna við stórum útboði av ymiskum vørum úr stórum parti av landinum.
Eini 2.000-3.000 fólk plaga at vitja inn á gólvið í ítróttarhøllini hesar dagar, stevnan er, og hesa ferð kann tað rættiliga fara at loysa seg.
Umframt tað, at tú kanst gera eitt gott keyp, eru øll seld atgongumerki eisini við í lutakasti um tveir góðar høvuðsvinningar, umframt aðrar vinningar, sum handlarnir lata.
Leygardagin, tá ið opið verður frá kl. 14-22, eru øll seld atgongumerki við í lutakastinum um ein a-pex ferðaseðil, ið er høvuðsvinningurin hendan dagin.
Sunnukvøldið verður eisini ein høvuðsvinningur á skránni, og tá verður drigið millum seld atgongumerki bæði leygardagin og sunnudagin. Høvuðsvinningurin hendan dagin verður eitt wide screen sjónvarp frá Opus, sum er vert 25.000 kr.
Sunnudagin letur sølustevnan upp kl. 15, og hon endar kl. 21.45.
Setan og undirhald
Tað er fótbóltsfelagið NSÍ, sum skipar fyri stevnuni, Marko 2002, og Ian Højgaard er maðurin, sum hevur tikið sær av samskipingararbeiðnum.
Hann sigur, at 28 framsýnarar verða við, og hetta eru handlar og fyritøkur, sum umboða nógvar ymiskar vørur og tænastur.
- Her verður alt frá flogferðaseðlum, sjónvørpum og seymimaskinum til snellur og klædnavørur. Nevnast kann, at Kall eisini verður við, sigur Ian Højgaard.
Framsýnararnir sleppa inn í høllina at rigga til fríggjamorgunin kl. 10, og tá verður borðreitt við kaffi, smyrjibreyði og køkum.
Klokkan 15 leygardagin setir Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu, stevnuna.
Báðar stevnudagarnar verður ymiskt undirhald á skránni.
Leygardagin kl. 16 vitja Fjotti og Gandakallurin, og kl. 19 verður mótaframsýning, har handlar, sum eru við á stevnuni, sýna fram sínar klædnavørur á pallinum. Sama kvøld kl. 20 syngur Magni Christiansen.
Ian sigur, at Angela og Hannibal verða á pallinum sunnudagin kl. 16 ella 16.30, og beint eftir verður aftur mótaframsýning.
Jens Marni og Kim syngja kl. 19, og kl. 20 verður aftur mótaframsýning.
At enda sunnukvøldið verður drigið um stóra høvuðsvinningin.
Stór matsøla
Ian sigur, at fótbóltsfelagið hjá NSÍ hevur lagt dent á, at tey, sum støkka inn á gólvið, skulu hava gott pláss ? og sleppa at seta seg niður, um tey ynskja tað.
- Á allari stevnuni verður eisini stór og væl pyntað matsøla. Hinvegin hava
framsýnararnir høvi at eta ókeypis við einum serligum matkorti, sigur hann.
At enda sigur samskiparin, at millum 2.000 og 3.000 fólk plaga at vitja sølustevnuna í Runavík, og hann vónar, at stevnan hesaferð fær eins góða undirtøku og undanfarin ár.










