eftir dystin. Eftir steðgin haldi eg tó, at vit fáa tað spælið fram, sum vit eiga at sýna, og tá gekst okkum munandi betri. Og tað er í øllum førum flott av okkum, at vit koma aftur í dystin aftur tvær ferðir [...] javnleiki, sum teir heldur ikki vóru so øgiliga ónøgdir við. Tað er altíð tungt at spæla í Havn. Vit eru ikki vanir við, at vøllurin er somikið stórur, og tí kann tað gerast nakað langt millum keturnar. [...] hjá B36 hevði hug at ilskast um brotssparkið, sum tú vann. Var talan um brotsspark? Eg prikið bóltin undan Mikkjal, beint áðrenn hann skjýtur, og har var eisini kontakt. Tað kann vera, at eg hjálpi nakað
mannarættindafelagsskapirnir siga, at talið var um 300.000. Alvaro Uribe, sum varð afturvaldur til forseta í Kolombia á valinum tann 28. mai, hevur lovað, at flóttafólkini sleppa at flyta heimaftur, men útlitini [...] myndugleikar og ymsar bólkar í Kolombia hevur havt við sær, at nógv fólk eru flýdd frá húsi og heimi, men ikki av landinum. Tað sermerkta við Kolombia er, at flóttafólkini eru ikki flýdd undan beinleiðis bardøgum [...] arnir siga, at talið er um 1,7 millión, ST heldur tað vera 2,5 milliónir, og kolombiskir mannarættindafelagsskapir siga tað vera 3,5 milliónir. Eitt nú vil kolombiska stjórnin vera við, at 160.000 fólk
hvussu ráðaríkir persónar bera seg at við at happa og niðurgera tey, sum ikki blint akta harraboð men hugsa sjálvi - ofta konufólk. Málið er at fáa tey at hoykna so mikið, at tey aldri reisa seg aftur. Eg kenni [...] bara tíðindini um Dagmar Joensen úr fjølmiðlunum, men bara tað, at Dagmar sjálv vágar sær at koma fram við sínum trupulleikum, sigur mær, at hon hevur eina góða søk. Tað er altíð keðiligt við peningaligum
um móti EB/Streymi. Liðini bæði eru at finna í hvør sínum enda av stigatalvuni, og við ferðini, sum samanlagda liðið hevur havt í ár, ber illa til at ímynda sær, at stig verða sett til hesaferð. EB/Streymur [...] Samuelsen aftur á liðnum, eftir at hann helt brúðarhús, meðan liðfelagarnir stríddust á Skála. Saknurin í stríðsmanninum var sjónligur, og tí fegnast liðfelagarnir helst um, at hann nú aftur er tøkur. Hjá [...] Hjá B68 er tað helst dyggur smeitur, at bæði Ralph Van Dooren og Øssur Jacobsen eru leikbannaðir, eftir at teir fingu hvør sítt reyða kort á Vágseiði. Hinvegin hava toftamenn eisini styrkt sær um hópin við
ikki í, at tað var eitt liðavrik, ið syrgdi fyri, at gullið nú kom aftur til Klaksvíkar. - Hetta var ein dystur, har allar arbeiddu hart fyri sakini, so talan var um eitt satt liðavrik. Eg haldi, at verjurnar [...] ógvuliga royndar, og tað hevur nógv at siga. Neistin hevur kanska ein breiðari hóp enn vit, men eg haldi, at okkara lið er sterkari, og tí er tað eisini uppiborið, at vit vunnu meistaraheitið í dag, segði [...] Neistanum tann besti, men eg haldi, at okkara Agne nú hevur yvirhálað hana, og báðar vístu sínar dygdir í dag, segði Jógvan Leivur eftir dystin. Jógvan Leivur helt, at ein avgerandi munur millum liðini bæði
skapanarhug. Fyri at koma burtur úr hesum mugu vit hyggja frameftir, læra av gomlum syndum og tora at taka avgerðir, sum møguliga ikki eru so vælumtóktar av øllum. Oftast hevur tað víst seg, at tey ið ikki vilja [...] berjast fyri, at koma úr naggatódnini. Onkur ljósglotti hómast, tey ungu innan svimjing og fótbólt samstarva, kanska kappróður og vaksnamannadeildir innan aðrar ítróttargreinir eisini tora at fara út um [...] bøðgararnar. Tað hevði víst, at ungdómurin í Suðuroy torir og hevur dirvi til, at bróta garðar niður, ið tey tilkomnu ikki klára ella hava dirvi til. Kjakiå um, hvør hevur skylduna av trupulleikunum er
statinum Florida. Felags fyri kvinnurnar var, at tær gingu á lærda háskúlanum í Gainsville. Felags fyri morðini var, at líkini høvdu fingið eina óhugnaliga viðferð, og at nakrar av kvinnunum høvdu verið kynsliga [...] eydnaðist tað løgregluni at finna drápsmannin, og DNA-kanningar staðfestu, at hann var tann seki. Maðurin æt Danny Harold Rolling, og í rættinum fýra ár seinni játtaði hann at hava beint fyri teimum fimm [...] kvinnur, men eingin veit við vissu, hvussu mangar tær vóru. Sjálvur játtaði hann at hava verið fleiri enn 70 kvinnum at bana.
Myndugleikarnir ásanna, at teir vita ikki enn, hvør beindi fyri tíðindakvinnuni, men blaðið Kommersant skrivar, at myndugleikarnir leita eftir tveimum fyrrverandi løgreglumonnum, sum verða settir í samband [...] sítt arbeiði at avdúka harðskap og ágang í Kekenia, og tað vakti ans um allan heimin, tá hon bleiv myrd í Moskva tann 7. oktober. Allastaðni bleiv morðið fordømt, og fleiri leiðarar kravdu, at russisku m [...] Sambært Kommersant hevur ákæruvaldið í Moskva sent fólk til Sibir at leita eftir teimum báðum fyrrverandi løgreglumonnunum. Tað er komið fram, at annar teirra sendi Onnu Politkovskaja hóttandi teldubrøv fyri
Brekkutún á Fornminnisavnið, at fáa íblástur og hugskot til eitthvørt at evna til. Á myndunum sæst at rættiliga væl kom burtutúr, hesar fimm dagarnar. Skeiðið endaði við at skeiðlutakarnir tóku samanum [...] samanum. Ein av niðurstøðunum var, at eitt tílíkt skeið var vert at endurtaka. Møguliga við øðrum tilfari. Ein framsýning var eisini, har fólk høvdu høvi at síggja hvat skeiðluttakarnir høvdu evnað til úr horni [...] eisini kendur politikari, og var hann t.d. landsstýrismaður í fyrsta grønlandska landsstýrinum, eftir at Grønland fekk heimastýri í 1979. Sum listamaður hevur hann teknað grønlenska flaggið og gjørt búmerkir
skipan. Yunus ætlar at nýta peningin til eina verkætlan at framleiða ódýrar matvørur, til eitt eygnahospital og annað vælgerandi virksemi. Norska nobelnevndin, sum hevur gjørt av at veita Yunus friðarh [...] hevur í heimlandi sínum skapt eina bankaskipan, ið ger tað møguligt hjá teimum fátæku at lána uttan trygd til at stovna smáfyritøkur. Skipanin, ið er ein stór succés, er nú útbreidd til 40 lond. Seinasta [...] friðarheiðurslønina, ger vart við, at henda avgerð skal skiljast sum, at nú má ein dialogur fáast við muslimska heimin. Fáa vit ikki henda dialogin skjótt, kann tað enda við einum ræðuligum ragnaroki, har eingin